Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-27, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. desember 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 248 - 27. desember 2005 3 Átta tingmenn hava verið á øllum 50 tingfundunum higartil í hesum tingárinum, og tveir tingmenn hava verið burturi frá tíggju ella fleiri ferðir UPPMØTING Í LØGTINGINUM Eirkur Lindenskov Hvørja ferð tað er tingfundur, eru í miðal tvey teirra, sum fólkið hevur valt at umboða seg í tinginum, ikki á fundi. Tað sæst í gerðabókini hjá Løgtinginum, sum finst á heimasíðuni hjá Løgtinginum. Síðani á Ólavsøku hava tað verið 50 tingfundir. Saml­aða talið av fráverum hevur verið 105. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað í miðal standa reiðiliga tveir stólar hjá tingmonnum tómir á hvørjum tingfundi. Tingmaðurin við flest frá­ verum er Sverre Midjord, sum er valdur á javnaðarlistanum í Suðuroy. Hann hevur ver­ ið burturstaddur í fjúrt­an av teimum 50 ting­fundunum. Næstflest frá­verur eigur Vilhelm Johannesen, sum er valdur á javnaðarlistanum í Norðoya valdømi. Hann hevur verið burtur í tíggju av teimum 50 tingfundunum. Tað vil siga, at fráveruprosentið hjá Sverra Midjord er 28, og at fráveru prosentið hjá Vilhelm Johannesen er 20. Á triðja og fjórða pláss­ in­um á listanum eru Poul Michelsen og Jákup Mikk­elsen ávikavíst úr Fólkaflokkinum í Suðurstreymi og Fólka­flokk­ inum í Norðoyum. Poul hevur verið burturstaddur níggju ferðir, og Jákup hevur verið burturstaddur átta ferðir. Átta tingmenn hava verið á øllum 50 tingfundunum. Teir eru tingmenninir í Eysturoy hjá Sambandsflokkinum Ed­mund Joensen, ting­for­ maður, og Alfred Olsen, javn­aðartingmenninir John Johannesen úr Suðurstreymi, Gerhard Lognberg úr Sandoy og Henrik Old úr Suðuroy, tjóðveldistingmaðurin í Eysturoy Tórbjørn Jacobsen, Anita á Fríðriksmørk, sum umboðar Tjóðveldisflokkin í Suðurstreymi, og Bill Just­ in­ussen, sum er tingmaður fyri Miðflokkin og valdur í Eysturoy. Tað vil við øðrum orðum siga, at fýra av teimum átta tingmonnunum, sum hava verið á øllum fundunum, umboða Eysturoy. Fimm tingmenn hava verið burturi frá ein ting­ fund. Tað kann fella ógvu­ liga illa hjá einum ting­ manni, sum eru burturi frá ein einstakan tingdag. Tað kann Hergeir Nielsen skrivað undir upp á. Síðani á Ólavsøku hevur hann verið á øllum tingfundum uttan 2. desember. Henda dagin var hann burturstaddur, og tað kostaði tríggjar tingfundir. Hetta var tann dagin, tá ið Jacob Vestergaard varð landsstýrismaður fyri Jógvan við Keldu, og tá ið tingið veik frá tíðarfreistini í sambandi við viðgerð av eykafíggjarlóg. Fleiri farloyvi Í fjúrtan førum hava ting­ menn biðið um farloyvi frá tingarbeiðnum. Tað hava teir gjørt sambært grein 63 í Tingskipanini. Har verður sagt, at “Eftir áheitan frá tingmanni kann tingið loyva honum farloyvi. Farloyvistíðin er í minsta lagi 10 dagar. Av­gerð tingsins verður tikin uttan umrøðu eftir munnligum tilmæli frá formanninum”. Og í øðrum stykki verður sagt, at “Varamaðurin leggur frá sær, tá ið tingmaðurin skrivliga sig­ ur formanninum frá, at hann møtir aftur á tingfundi, tó í fyrsta lagi 11. dagin eftir, at farloyvistíðin byrjaði”. Sverre Midjord, Marjus Dam og Høgni Hoydal hava tvær ferðir biðið um far­loyvi. Sum tað verður nevnt omanfyri, so er far­ loyvistíðin í minsta lagi tíggju dagar. Eitt farloyvi hava hesir tingmenn biðið um: Kári P. Højgaard, Páll á Reynatúgvu, Poul Michelsen, Andreas Petersen, Jenis av Rana, Heðin Zachariassen, Johan Dahl og Vilhelm Jo­hannesen. Hálvrunnið Tingárið man vera umleið hálvrunnið. Tað byrjar á Ólavsøku, og tað heldur fram til á Ólavsøku. Vanliga fer Løgtingið í summarfrí síðst í apríl ella fyrst í mai. Um einki óvanligt mál stingur seg upp, so kemur tingið ikki saman aftur fyrrenn á politiska nýggjárinum, sum sambært fornan sið, ið eisini er staðfestur í Stýrisskipanarlógini, er á Ólavsøku. Í fjør fór tingið til hús 14. mai, men 6. juli vóru tríggir tingfundir. Tað var møguleiki fyri streymsliti, og landsstýrið legði fyri tingið uppskot um at leingja sáttmálan millum SEV og Maskinmeistarafelagið. Fimm fundir vórðu hildnir henda dagin, og harvið fór samlaða fundartalið fyri síðsta tingár upp á 81. 20. desember í ár fór Løg­ tingið í jólafrí. Um sammett verður við í fjør, so kundi tað sæð út sum um, at talið á tingfundum verður hægri í ár, enn tað var í fjør. Tá ið tingið fór í jólafrí 17. des­ ember í fjør, hevði tingið havt 36 fundir. Higartil í hes­um tingárinum hevur Løgtingið havt 50 fundir. Fráverurnar Niðanfyri standandi uppgerð út frá gerðabókini hjá Løgtinginum vísir, hvussu nógvar tingfundir nevndu tingmenninir ikki hava verið á. Sum tað er nevnt aðra staðni á síðuni, so eru tað átta tingmenn, sum ongantíð hava verið burturi frá. Anfinn Kallsberg (6) Jákup Mikkelsen (8) Jógvan við Keldu (2) Vilhelm Johannesen (10) Mamy Dahl Sørensen (2) Karsten Hansen (2) Kjartan Joensen (3) Andreas Petersen (2) Kári P. Højgaard (1) Heðin Zachariassen (2) Ingi Olsen (1) Heidi Petersen (3) Olav Enemoto (1) Óli Breckmann (1) Poul Michelsen (9) Kaj Leo Johannesen (1) Lisbeth L. Petersen (6) Kristian Magnussen (3) Finnur Helmsdal (1) Høgni Hoydal (7) Jenis av Rana (3) Jørgen Niclasen (3) Marjus Dam (6) Páll á Reynatúgvu (2) Johan Dahl (3) Sverre Midjord (14) Hergeir Nielsen (3) Tveir tingmenn eru burtur hvørja ferð Átta tingmenn hava verið á øllum 50 tingfundunum. Teir eru John Johannesen, Gerhard Lognberg, Henrik Old, Edmund Joensen, Alfred Olsen, Tórbjørn Jacobsen, Anita á Fríðriksmørk og Bill Justinussen Mynd: Jens Kristian Vang