Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. desember 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 248 - 27. desember 2005  22. mars 2004 bjarg­ aðu kollfirðingarnir, Christian Christi­an­sen og Jens Joen­sen, Hans Magn­usi Hansen, sum hjálparleysur stóð uppi á stýrhús­rútinum á sokna báti sínum í ringum líkindum á Norðhavinum Bjarging Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Okkara størsta vónbrot hevði verið, um vit ikki megn­ aðu at bjarga Hans Magnusi Hansen. Tað var ikki lætt at fáa fatur á manninum. Vit gjørdu fyrst tvær mis­ eydnaðar royndir. Tað var ikki, fyrr enn vit gjørdu triðju royndina, at vit fingu fatur á honum. Umstøðurnar vóru ringar. Veðrið var vána­ligt við nógvari aldu og vrakið av bátinum, sum stóð steyrrættur í sjónum við gronini upp úr, gjørdi tað eisini trupult at sleppa fram at. Soleiðis greiddu Christian Christiansen og Jens Joen­sen frá í Sosialinum eftir bjargingina av Hans Magnusi. Christian og Jens vóru á veg aftur av útróðri á Norð­ havinum, tá ið Jens helt seg síggja okkurt í sjónum. Hóast teir mistu tað, hann hevði sæð, burtur aftur, sigldu teir kortini tann vegin eina løtu. Tá ið teir komu fram, vísti tað seg at vera vrakið av einum soknum báti. Teir sóu ikki mannin beinanvegin, tí stevnið á bátinum vendi ímóti teimum. Ikki fyrr enn teir snaraðu um vrakið, sóu teir, at neyðstaddur maður stóð uppi á framrútinum og hevði vundið fanglínuna um armin – línuna, sum sam­ an við Christiani og Jens gjørdist hansara bjarging. Virðisløn Fyrst í hesum mánaðinum fingu teir báðir, Christian og Jens, virðisløn frá Carne­ gi­es Belønningsfond for Helte­mod í Danmark fyri hesa bjarging. Virðislønin saman við diplomi, sum er dagfest 5. desember 2005, er 10.000 krónur í part. Christian Christiansen eigur 33 fót stóra útróðrar­ bátin, Elin C, og tá ið teir bjarg­aðu Hans Magnusi, høvdu hann og Jens Joensen róð út saman í umleið hálvt annað ár. Í dag siglir Christian sum avloysari við skeljabátinum, Norðheim, og Jens arbeiðir hjá Fiskiveiðieftirlitinum. Av tí, at Jens er staddur í Danmark í løtuni, og Christi­ an fer avstað aftur í dag, eydn­aðist okkum ikki at taka myndir av teimum báðum við diplomunum. Men vit hava so myndina, sum vit tóku stutt eftir bjargingina. Í diplomunum stendur, at grunnurin hevur veitt teimum hendan heiður fyri bjarging av manni undan drukning. Christian Christiansen sigur, at teir báðir fingu dipl­omini og virðislønina sendandi við postinum. Spurdur, um teir áður hava verið úti fyri at bjarga nøkrum á sjónum, sigur Christian, at tað hevur hann ikki, men hinvegin hevur Jens áður verið við til at bjargað einum manni í Grønlandi. - Hendan dagin, vit vóru á veg innaftur av Norð­ havinum, og Jens helt seg síggja okkurt í sjónum, var eingin annar bátur so nær sum vit. Sá Jens ikki vrakið av bátinum júst í teirri løtu, hann sá tað, dugi eg ikki at síggja, at Magnus hevði komið livandi frá hendingini. Hann var rættiliga illa fyri og orkaði nóg illa at siga nakað, tá ið vit fingu fatur á honum. Christian sigur, at ein annar bátur, sum eisini var á veg til lands hendan dagin, var norðrari á, men hevði neyvan sæð vrakið so lágt, sum tað fleyt í sjónum. - Tað var eitt Guds und­ur, at Hans Magnus varð bjarg­ aður. Eg trúgvi, at tað bara hevði snúð seg um minuttir, til hann ikki hevði orkað meira, sigur Christian. Steinpláta Men tað er ikki bara Carne­gi­ es Belønningsfond for Helte­ mod, sum hevur heiðrað teir báðar kollfirðingarnar fyri bjargingina. Tað hev­ur Bjargingarfelagið í Kolla­ firði eisini gjørt. - Fyri einum ári síðan vórðu vit bodnir til samkomu hjá Bjargingarfelagnum, sum handaði okkum hvør sína steinplátu. Hetta eru sera vakrar plátur, har eitt nú nøvnini á okkum og manninum, vit bjargaðu, eru graveraði. Christian sigur, at tað fløvar, tá ið slíkur heiður verður sýndur, men tað, teir gjørdu á Norðhavinum hendan dagin, var tað, sum ein og hvør hevði gjørt í slíkari støðu. - Okkara størsta vónbrot hevði verið, um vit ikki megnaðu at bjarga Hans Magnusi, tá ið vit sóu, hvussu vorðið var hjá hon­ um. Vit