Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. desember 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 248 - 27. desember 2005 UTTAN ÚR HEIMI Rýma úr kirkjuni Síðani kirkjan í Svøríki varð skild sundur frá statinum fyri fimm árum síðani, hevur hon mist umleið 300.000 limir. Í 1999 t.v.s. árið fyri skilnaðin ímillum stat og kirkju vóru 83,5 prosent av svenska fólkinum limir í fólkakirkjuni, men í dag er hetta talið minkað niður í 78,3 prosent, skrivar Politiken. Sambært teimum kønu hevur kirkjan ikki megnað at sannføra fólk um, at tað er rætt at vera limur í henni, og harafturat eru tað summi, sum taka seg burtur úr av fíggjarligum ávum. Ingrid Andersson, sum er kunningarleiðari hjá kirkjuni, sigur við Politiken, at kirkjan hevur eisini fingið nýggjar limir og serliga hetta seinasta árið. Orsøkina heldur hon vera, at svenska kirkjan gekk undan í atfinningunum at stjórnini aftan á flóðalduvanlukkuna í Suðurasia, og at kirkjan eisini hevur verið sera íðin at finnast at inn­ flytarapolitikkinum hjá stjórnini. Kortini ásannar Ingeid Andersson, at nógv fólk rýma úr kirkjuni. -Tú kanst siga, at næstan øll, sum doyggja í dag, eru limir í kirkjuni, samstundis sum bara sjey av hvørjum tíggju børnum verða doypt í kirkjuni, sigur hon við Politiken. Myrdi allar døturnar Tann 25 ára gamla pakistanska kvinnan Muqaddas Bibi valdi at gifta seg við einum øðrum manni enn tí, sum pápi hennara hevði valt henni. Tað skuldi hon ikki havt gjørt. Í síðstu viku kom pápi hennara á løgreglustøðina og boðaði frá, at hann hevði beint fyri Muqassas Bibi og hinum trimum døtrunum. Hann greiddi frá, at hann hevði boðið teirri elstu systrini at vitja, og tá tær vóru farnar til songar, hevði hann sníkt seg inn í kamarið og beint fyri øllum fýra, teirri 25 ára gomlu Muqaddas, 12 ára gomlu Bano, átta ára gomlu Sumera og seks ára gomlu Humera. Mannarættindafelagsskapir hava leingi kært seg um, hvussu lítil rættindi kvinnur hava í Pakistan, og Pervez Musharaf, forseti, hevur alment sagt, at hann er ímóti, at kvinnur verða myrdar, tí tær sýta fyri at halda gamlar siðir í sambandi við hjúnarlag. Men orð hansara hava lítla og onga ávirkan havt, og sambært felagsskapinum Human Rights Watch hava um­leið 750 pakistanskar kvinnur larið lív teir seinastu átjan mánaðarnar, tí tær valdu at gifta seg við øðrum manni enn tí, sum familjan ætlaði. Felagsskapurin sigur eisini, at kvinnur verða ofta giftar burtur sum eitt slag av gjaldi, tá tvær ættir skulu loysa onkra ósemju. Óheppin gongd Í mong ár hava fólk í Kanada kunnað fegnast um, at har hava verið munandi færri morð enn í grannalandinum USA, men í ár er vend komin í. Tað er serliga í stórbýnum Toronto, at tað hevur gingið tann skeiva vegin. Higartil í ár hava 78 morð verið í býnum. Í 52 førum hevur drápsmaðurin ella-kvinnan brúkt vápn, og tað er tvær ferðir so nógv sum í fjør. Kanadiska løgreglan ger alt, sum gerast kann, fyri at forða fyri, at støðan skal gerast sum í USA, og Paul Martin, forsætisráðharri, hevur tikið gongdina upp sum eitt evni í valstríðnum upp undir tjóðartingsvalið, sum verður um fýra vikur. Eitt nú hevur hann sagt, at hann er sinnaður at banna fólki av hava hondvápn, sleppur hann at halda fram sum stjórnarleiðari. Tað seinasta