Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-23, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 2005síða 31

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 247 - 23. desember 2005 31 Bilur til sølu Um hóskandi boð fæst, verður ein Toyota Hi-Lux 2,4 Diesel, Double Cab við hardtoppi, skrásettur sum persónbilur, seldur. Fyrstuferð skrásettur í des. 1997, koyrt 71.000 km, mvg-skrásettur. Bilurin, ið verður seldur í tí standi, hann er í nú, kann sýnast á Gróðurstøðini, Hvítanesvegi 3, Hoyvík. Skrivlig boð uppá bilin skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 30. desember 2005 kl. 10. 00. Nærri fæst at vita á tlf. 210966 Heimarøktin og Serforsorgin Serstovnadeildin Bústovnurin og Sambýli á Rúnarvegi 620 Runavík Pedagogur Innan Heimarøktina og Serforsorgina og stovnum undir tí, við fyribilstænastu á Sambýlinum á Líknagøtu 1 í Saltangará, er eitt pedagogstarv leyst til setan 1. februar 2006 ella eftir nærri avtalu. Talan er um fulltíðarstarv og arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og roknast skal við morgun-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisarbeiði. À Sambýlinum á Líknagøtu búgva 3 ungir menn við diagnosuni autismu. Arbeiðið fevnir um at skipa gerandisdagin og frítíðina saman við teimum og verandi starvsfólkum. Tað krevur m.a., at tú er førur fyri at gera kropsligt arbeiði, ganga túrar, svimja, gera fimleik o.s.fr. Løn- og setanartreytir: Starvið er tænastumannastarv, sett sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið á lønarstigi 24, 25, 27, 28 og 30 til 33. Starvsøkið umfatar eisini Sambýlið og Bústovnin á Rúnarvegi 3 og 6 í Runavík, ið eru undir somu leiðslu sum Sambýlið á Líknagøtu 1. Tí kann tann setti eisini rokna við at fáa aðrar uppgávur, um tørvur gerst á heusm. Umsóknarfreist Umsóknir við hjáløgdum próvskjølum, viðmælum og C. V. skulu vera stovninum í hendi í seinasta lagi 15. januar 2006 kl. 12.00. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran, Oddfríðu Højgaard á tlf. 226121. Umsóknir skulu stílast til Bústovnin á Rúnarvegi Att: Leiðarin Rúnarvegur 6 · FO-620 Runavík Heimarøktin og Serforsorgin Serstovnadeildin Bústovnurin og Sambýli á Rúnarvegi 620 Runavík Pedagogar til Rúnarveg Innan Heimarøktina og Serforsorgina, og stovnar undir tí við fyribils tænastu á Bústovninum og Sambýlinum á Rúnavegi í Runavík, eru tvey peda- gogstørv leys til setan ávikavist 1. februar 2006 og 1. mars 2006 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt farloyvisstarv frá 1. februar og fram til 1. desember 2006 og eitt tænastumannastarv frá 1. mars 2006. Løn- og setanartreytir vera eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Farloyvisstarvið verður sáttmálasett og tænastumannastarvið verður sett eftir lønar- stiganum 24, 25, 27, 28 og 30 til 33. Arbeisðtíðin er 40 tímar um vikuna. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, tvs. tað eru dag-, kvøld- og náttarvaktir. Eisini verður arbeitt í vikuskiftum og á serstøkum halgidøgum. Uppgávan hjá umsøkjarunum verður at vegleiða íbúgvarnar í øllum tí, sum tey hava tørv á, og at menna hvønn eisntakan til at húsast saman í felagsskapi, hvør við annan. At skapa trivnað og á ein pedgogiskan hátt tryggja íbúgvunum menn- ingarmøguleikar og saman við teimum finna útav, hvussu innihaldið í dagligdegnum skal virka. Tað er av týdningi, at umsøkjarin hevur vilja til at samskifta við okkara avvarðandi og tey sum vit umgangast dagliga. Dentur verður lagdur á, at tann sum settur verður, er áhugaður í at luttaka aktivt í øllum avbjóðingum og er opin fyri nýhugsan. Starvsøkið umfatar eisini Sambýlið á Líknagøtu 1 í Saltangará, ið er undir somu leiðslu sum Bústovn- urin og Sambýli á Rúnarvegi. Tí kann tann setti eisini rokna við at fáa aðrar uppgávur, um tørvur gerst á hesum. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðarin, Oddfríðu Højgaard á tlf. 226121. Umsóknir við hjáløgdum próvskjølum, viðmælum og C. V. skulu vera stovninum í hendi í seinasta lagi 15. januar 2006 kl. 12.00 og skulu umsóknirnar sendast til: Bústovnin á Rúnarvegi Att: Leiðarin Rúnarvegur 6 · FO-620 Runavík Søkir eftir pedagogum Søkt verður eftir pedagogum, at byrja 1. februar 2006. Mylnuhúsið er ein samskipaður dagstovnur við vøggustovu, barnagarði, útibarnagørðum og frítíðarheim. Vit taka dagliga ímóti 138 børnum í aldrinum 0-9 ár. Í Mylnuhúsinum er pláss fyri at bæði børn og vaksin kunnu seta síni spor her, vit arbeiða í tí dagliga við okkara eygleiðingarevnum og eru upptikin av, hvat upptekur børnini, fyri síðan at leggja dagin til rættis út frá tí og leggja vit stóran dent á, at varða um øll børnini. Størvini eru í Útibarnagarði 40 tímar, barnagarð 30 tímar og frítíðarheimið 30 tímar. Vit sóknast eftir fólki ið: • eru støðug og virkin • hava opið sinni • síggja møguleikar fram um mørk • taka støði í barninum • vísa áhuga og forvitni í tí námsfrøðiliga arbeiðinum • eru opin fyri nýhugsan • leggur stóran dent á gott samstarv við foreldur og samstarvsfelagar. Lønar- og setunarviðurskifti eru sambært sáttmálan millum kommunurnar og Føroya Pedagogfelag. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til leiðaran, Hanna Thøgersen, tlf. 217789. Umsóknir til størvini, saman við upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 10. januar 2006. Mylnuhúsið Mylnugøta 10 · 700 Klaksvík mylnuhusid@mylnuhusid.fo