eru ógvuliga fegnir um, at hetta spældi so væl av undir teimum ringu um­støðum, ið vóru, sigur Christian Christiansen. - Eg sá onga sum helst vón um bjarg­ ing, men kortini vildi eg stríðast til tað seinasta. Meðan eg royndi at halda mær uppi á forrútinum, bleiv eg fleiri ferðir skolaður í havið, greiddi Hans Magnus Hansen frá Neyðstaddur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Undir ringastu umstøðum, ið hugsast kunnu, slapp Hans Magnus úr oljuklæðunum og tungu trygdarskónum, meðan hann stóð uppi á forrútinum á frambygda bátinum, sum var sokkin og stóð upp og niður í sjónum. - Sjógvur stóð um meg alla tíðina, og eg skolaði av fleiri ferðir. Luftin, sum sat í húsinum og helt gronini á bátinum uppi í vatnskorpuni og fanglínan, eg hevði fingið fatur á, vóru mín bjarging, til hjálpin púra óvæntað kom. Ongantíð áður havi eg verið so fegin um at síggja ein bát koma, sum hesaferð. Allir vøddar eru forstrektir, bæði í ørmum, bringu og beinum. Eg eri eymur um allan kroppin, og hálsurin er trekur, men sálarliga havi eg tað gott. Soleiðis greiddi Hans Magnus Hansen frá eftir hendingina á Norðhavinum, 22. mars 2004. Hann var á veg til lands í 29 fóts stóra útróðrarbáti sínum, Norðstjørnuni, tá ið hann fekk ein sjógv aftan tvørs, sum fylti bátin og tók hann niður við sær at kalla í einum. Báturin, sum var frambygdur, legði húsið í bakborðsíðu niður í sjógvin, fyltist við sjógvi og sakk eftir afturendanum. Inni í stýrhúsinum stóð Hans Magnus í oljuklæðum og tungum trygdarskóm, sum eru forstyrktir við jarni. - Her var eingin sum helst tíð til umhugsunar. Eg kavaði út úr húsinum, sum eg stóð og royndi at koma upp til vatnskorpuna. Báturin líkasum snaraði sær á og lá við fremra part­­inum av kjølinum uppi í vatnskorpuni. Eg var so heppin at fáa fatur á fanglínuni, sum var fest í framstavnin og fekk lest meg uppeftir. Lá línan í øv­utum borði, hevði eg ikki fingið fatur á henni, men línan meir at kalla rak til mín. Báturin stóð nú at kalla steyrrættur upp og niður í sjónum og fleyt í vatnskorpuni av luftini, sum var inni í húsinum.  Undir ringast hugsandi um­støðum, bjargaði Hans Magnus sær uppá forrútin á bátinum, meðan hann alla tíðina helt í fanglínuna. Nógvur sjógvur stóð um hann, og viðhvørt var hann omaná vatnskorpuni og viðhvørt var hann undir Tað var undir hesum um­støðum, at hann slapp úr oljuklæðunum og tungu trygdarskónum. - Tíbetur hevði olju­ troyggj­an knappar, soleiðis at eg fekk hálað knapparnar upp og smoygt troyggjuna av mær. Eg sá onga sum helst vón um bjarging, men kortini vildi eg stríðast til tað seinasta. Meðan eg royndi at halda mær uppi á forrútinum, bleiv eg fleiri ferðir skolaður í havið. Eg stríddi meg uppá aftur. Alt gekk so skjótt fyri seg. Tankin, at fáa fatur á onkrum at bjarga mær á, streyfaði. Nógv fleyt rundan um meg í sjónum, og eg sá eitt nú ein tóman fiskakassa fara eftir sjónum. Eg avgjørdi tó at halda meg til fanglínuna og stríddist alt, eg orkaði, men kendi skjótt á mær, at orkan fór úr kropinum. Eg sá einki uttan um meg, og visti, at eingin vón var um bjarging. At hetta var mín seinasta løta, var eg ikki í iva um. So vónleysar vóru um­­støð­ urnar hjá Hans Magnusi, tá ið útróðrar­bát­urin, Elin C við monnunum, Christiani Christiansen og Jens Olsen, kom fram á hann. - Eg havi ongantíð verið so glaður fyri at síggja ein bát koma ímóti mær, sum hendan dagin, tá ið øll vón var úti, segði Hans Magnus Hansen, tá ið Sosialurin tosaði við hann morgunin eftir hendingina. - Ivaðist ikki í, at hetta var mín seinasta løta - Eg havi ongantíð verið so glaður fyri at síggja ein bát koma ímóti mær, sum hendan dagin, tá ið øll vón var úti, segði Hans Magnus Hansen Mynd: Maria Olsen Heiðraðir fyri bjarging av neyð- støddum manni á Norðhavinum - Tað var eitt Guds undur, at Hans Magnus Hansen varð bjargaður á Norðhavinum hendan dagin. Eg trúgvi, at tað bara hevði snúð seg um minuttir, til hann ikki hevði orkað meira, sigur Christian Christiansen. Nú hevur hann saman við Jens Joensen fingið heiðurbræv og peningagávu fyri bjargingina Mynd: Vilmund Jacobsen