Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-23, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 2005síða 41

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Partur 17 - Hetta var gott, sigur Jógvan. Nú skulu hesir búrhundarnir í gegl­ið, og so skulu teir sita har øll jólini, á nýggjárinum og langt inn í komandi ár. Stampi og Anthonio gráta. - Vit skulu lova, at vit ong­ antíð skulu stjala aftur. Men har er einki at gera, eing­ in lurtar eftir teimum. - Men hvussu skulu vit fáa gáv­urnar oman í bygdina aftur? Børnini bíða jú spent eftir gáv­ unum, sigur jóla­mað­urin. - Vit kunnu hjálpa tær, sigur Trølla Omman. - Tað er vakurt gjørt av tykkum, og tað sigi eg stóra tøkk fyri - eg havi brúk fyri allari hjálp. Latið okkum øll fylla gávurnar í posarnir, og latið okkum síðani fáa Leika­mafiuna handan lás. Tey hjálpa øll til at fylla gáv­ ur­nar í posarnir, og løtu seinni ganga tey øll oman móti bygd­ ini. Jógvan og Erling fremstir við Stampa og Anthonio framm­an fyri sær, og síðani koma Jóla­ maðurin og trøll­ini við fullum posum á rygg­inum. Tá tey koma oman í bygdina, tekur alt bygdarfólkið og borgar­ stjórin í móti teimum. Síðani fer alt fylgið yvir til jólatræið á torg­ inum. Jógv­an stillar seg undir stóra jóla­træið, traðkar upp á ein sodavatnkassa og rópar alt fólkið saman. - Tað er mær ein stór gleði at boða frá, at vit nú hava funnið bandittarnir, sum hava stolið gáv­urnar, og at allar gávurnar eru aftur­komnar. Fólkini klappa bæði leingi og hart. Tað vil siga, øll uttan Kári Handilsmaður. Hann hevði ynskt, at gávurnar ikki komu afturíaftur, tí so høvdu øll verið noydd at keypt nýggjar gávur frá honum. Jógvan heldur fram. - Eg eri sera glaður fyri, at mál­ið nú er loyst, men áðr­ enn eg og Erling fara yvir á politi­­støðina við Leika­mafiuni, so fara eg og Erling at biðja Trølla Ommuna og Trølla Pætur um ein eina umbering fyri, at vit mis­tonktu tey fyri at vera tjóvarnir. Eg vóni, at tey vilja taka ímóti okkara umbering. Trølla Omman og Trølla Pætur nikka. - Eg vil líka skoyta uppí, at var tað ikki fyri Trølla Omm­uni og Trølla Pætur, so vóru Stampi og Anthonio ikki fang­aðir. Og so kunnu øll fólkini ikki halda sær meira, men rópa, Trølla Omman og Trølla Pætur - leingi livi – HURRA HURRA HURRA. - Eg vil at enda bara boða frá, at meðan eg og Erling fara yvir á politistøðina við Stampa og Anthonio, so fara jólamaðurin, Trølla Omma og Trølla Pætur at býta allar jólagávurnar útaftur. Tá vit so koma aftur, so havi eg eitt uppskot – og tað er, at við øll somul fara at dansa rundan um jólatræið. Og nú eru øll fólkini so glað. - Jógvan og Erling – teir leingi livi – HURRA HURRA HURRA. Og meðan Jógvan og Er­ling fara á politistøðina við Leika­ mafi­uni, býta Jóla­mað­urin, Trølla Omman og Trølla Pætur gávurnar út til øll fólkini í Hvannadali. Trølla Omman dugir ikki at lesa, men Trølla Pætur for­telur henni, hvat stendur á pakkunum. Børnini í bygdini eru sera feg­ in, og á øllum andlitunum sást eitt stórt bros. Tá tey eru liðug at býta pakk­ arnar út, koma Jógvan og Erling aftur. Borgarstjórin hevur ikki heils­ að upp á politistarnir, og tað ger hann við at klemma teir bæði fast og leingi. - Hvat skuldi vit gjørt uttan so góðar politistar sum tykk­um? Tit eru teir bestu politistarnir í verðini – tað er eingin ivi um tað. Jógvan og Erling eru sum verða man stoltir. - Nå, rópar borgarstjórin. - Nú fara at gera tað, sum Jógvan segði. Takið í hondina á hvørjum øðrum og lat okkum gera ein stóran ring rund­an um jólatræið. Og so byrjar borgar­stjórin at syngja, og bein­anvegin taka fólk­ini undir við hon­um. »Eitt barn er føtt í Betle­hem«. Og meðan Jólamað­urin, Trølla Omman, Trølla Pæt­ur, Jógvan, Er­­ling, Kari Hand­ils­mað­ur, borg­ ar­stjórin og øll fólkini í Hvanna­ dali dansa og syngja um jóla­ træið, sita Stampi og Anthonio í geglinum og kúra. Hetta vóru ikki tey jólini, sum teir høvdu hugsað sær. Men hvat fekk Trølla Pætur so í gávu frá Ossa og Trølla Omm­uni? Jú, frá Ossa fekk hann sjálv­ andi nógvar penga­seðlar og tveir ferðaseðlar suður í Suður­ lond. Frá ommuni fekk hann eina vakra bláa súkklu. Hatta var søgan um Jólini í Hvannadali. - Eg vóni at tit hava hugnað tykkum saman við mær. Hjá mær er bara eftir at ynskja tykkum eini gleðilig jól og eitt gott og spennandi nýggjár. Takk fyri. Puntur 24 til jólakalendaran Puntur 23 til jólakalendaran Jólini í Hvannadali