týsdagur 27. desember 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 248 - 27. desember 2005
Tíðin er komin til at bróta upp
um armar og fara til arbeiðis.
Tøl frá grannalondum
okkara vísa, at miðvíst
arbeiði ímóti ferðslu
óhappum og vanlukkum
fáa tølini at lækka. Tann
19. januar skipar Ráðið fyri
Ferðslutrygd fyri ráðstevnu,
har ferðslutrygdin verður
sett undir sjóneykuna
Ferðslutrygd
- Føroyar halta langt aftan
fyri hini Norðurlondini, tá
ið ræður um ferðslutrygd og
ferðsluvanlukkur, tí skipa
vit fyri hesari ráðstevnuni,
sigur forkvinnan í Ráðnum
fyri Ferðslutrygd, Rúna
Sivertsen, nú ráðið skjótt
hevur 30 ár á baki. Tað er á
sjálvum tríati ára degnum,
at ein ráðstevna um størri
ferðslutrygd verður í Norð
urlandahúsinum.
Málbólkurin til ráðstevnuna
eru fólk, sum hava ábygdina
av ferðslutrygdini í Føroyum
í breiðum týdningi. Tað vil
siga politikarar, embætisfólk
hjá landi og kommunum, eitt
nú tekniskar umsitingar, fólk
sum arbeiða við býar- og
bygdarplanlegging, fólk sum
arbeiða við vegagerð og so
framvegis. Onnur sum hava
áhuga fyri ferðslupolitikki, eru
sjálvandi eisini vælkomin
- Endamálið er, at øll skulu
fara útaftur frá ráðstevnuni
og hugsa um, hvussu tey
hvør í sær á hvør sínum
øki kunnu gera sítt til, at
ferðslutrygdin verður sett í
hásæti og ikki minst – hvussu
tey kunnu samstarva, sigur
Rúna Sivertsen.
Forkvinnan í Ferðslutrygd
hevur verið nógv frammi í
fjølmiðlunum í seinastuni,
har hon hevur fýlst á, at innan
nýggjar verkætlanir verður
í alt ov stóran mun hugsað
um nyttu og kostnað, meðan
ferðslutrygdin ikki verður
raðfest nóg ovarlaga.
Hon sigur, at øll grannalondini
kring Føroyar hava stungið út
í kortið eina ætlan um, hvussu
kann gerast fyri tálma høgu
tølunum í ferðsluóhappum og
vanlukkum. Hesar ætlanir hava
eisini virkað sambært tølunum
hjá grannalondunum, greiðir
Rúna Sivertsen frá.
- Tað sást aftur í tølunum
hjá okkum í Føroyum, at
ferðslutrygdin ikki verður
tikin í nóg stórum álvara, sigur
ein sera bersøgin forkvinna í
Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Hvørt ár fáa millum 60-
80 føroyingar til skaða í
ferðsluni, sum prosentvíst
er nógv hægri enn í granna
londum okkara.
Í tíðarskeiðinum 1997 -
2004 doyðu 31 í ferðsluni í
Føroyum. Tvey børn millum
0-14 ár, 17 ung millum 15
- 24 ár, átta vaksin millum
26 - 65 ár og fýra eldri fólk
yvir 65 ár.
Fjølbroytt skrá
Ráðstevnan byrjar við, at
Rúna Sivertsen býður væl
komin. Stevnan verður
sett av Bjarna Djurholm,
landsstýrismanni. So byrjar
sjálv ráðstevnan, har eitt
nú fyrilestur verður um,
hvussu ferðslutrygdin verð
ur sett í hásæti, tá bæði
minni og størri verkætlanir
skulu gerast – bæði innan-
og uttan fyri bygt øki.
Stjórin fyri Ráðnum fyri
Ferðslutrygd í Danmark,
René La Cour Sell fer at
tosa um nýggju skipanina
við klippikoyrikortunum,
sum fyri stuttum varð tikin
í nýtslu í Danmark. Eyðun
Andreassen, professari fer
eisini at halda ein fyrilest
ur undir heitinum: Ferðslu
mentan er meira enn bara
ferðslumentan. Sunnrid
Traðará, politistur, sum
sjálv hevur mist eitt barn í
ferðsluvanlukku, fer at tosa
um, hví lógararbeiðið er so
týdningarmikið, tá vit tosa
um ferðslutrygd. Umframt
hesi verða onnur viðurskifti
eisini á dagskránni og eitt
kjak undir heitinum: Hvat
nú? Tos ella álvaratos, sum
Óluva Zachariassen fer at
standa fyri.