morðið í Toronto var annan jóladag, tá ein ung kvinna bleiv skotin. Løgreglan sigur, at tað var ein ungur maður, sum skeyt hana, og at hann er tikin. Ríkmaður deyður Kerry Packer, sum átti avstralsku fjølmiðlafyritøkuna Channel Nine og fleiri sjónvarpsstøðir, doyði annan jóla­ dag. Hann var 68 ára gamal. Kerry Packer byrjaði sítt fjølmiðlavirksemi við kvinnu­ blaðnum „Women’s Weekly“, og nú hann doyði., átti hann umleið 60 prosent av øllum bløðum og tíðarritum, sum koma út í Avstralia. Hetta virksemi hevur kastað so nógv av sær, at sambært Forbes-tíðarritinum var hann nummar 94 í yvirlitinum yvir heimsins ríkastu menn. Harafturat var hann ríkasti maður í Avstralia. Kerry Packer doyði í heimi sínum í Sidney eftir drúgva krabbameinssjúku, skrivar tíðindastovan AP. Tann seinasti min­utt­ ur­in nýggjársaftan verður longri enn hinir Tíðin Árni Joensen: fartekst@mail.dk Tað ljóðar kanska sum skemt, menn satt er tað, at tann seinasti minutturin í árinum verður heldur longri enn hinir minuttirnir. Fyri at siga tað neyvari, so verður ársins seinasti min­uttur 61 sekund og ikki 60 sum allir hinir. Tað merkir, at tær sokallaði atom­isku klokkurnar á rann­ sóknarstovum kring heimin fara at vísa 23.59.59 og síð­ ani 23.60.60 heldur enn at fara beinleiðis á 00.00.00. Tað er vísindin, sum hev­ ur gjørt av at leingja tann seinasta minuttin eitt sekund, og tað skal gerast fyri at fáa samsvar ímillum klokkuna og ringrásina hjá Jørðini, skrivar Reuter. Hetta er annars ikki fyrstu ferð, at hetta verður gjørt. Í 1972 og í 1999 varð árið longt eitt sekund. Vísindafólkini siga, at í framtíðini verður tann seinasti minutturin kanska 59 sekund okkurt ár, men higartil hevur vísindin altíð valt at bíða og so at leggja eitt sekund afturat av og á. Í londunum í Suður­ asia savnaðuist fólk í túsundatali annan jóladag at minnast tey, sum doyðu í flóð­ alduni fyri einum ári síðani Flóðaldan Árni Joensen: fartekst@mail.dk Eingin veit við vissu, hvussu mong doyðu, tá tann stóra flóðalda skolaði inn yvir strendurnar í Indonesia, Teilandi, India, Sri Lanka og aðrastaðni annan jóladag í fjør. Tey almennu tølini siga, at umleið 240.000 fólk doyðu. Meinast raktur var landsparturin Aceh í Indonesia, og har vilja myndugleikarnir vera við, at 170.000 lótu lív. Av teimum umleið 5.400, sum doyðu í Teilandi, vóru næstan helmingurin útlendsk ferðafólk, og á ársdegnum nýttu mong avvarðandi høvi at fara til Teilands at minnast tey. Í fleiri londum skipaðu myndugleikar og felagsskapir eisini fyri minningarhaldi til minnis um tey, sum doyðu. Eitt nú skipaði Reyði Krossur í Danmark fyri minningarhaldi í Helligåndskirken í Keyp­ mannahavn fyri at minnast danirnar, sum doyðu í flóð­ alduni. Millum teirra, sum vóru til minningarhald í Khao Lak í Teilandi, var tann 11 ára gamla enska gentan Tilly Smith. Hon var eisini har annan jóladag í fjør og gjørdist kend um allan heimin, tí tað eydnaðist henni at ávara fólk, tá flóðaldan kom skolandi inn ímóti landi. Sagt varð, at hennara ávaring hevði bjargað nógv­ um mannalívum. Mintust flóðalduna 11 ára gamla Tilly Smith las eina yrking undir minningarhaldinum í Khao Lak annan jóladag Í ár skulu vit bíða eitt sekund eftir tí nýggja árinum Síðsti min­utturin í ár verður 61 sekund