Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. desember 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 248 - 27. desember 2005  Dalur: Tað var mestsum um somu tíð at tað hendi: Løgtingið játtar pening til tunnil til Dals, og at dal­ bingar enn einaferð fingu staðfest, hvussu vandamikið vegasamband teirra við um­heimin er. Løgtingið hevur annars samtykt at játta 7 mió. kr. næsta ár til at gera ein tunnil til bygdina. Og hetta man – fyri dalbingar og sand­ oyingar annars – eisini vera upp á tíðina. Tað er ikki dagur, at ikki steinur liggur á vega­ strekkinum millum Dal og Húsavík, og fyri fólkið í Dali man tað tykjast ørkymlandi at tey annaðhvørt sjálvi, ella eru noydd at senda børn síni av bygdini til meg­in­ skúlan. Fyrrapartin fríggjadagin var aftur eitt skriðulop á vegastrekkinum. Men tí­betur kom heldur eingin til skaða hesaferð. Nær arbeiðið uppá tunn­ il­in fer at byrja er enn ógreitt, tí enn eru bert tær inn­leiðandi kanningarnar farnar í gongd. sb. Fíggjarlóg: - Kanningarnar eru lidnar, og tí var rætt at fara undir at gera henda tunnilin til Dals, segði An­finn Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini við út­varpið undan jólum. Undir fíggjar­lógar­við­gerð­ ini fyri 2006 gjørdi nevndin av, at sjey milliónir krónur skulu nýtast til ein tunnil til Dals komandi ár, hóast Vinnumálaráðið ikki metir tíðuna vera ta røttu júst nú. Av tí sama fyriliggur eing­in verklagslóg, eingin heild­ar­ meting, eingin tíðarætlan og eingin leistur fyri, hvør skal gera arbeiðið ella hvar peng­arnir, tilsamans 100 milliónir krónur, skulu finnast. Anfinn Kallsberg nevndi annars tríggjar tunnils-verk­ ætl­anirnar, ið skulu setast í verk. Tær eru tunnilin til Dals, tunnil til Tjørnuvíkar um­framt ein tunnil í Svínoy. Av hesum er Dalstunnilin, sum er mettur at kosta um­leið 100 milliónir krónur, fremstur í røðini. sb. Æðuvík: Flestum kunnug so hevur fólkið í Æðuvík veruliga tikið sær fyri at gera hesa lítlu, men kortini hugnaligu bygdina til eina sanna jólabygd. Nógv fólk hava longu lagt sær leiðina hagar fyri at uppliva og síggja, hvussu jólalig henda bygdin í roynd og veru er. Tey flestu hava bert hugs­ að um hetta eina, men kanska onnur hava varnast, hvussu gott tað er at koyra til Æðuvíkar – og hvør mun­ur tað er í ár í mun til í fjør. Landsverk er nevniliga í ferð við at breiðka part­ ar av hesum smala og ótíð­arhóskandi vega­strekk­ inum, úr 3 upp í 5-6 metrar breidd. Her var í fyrstu syftu ar­beitt við einum 250 metr­ ar longum vegastrekki, sum nú er liðugt. Men óhugsandi er ikki, at ein fer at halda fram á somu kós í framtíðini. sb. Dalsvegurin verður avloystur av tunli Dalsvegurin er ikki altíð eins tespiligur at koyra eftir. Tað fekk ein bussførari at sanna beint undan jólum (savnsmynd) Breiðkaður vegur til jólabygdina - Her norðuri er ikki so nógv koyring við lastbilum í løtuni, og tí mugu vit venda eygum okkara til onnur støð, m.a. Eysturoynna, sigur klaksvíkingurin, Johan Hávarsá, sum hevur koyrt nógv lastbil Lastbilar Orð/mynd: Snorri Brend Haraldsund: Tað er bítandi kalt uttanfyri – frost og norð­ anvindur. Og tað er eisini kalt innanfyri. Men kuldin tykist ikki nerva teir tríggjar menninar, sum henda dagin eru til arbeiðis í einum verkstaði niðri við havnalagið í Har­ aldsundi. Teir tríggir arbeiða allir í lastbilafyritøkuni hjá Janusi Poulsen í Klaksvík. Og hann er sjálvur triði til arbeiðis henda dagin. Saman við honum eru Johan Hávarsá og Sverri Danielsen í ferð við at um­væla ein av lastbilunum í fyritøkuni. Lastbilarnir hava havt úr at gera í samband við arbeiðið at gera Norðuatunnilin, men nú er so liðugt við tí. Ein onnur avbjóðing ligg­ur nú fyri framman – ein avbjóðing, sum teir í roynd og veru sjálvir hava verið við til at skapa: Nevniliga at fara undir last­bilakoyring hinumegin Norðoyatunnilin. Jú, vit ætla at fara út í Eysturoynna at taka kapp­ ingina upp við teir, sigur Johan Hávarsá. Fyritøkan eigur í løtuni bæði lastbilar, dumparar og ein kranabil. Slitasja Henda dagin vit vitjaðu verk­stað teirra, sum heldur til í leigaðum bygningi í Har­ aldsundi, arbeiddu teir allir uppá ein motor í tí eina av lastbilunum. Hóast kuldan, so var einki til hindurs fyri at halda hitan í teim tjúkku ar­beiðsdraktunum. Haraftrat var nóg mikið at takast við, tí arbeiðið var umfatandi. Bilarnir hjá teimum hava koyrt nógv í sambandi við tunnilsgerðina, og tað hevur sjálvandi slitið upp á teir. Vit taka bilarnar inn so­hvørt og tá fáa teir so gjørt og umvælt tað, sum gerast skal. Hetta gongur líkasum uppá skift, tí vit kunnu ikki hava allar inni samstundis. Tað má altíð vera onkur sum er úti og koyrir. Vit skulu jú eisini fáa pengar inn, greiðir Johan frá. Onnur øki Arbeiðið við Norðoya­tunn­ ilin er nú um at vera liðugt, og skjótt verður koyrandi undir Leirvíksfirði. Nógvir lastbileigarar í Norðoyggjum og í Klaksvík hava havt úr at gera, men nú eru fleiri teirra farnir at selja bilar burturav, tí minni er at gera í løtuni. Men tað eru kortini aðrir sum framvegis vilja hava lastbilarnar koyrandi. Teirra millum er Janus Poulsen. Vit fara at royna at sleppa upp í ymisk arbeiði bæði her í Norðoyggjum, men ikki minst í Eysturoynni. Hetta er næstan neyðugt, tí her norðuri er ikki so nógv arbeiði beint nú, staðfestir Johan. Ein nýggj avbjóðing hinumegin tunnilin Teir klára sum einki at halda hitan í kuldanum – vm. Johan Hávarsá og Janus Poulsen og fremst Sverri Danielsen Æðuvík er ein lítil, men kortini hugnalig bygd. Nú kann hon enntá prýða seg við heitinum ”jólabygdin” Tríggir tunlar aftrat