Ráðið fyri Ferðslutrygd
hevur sett Nullhugsjónina
frammaliga á dagskránna
við ráðstevnuni, sum verður
tann 19. januar. Ráðið skipar
fyri ráðstevnuni í samstarvi
við felagið Synergi. Á heima
síðuni hjá Synergi ber til at
síggja alla skránna fyri ráð
stevnuna og at tekna seg.
Heimasíðan hjá Synergi er:
www.synergi.fo.
Føroysku tølini tala fyri seg
Rúna Sivertsen, forkvinna í Ferðslutrygd, hevur verið nógv frammi í fjølmiðlunum seinastu
tíðina, har hon hevur fýlst á, at innan nýggjar verkætlanir verður í alt ov stóran mun hugsað
um nyttu og kostnað, meðan ferðslutrygdin ikki verður raðfest nóg ovarlaga
Tíðindaskriv
Í 1998 tók Leivur Ejdes
gaard (1930-2000) úr
Oyndarfirði, sonur Jústinus
Ejdesgaard, abbasonur
Andrias Ejdesgaaard og
langabbasonur Jákup í
Garði á Eiði stig til eina
ættarveislu á Kambsdali
í Fuglafirði har góð
800 fólk, sum antin eru
beinleiðis ættaður úr Garði
á Eiði, ella sum eru gift við
fólki úr Garði, savnaðust. Í
allarfagrasta summarveðri
nutu hesi fólk eina løtu
saman við eini sterkari
kenslu av at hoyra til og
vera partur av eini stórari
familju. Ætlanin var, at
henda ættartalva skuldi
vera klár longu tá sum
prentlutur, hon hekk uppi
undir veisluni, so fólk
kundi fylgja við.
Arbeiðið við útgávuni kom
í drag og nú eru seinastu
súðirnar syftar, ættartalvan
er veruleiki. Kanska verður
hon dagført um nøkur ár
og kanska hittist familjan
aftur, tað velst um ny´ggjar
kreftir, yngri í ættarliðnum
vilja taka stig og nýta
kreftir. Nú er grundarlagið
lagt og tað eigur ikki at
vera stóri kunsturin hjá
komandi ættarliðum at
førta hetta víðari, soleiðis
at í dag ófødd av hesi
ætt, einaferð eiga pláss í
ættartalvuni.
Ættartalvan kostar 375
krónur, er at fáa í teimum
stóru
bókabúðunum
og annars fæst hon við
at venda sær til Bodil
Ejdesgaard í Oyndarfirði.
Hon er at hitta á telefon
444504 ella 447330.
Ejdesgaard
ættin á prent
Hvør ert tú?
Í TRYGD leggja vit størsta dentin á persónligar eginleikar
og hugburðin hjá tí einstaka starvsfólkinum. Harnæst
koma bókligu útbúgvingarnar og fakligi førleikin.
Søluráðgevi
· Tú hevur júst lokið ella ert í holt við seinasta partin av
einari miðnámsútbúgving
· Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt, samstundis sum tú
kanst samstarva og taka ábyrgd
· Tú ert í bestu árum, ert fyrikomandi og hevur lætt við at
seta teg í samband við fólk
· Tú ert málsøkin og opin fyri broytingum
· Tú arbeiðir skjótt, skipað og torir at taka avgerðir
· Tú hevur dyggan handilsligan sans og hevur eitt munagott
tænastu sinni
Vit bjóða
Uppgávurnar eru fjølbroyttar og avbjóðingarnar eru
nógvar. Høvið er sjálvsagt fyri framhaldandi, persónligari,
eins væl og fakligari menning í einum livandi umhvørvi.
Sum starvsfólk í TRYGD, verður tú partur av áhaldandi
menningini av felagnum og tær persónligu dygdir, ið tú
hevur við tær inn í felagið, koma at gera sítt til at TRYGD
gerst enn sterkari. Starvið verður sett og lønt eftir
serstøkum sáttmála. Arbeiðstíðin er yrkadagar, millum kl.
16.00 og 22.00
Umsóknir og starvsseting
Starvið ynskjast sett skjótast tilber, men vit eru eisini
sinnað at bíða eftir rætta viðkomandi. Skrivlig umsókn,
við curriculum vitae og tilhoyrandi skjølum, skal vera
okkum í hendi innan 15. januar 2006, skal sendast til:
P/F TRYGD
Att.: Ali Celebi
Gongin 7
Postboks 44
110 Tórshavn
Teldupostur: ace@trygd.fo
Trygd · Gongin 7 · Postboks 44 · FO - 110 Tórshavn · Tel. +298 35 81 00 · Fax +298 31 72 11
www.trygd.fo
Vilt tú verða við til vøkstur og menning?
TRYGD er eitt tryggingarfelag í vøkstri, og fyri at styrkja tænastuliðið, søkja vit eftir ungum
søluráðgeva.