týsdagur 27. desember 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 248 - 27. desember 2005
Nú tilgongdin at
skipa føroyskar
útbúgvingar í tráð við
altjóða leist er byrjað,
er vert at kveita at
nýggju føroysku
Sjúkrarøktarfrøði
útbúgvingini.
Framskygni og vakin
eygu hava gjørt sítt
til, at útbúgvingin
nú ikki bara fylgir
altjóða krøvum, men
eisini er á hægri støði
enn tann danska
Útbúgving
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Í fyrispurningi til Jógvan
á Lakjuni undraðist løg
tingskvinnan Annika Olsen
herfyri á, at Føroyar ikki
formliga eru ein partur av
sokallaðu Bologna avtaluni
frá 1998. Heili 45 lond eru
nú við í hesi avtaluni, sum
ásetur felags krøv til hægri
útbúgvingar í Europa. At
Føroyar ikki eru partur av
avtaluni kann hava við sær,
at útbúgvingar, tiknar í Føroy
um, ikki verða góðkendar í
altjóða høpi.
Í svarinum til Anniku
Olsen ásannar mentamála
ráðharrin, at tíðin nú tyk
ist at vera búgvin til at
Føroyar formliga fara upp
í Bolognatilgondina. Hvørj
um bíða hevur verið eftir,
tykist heldur ógreitt, eins og
lítið ítøkiligt varð at frætta
um, nær hendan yvirlýsing
kemur at galda fyri hægri
útbúgvingar í Føroyum sum
heild.
Væl fyrireikað
Hvussu stóran týdning tað
hevur at skipa føroyskar
útbúgvingar í tráð við
Bolognayvirlýsingina ásann
aði forkvinnan í Felagnum
Føroyskir sjúkrarøktarfrøð
ingar, Jana H. Dalsgaard,
longu í 2001, tá farið varð
undir at broyta sjúkrarøktar
frøðingaútbúgvingina.
Jana H. Dalsgaard hevði
frá byrjan sett seg væl inn
í Bolognaásetingarnar og
tók alt fyri eitt stig til, at
felagið fekk eitt umboð
við í nevndina, sum skuldi
arbeiða við at gera nýggja
lóg um útbúgving av
sjúkrarøktarfrøðingum.
Hetta nettupp fyri at
tryggja sær at nýggja
útbúgvingin kom at fylgja
Bolognaásetingunum og eitt
nú ikki gjørdist enn eitt kopi
av donsku útbúgvingini,
sum ikki fylgir hesum áset
ingum. Fyri donsk sjúkra
røktarfrøðilesandi hevur
hetta millum annað við sær,
at tey ikki frítt kunnu flyta
ímillum útbúgvingar og ikki
kunnu fara undir beinleiðis
víðari lestur.
Altjóða støði
Nú tilgongdin at skipa aðrar
útbúgvingar í Føroyum eft
ir Bolognaleisti er byrjað
vil Jana avgjørt mæla til,
at umboð frá sjálvum læru
stovninum og fakøkið eru
við frá byrjan.
- Tað var heilt avgerandi
fyri okkum, at bæði skúlin
og fakfelagið fingu fyrsta
hondsinnlit í hetta arbeiðið
frá byrjan. Ein nevnd, sum
bara er mannað av embætis
fólki hevur jú ikki somu
bakgrund, men aðrar treytir
at arbeiða út frá. Tað skal
tó sigast, at nýggja útbúgv
ingin er úrslit av sera góðum
samstarvi við Mentamála
ráðið, sigur Jana.
Nýggja sjúkrarøktarfrøði
útbúgvingin hevur Bachelor
heitið og er skipað eftir teim
um sokallaðu ECTS stigun
um, ið er ein altjóða mátieind
fyri fakstøddina. Jana vísir á,
at tað er sera umráðandi, at
útbúgvingarstovnurin, sum
stendur fyri broytingum, ger
sær púra greitt, hvat hendan
altjóða stigaskipan merkir,
og hvønn týdning hon hevur
fyri altjóða samstarv við
aðrar útbúgvingar. Við 240
ECTS stigum er føroyska
sjúkrarøktarfrøðiútbúgving
in ikki bara hægri enn tann
danska. Hon lýkur eisini øll
ES direktiv á hesum øki,
soleiðis at føroysk sjúkra
røktarfrøðilesandi kunnu
taka partar av útbúgvingini
á øðrum skúlum í Europa.
Hartil kunnu tey eftir lokn
að útbúgving fara bein
leiðis undir víðari lestur,
umframt at tey fáa gransk
ingarførleika.
Hjartamál
Jana dylur ikki yvir, at
tað hevur verið hennara
hjartamál at skipa ein før
oyska Bachelor útbúgving í
sjúkrarøktarfrøði, sum lýkur
altjóða krøv. Hon ivast heldur
ikki í, at ein av orsøkunum
til, at tað eydnaðist so væl,
er at umboð fyri fakið
bæði hava verið framsíggin
og fylgt væl við í tí, sum
hendir á økinum aðrastaðni.
Í hesum sambandi hevur tað
verið ein fyrimunur at vera
eitt lítið samfelag, sum altíð
kemur eitt sindur aftaná,
heldur hon.
- Júst tað, at vit koma
aftaná gevur okkum ofta
møguleika at taka tað besta
við frá øðrum, og læra av
teirra møguligu feilum.
Soleiðis var eisini í hesum
føri, sigur Jana.
Heldur enn at ganga í
hølinum á tí, sum hendi í
Danmark, vendu Jana og
hini umboðini frá útbúgv
ingini eyguni móti Íslandi,
sum hevur meir enn 20 ára
royndir í at útbúgva sjúkra
røktarfrøðingar á Bache
lorstigi. Við íblástri og veg
leiðing frá Íslandi er tað
tískil eydnast at skipa eina
føroyska útbúgving á føti við
ta bestu í Norðurlondum og í
tráð við upprunaliga ynski frá
sjúkrarøktarfrøðingunum.
Sjúkrarøktar
frøðiskúlin
gongur á odda
Longu í 2001 tók forkvinnan í Felagnum
Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Jana H.
Dalsgaard, stig til at tryggja, at nýggja
føroyska sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin
kom at fylgja altjóða krøvum til hægri
útbúgvingar