týsdagur 27. desember 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 248 - 27. desember 2005
– Nú verður umhugs
að at seta eitt serligt
arbeiðsmarknaðarráð,
sum skal umm
æla
umsóknir um
arbeiðs- og uppihalds
loyvi í Føroyum
Útlendingamál
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú ætlar lanndsstýrið at
leggja á annan bógv í útlend
ingamálinum.
Spurningurin um útlend
ingapolitikkin hjá føroying
um varð viðgjørdur á seinasta
landsstýrisfundinum fyri jól,
sum varð hildin umborð á
Smyrli.
Á tí fundinum fekk lands
stýrismaðurin í innlendis
málaráðnum grønt ljós
at broyta mannagongd í
sambandi við útlendingamál
ini.
Higartil hevur tað verið
so, at innlendismálaráðið
hevur viðgjørt allar umsókn
ir um arbeiðs- og uppi
haldsloyvi í Føroyum við
tí fyri eyga at geva danska
útlendingastýrinum eitt
ummæli um umsóknin skal
gangast á møti ella ikki.
Tað er síðani danska
útlendingastýrið, sum tekur
endaligu avgerðina, grundað
á tilmælið.
– Hetta hevur kravt rætti
liga nógva umsitingarliga
orku í innlendismálaráðnum,
sigur Jacob Vestergaard,
landsstýrismaður í innlendis
málaráðnum.
Samstundis hevur ætlanin
verið, at innlendismálaráðið
skuldi útgreininga alt útlend
ingamálið og at orða ein før
oyskan útlendingapolitikk.
Men tað hevur umsitingar
lig orka ikki verið til, tí
júst arbeiðið at ummæla
umsóknir, stjelur so nógva
arbeiðsorku frá umsiting
ini.
– Tað, sum landsstýrið
tískil nú ætlar, er, at leggja
umsitingina av útlend
ingamálinum
uttanfyri
innlendismálararáðið, so at
øll orka í ráðnum kann brúk
ast til arbeiðið at útgreina
útlendingamálið og at orða
ein føroyskan útlendinga
politikk.
Arbeiðsmarknaðurin
veit best
Jacob Vestergaard sigur, at
enn er ikki heilt greitt, hvør
so tað so skal vera, sum
skal ummæla umsóknir um
arbeiðs- og uppihaldsloyvi.
Frammanundan hevur løg
reglan ein part av viðgerðini
um hendi og spurningurin
er so, um meiri arbeiðið
skal leggjast á løgregluna í
hesum sambandi.
Men spurningurin um
ein umsókn um arbeiðs- og
uppihaldsloyvi skal gangast
á møti, ella ikki, er ógvu
liga nær tengt at støðini á
arbeiðsmarknaðinum.
Eitt, sum verður umhugsað,
er, at skipa eitt slag av
arbeiðsmarknaðarráðið, sum
skal ummæla umsóknir um
arbeiðs- og uppihaldsloyvi.
Jacob Vestergaard heldur,
at av tí at støðan á arbeiðs
marknaðinum hevur so stóran
týdning í hesum sambandi,
er tað natúrligt, at partarnir á
arbeiðsmarknaðinum verða
tiknir meiri upp í viðgerðina
av útlendingamálinum.
– Eitt arbeiðsmarknaðar
ráð við fakligum umboðum
fyri arbeiðsgevarar sovæl
sum løntakarar, og kanska
almannastovuna, ALS og
aðrar stovnar við, hevur til
eina og hvørja tíð rættiliga
góða føling við støðuni á
arbeiðsmarknaðinum.
Tey kunnu so altíð upplýsa,
hvussu veruliga støðan er
á arbeiðsmarknaðinum til
eina og hvørja tíð og eitt
tilmæli um arbeiðs- og uppi
haldsloyvi kann so verða
bygt á tað.
Jacob Vestergaard stað
festir, at tað kemur ofta fram,
at fólk fæst ikki til arbeiðis,
hóast tølini hjá ALS vísa, at
talan er um arbeiðsloysi.
– Tað kann vera ein ábend
ing um, at hagtølini hjá
ALS um arbeiðsloysi, ikki
spegla veruligu støðuna á
arbeiðsmarknaðinum. Men
eitt arbeiðsmarknaðarráð
kann hinvegin koma við
neyv ari upplýsingum, enn
tølini hjá ALS kunnu geva.
Tí er hugsandi, at eitt slíkt
arbeiðsmarknaðarráð verður
sett at ummæla umsóknir frá
útlendingum um arbeiðs- og
uppihaldsloyvi, sigur lands
stýrismaðurin í innlendis
málum.
Hann sigur, at beinanvegin
eftir nýggjár, verður farið í
holt við tað arbeiðið. Sam
stundis verður miðað eftir,
at arbeiðið at orða ein útlend
ingapolitikk skal verða
liðugt á ólavsøku.
Landsstýrið leggur á annan
bógv í útlendingamálinum
– Higartil hevur tað verið
innlendismálaráðið,
sum hevur ummælt
umsóknir um arbeiðs- og
uppihaldsloyvi. Men nú
er hugsandi, at eitt serligt
arbeiðsmarknaðarráð verður
sett at røkja ta uppgávuna,
sigur Jacob Vestergaard,
landsstýrismaður.
Nógv vitjaða føroyska
kjak síðan kjak.fo
varð í gjár álopin av
einum teldumaðki,
síðan verður vænt
andi ikki virkin aftur
í ár
Alnetið
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Tá vitjandi skuldu inn á væl
umtóktu kjaksíðuna www.
kjak.fo í morgun, komu á
lastar dyr, og boðini vóru,
at síðan hevur verið fyri
hakkara álopi ella onkrum
tílíkum og at arbeitt verður
við at fáa síðuna at rigga
aftur. Maðurin handan kjak.
fo Petur Kirke sigur við
Sosialin, at hann ikki heldur,
at nakað data er mist, sum er,
men hetta er ikki vist enn.
Síðan verður væntandi ikki
nýtilig aftur fyrr enn aftan á
nýggjár, sigur Petur.
Talan er um ein sokallaðan
teldumaðk, ið loypir á
heimasíðir, ið eru gjørdar
við skipanini phpbb, ið er
linuxskipanin, ið kjak.fo er
gjørd í. Hesin teldumaðkur
fór undir sína herjan fyrst í
desember, og eyðkenni er, at
hann leggur boðini “FUCK
YOU 0X1FE AND ALL
PEOPLE IN UR CHANNEL
;) FUCK BOTS, FUCK
BOXTALK HOPE ALL U
LAMERS GET BUSTED,
SOON I OWN U ALL!!!
Credits to sirh0t, nico (pussy
licker) and phpbb” Hesini
boðini fingu kjak.fo á sína
síðu í gjár.
Petur Kirke sigur, at tey
vilja tryggja sær, at tey ikki
missa nakað, tí nógv túsund
innlegg liggja á síðuni. Tí
hava tey heitt á phpbb.com
um at hjálpa við at bjarga
síðuni, og hetta kann taka
nakrar dagar.
Út við 1000 brúkarar brúka
kjak.fo, og síðan er vorðin
ein stórur partur av almenna
kjakinum í Føroyum.
Teldumaðkur gjørdi kál á kjak.fo