fríggjadagur 23. desember 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 247 - 23. desember 2005
Í góðveðrinum
mikukvøldið var
nógv fólk savnað við
gamla handilin hjá
Pidda í Runavík, tá ið
jólaskipið legði at
JÓLAHÝRUR
Símun Jóannesarson
Jólatiltøkini hava verið
mong teir seinastu dagarnar,
og fleiri staðni hevur tað
verið serligur rómur, tá ið
jólaskip og jólabátar hava
lagt at. Soleiðis var tað eisini
í Runavík mikukvøldið. Eftir
at tað hevði regnað nógv fyrr
um dagin, var tað turt og stilt,
tá ið helst omanfyri túsund
fólk vóru komin saman at
taka móti jólaskipinum.
Tiltakið var í serliga
hugnaliga jólaumhvørv
inum, sum er í og kring
gamla handilin hjá Pidda í
Runavík. Fólkið stúgvaðist
í og kring handilin og
gamla neystið uttanfyri
handilin. Á neystaloftinum
høvdu skótarnir jólakafe, og
uttanfyri var stórur pallur,
har nógvar nissur og fleiri
jólamenn sungu og dansaðu.
Børnini vóru mong í tali,
og barnanna jólagleði var
eyðsýnd.
Tá ið jólaskipið kom inn
ímóti varð fýrverk sent av
skipinum, sum legði at við
síðuna av Høganes, og á landi
vóru kyndlar settir fram við
vegnum. Skarðin av gomlum
og ungum og av fólki úr
allari oynni heilsaðust og
prátaðu. Millum hesi sóust
eisini nógvir útisetar, sum
eru komnir heim at halda
jól. Summi leitaðu inn í
stóra teltið, ið var norðanfyri
handilin, at fáa sær ein
drekkamunn.
Rættur jólahýrur
í Runavík