Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-23, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 2005síða 43

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 247 - 23. desember 2005 43 , , // À‰>ÀˆÊLÖÃÌ>s>À?˜ +OMINNTILOKKARAELLARINGOGHOYRUMTÓNARM’GULEIKAR PETURPETURs >˜˜>Ê/…œÀiˆvÃܘ]ʎ՘`>À?s}iۈ Ein strævin mánaður er nú nærum komin at enda hjá jólamonnunum kring landið. Úr Skeivhelli, Háfjalli, Slætt­ aratindi, Skælingi og aðra staðni við eru hópin av jóla­ monnum komnir at vitja skikki­ lig børn kring alt landið. Í flest øllum førum hava hesir góðu jólamenn eisini havt gávur við sær, og tað sig­ ur seg sjálvt, at tað ikki bara er sum at siga tá, tá so­mikið nógvir pakkar í yms­ari stødd og vekt skulu ber­ast kring alt landið. Tað var gamalt, at jóla­menn­ inir vóru til gongu, men hetta man mangan hava verið eitt øgi­ligt knoss hjá teim­um. At hugsa sær, at skula ganga oman og niðan Skælingsfjall óteljandi ferðir, soleiðis at allir pakkarnir kunnu býtast runt. Ikki løgið, at teir sova størsta partin av januar mánaði, áðrenn teir spakuliga byrja at fyrireika komandi næstu jólini, tá vit eru komin nakað inn í februar. Tað eru tó ikki allir jólamenn, sum eru eins konservativir. Hesum fitta jólamanninum hitti myndamaður okkara miku­dagin. Snøgt sagt, so helt hann seg hava runnið nóg ofta niðan á fjalli, og tá giktin eisini var farin at gera um seg, so ræður jú at finna aðrar vegir, so slitnu knøini kunnu sparast nakað. Eftir gjølliga umhugsan, kom jólamaðurin til ta niður­ støðu, at tað mundi ikki bila nakað, um ferðin varð gjørd á hestbaki, heldur enn til gongu. Væl vitandi, at ikki allir starvsfelagar hansara vóru eins fegnir um hetta, so lænti hann eina ryssu frá bóndanum, sum býr har nærhendis. Ryssan hevur jú góð og sterk bein - ikki færri enn fýra av slagnum. Og so var lag á jólamanni at átaka sær strævna leiklutin enn eini jól. Og sjálvur sigur hann, nú hetta við pakkunum er somikið ómaksleyst, er als ikki óhugsandi, at hann heldur fram í starvinum eini 100 ella 200 ár afturat. Hesturin hevur sterkari bein Tá ferðast verður á hestbaki, er slitið á gomlu knøini væl minni. Somikið væl minni, at jólamaðurin heldur seg kunna starvast í minst 100 ár afturat Mynd: Jens Kristian Vang