fríggjadagur 23. desember 2005síða 42
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 247 - 23. desember 2005
Allan desember mánað hava
hópin av børnum - og helst
eisini onkur vaksin við - fingist
við at rigga jólakalendaran
hjá Sosialinum til.
Tá seinastu puntarnir, sum
eru í blaðnum í dag, eru
kliptir út og límaðir á kalend
aran, eru allir 24 puntarnir
komnir á myndina, og tað
merkir tvey ting.
Fyrst og fremst, so verður
tað nú jólaaftan, og so er
stundin komin til allan jóla
hugnan. Dunnu, gás ella
kanska ræst kjøt á borðinum.
Rísgreyt við onkrari einstak
ari mandlu. Og so sjálvandi
øllum pakkunum.
Tað er tó ikki bara jólaaft
an, at jólagávur verða lætn
ar. Umframt at vera eitt
hugnaligt ítriv hjá teimum
mongu, sum hava savnað
puntar til kalendaran, so
er
jólakalendarin
eisini
atgongumerkið til stóru jóla
kappingina í Sosialinum.
Fyri at taka lut í hesari,
er bara at senda okkum full
fíggjaða jólakalendaran, og
sjálvandi at upplýsa okkum
um, hvør ið avsendarin er. Tá
eru tit við einum lutakastii,
har seks hepnir vinnarar fáa
seks góðar vinningar.
Høvuðsvinningurin er eitt
gávukort frá Miklagarði upp
á ikki minni enn 20.000 kr.
Hartil ber til at vinna eina
familjuferð til Lalandia við
Atlantic Airways, Olju frá
Shell,
familjuvikuskifti
á
Hotel Tórshavn við bowling,
pizza og bio, 10 kassar av
sodavatni frá Faxe Kondi og
8 kg av Merrild kaffe frá Poul
Michelsen heilsølu.
Reglurnar um kappingina
hava alla tíðina staðið á
baksíðuni á sjálvum kalend
aranum, men talan er tó
um eina lítla broyting í hes
um. Fyri at øll skulu hava
møguleika at røkka posti
num, so er freistin at lata
okkum seðlar útsett til 29.
desember á miðdegi. Tá
verður tað so avgjørt, hvørjir
tey hepnu seks eru, sum
fáa ein stóran seinkaðan jóla
pakka.
Nú skal kalendarin
latast okkum
...alt ber til
Dremel
Multi6
998,00
Telefon: 317620 • Telefax: 317699 • Heimasíða: www.tt.fo
Blekkprentari
Prent, skan, kopi
4 separatar patrónir
Kortlesara
Íroknað dreivarar og patrónir
EPSON Foto RX425
Kr. 1.290,-