fríggjadagur 23. desember 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 247 - 23. desember 2005
Pedagogur
til Dagstovnin
í Fuglafirði
Til stovuna í Króki verður søkt eftir einum pedagogi
40. t. viku, at byrja 1. februar 2006 ella eftir nærri
avtalu.
Starvið er á stovu við 12 børnum í aldrinum 0-3 ár.
Dagstovnurin er ætlaður 60 børnum og er stovnurin
skipaður í tvey hús við eini barnagarðsstovu og eini
vøggustovu í hvørjum húsi.
Møguligar setanarsamrøður verða í viku 3.
Lønin verður sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Juliannu Næs, leiðara tlf. 225222/444940.
Umsóknir saman við avritum av prógvum og
viðmælum skulu vera býráðsskrivstovuni í hendi í
seinasta lagi 12. januar 2006 kl. 10.00.
Býráðið skilir sær rætt til at velja millum innkomnu
umsóknirnar ella onga at taka.
Fuglafjørður 19. desember 2005
Fuglafjarðar býráð
Landsfundur
Landsfundurin hjá Føroya Fiskimannafelag verður
í Norðurlandahúsinum tann 29. desember. Byrjað
verður kl. 10.00 og hidið verður á út á seinnapartin.
Skráin verður tann vanliga fyri landsfundin, fyrst
og fremst ársfrágreiðing, roknskapur og ásetan av
limagjaldi.
Gestarøðari verður Petur Steingrund, fiskifrøðingur
á Fiskirannsóknarstovuni. Fiskifrøði er eitt evni, sum
er av stórum áhuga hjá fiskimonum, so vit vóna at
menn fara at møta upp og nýta møguleikan at lurta
og at seta spurningar á røttum stað. Hetta kann
eisini gagna fiskifrøðingum í teirra arbeiði.
Teir, sum hava útreiðslur av luttøkuni, fáa tær
endurgoldnar.
Borivognur
til sølu
Ein ROC 712 HC-00 borivognur v/ kabinu.
Borar 27 m v/ T38
Hamarin er COP 1238 LP
2 ára gomul beltir
Spæl aftan
Oljufýr í kabinu
Àrg. 1987.
Àhugað kunnu síggja/royna vognin í grótbrot-
inum hjá Klaksvíkar kommunu.
Minsta boð er kr. 60.000,- + mvg.
Ringjast kann á tlf. 22 82 80
Klaksvíkar Býráð