Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-23, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 2005síða 44

‹ fyrra síða allar 44 síður

Tekstur á síðuni

44 Nr. 247 - 23. desember 2005 8 spurningar um jól Hildur Eyðunsdóttir Hvat er tað besta við jólum? Tað er hugnin. Eg haldi at tað er upp til ein sjálvan ikki at lata seg stressa, ella at resa ov nógv. Fyrr helt eg altíð, at jólini byrjaðu ov tíðliga. Men tað haldi eg ikki longur, hóast jólini byrja fyrr og fyrr. Tí so mikið meira hugna fáa vit hesa myrku tíðina og jólini vara longur. Hvat er tað keðiligasta við jólum? Tað er um jólini gerast ein plága. Sum oftast eru tað kvinnurnar sum vilja at alt skal vera so gott og fullkomið, at tað er ringt at liva upp til. Eisini er tað keðiligt at jólini eru so dýr. Hvussu helt tú jól sum barn? Vit vóru onnur hvør jól hjá ommu mínari í Froðba, og onnur hvør jól heima hjá okkum sjálvum. Hvussu heldur tú jól í ár? Í ár verða vit hjá foreldrum mínum saman við báðum systkjunum við maka og børnum. Hvat heldur tú um jóla­resið í desember? Eg havi sum sagt, lært meg ikki at resa ov nógv í desember, men heldur at hugna mær, og eg havi var­hugan av, at tað eru alsamt fleiri sum ikki resa á jólum. Tað heilt stóra jólaresið tæn­ir ongum. Hevur tú nakrantíð hildið jól uttanlands? Ja. Jólini 91, 92 og 93 tá ið børn­ ini vóru heilt smá, búðu vit fyrst í Skive í Danmark, og síðani í Malaysia. Tey flestu ynskja at vera heima á jólum, og sjálvandi longdust vit eisini heim tá. Men tá ið eg minnist aftur á hesi jól­ini, minnist eg tey sum sera hugnalig. Serliga jólini í Malaysia. Tað vóru nærum bara vit ið hildu jól, men eg royndi at gera tey so van­lig sum gjørligt. Vit pynt­aðu við jólapynti og eg keypti stearin ljós úr einum kinverskum templi, tí tey vóru ikki at finna nakra aðra staðir. Men tað vísti seg ikki at rigga serliga væl. Tí tá ið vit tendraðu stearinljósini á jólaborðinum flokk­aðust al­­skyns flogkykt um ljósini.. Hóast hini ikki hildu jól, so góvu tey børnum okkara jóla­ gávur, og tað hildu vit vera stórsligið. Keypir tú sjálv/ur tínar jólagávur? Ja, hvør annar skuldi gjørt tað? Hvat ynskir tú tær í jólagávu? m.a. Ó, eftir Carl Johan og aðrar bøkur og fløgur. Gávuhugskot á posthúsinum Ársmappa 2005: 250,50 kr. Frímerkjadeildin - www.stamps.fo - filateli@postur.fo Í ársmappuni, sum verður seld fyri áljóðandi virði, eru øll ársins frímerki.