Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. desember 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 248 - 27. desember 2005 9 Løgtingsformaðurin harmast um, at lands­stýrið aftur nú uppundir jól legði Løgtingið undir trýst við at leggja alt ov nógv mál fram í síðstu løtu Tingarbeiði Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Landsstýrið eigur at fáa betri tamarhald á sínum við­ ur­skiftum. Tað heldur Edmund Joen­ sen, løgtingsformaður. Hendan tingsetan hevur nú vart eitt hálvt ár og ting­ ið er farið í jólafríð til 31. januar. Løgtingsformaðurin held­ ur, at tingarbeiðið hevur ging­ið rættiliga væl. Men hann harmast um, at landsstýrið heldur ikki í ár megnaði at leggja síni upp­skot fyri tingið í ein­ um jøvnum streymi, so at Løgtingið fekk betri um­støð­ ur og betri stundir at viðgera hvørt einstakt mál. – Tað hevði gjørt dygdina í lógararbeiðnum betri, stað­ festir hann. – Aftur í ár hendi tað, at landsstýrið legði ein hóp av málum fyri Løgtingið beint uppundir evstamark. Hann sigur, at tað leggur Løgtingið undir stórt trýst fyri at avgreiða øll málini. Langtíðarætlanin miseydnaðist Edmund Joensen vísur á, at í Ólavsøkurøðu síni legði Løgmaður eisini fram at lista við lógum, sum ætlanin var at leggja fyri løgtingið. – Vit royndu at leggja ein langtíðarætlan, so at upp­ skotini kundu verða løgd fyri tingið í einum jøvn­ um streymi. Men tað mis­ eydnaðist, tí aftur í ár hendi tað, at tann stóra rúgvan av uppskotum kom ikki fyrrenn til seinast, beint uppundir evstamark. Edmund Joensen sigur, at tað verður neyðugt hjá landsstýrinum at leggja ar­beiðið betri til rættis, so at uppskotini kunnu koma í eini javnari streymi. – Tað gerst bert um lands­ stýrið fær betri tamarhald á sínum viðurskiftum, men har er tað tann yvirskipaða samskipanin, sum má verða betri. Hinvegin sigur, at tá ið upp­skotini ananrs eru løgd fyri tingið, gongur rættiliga væl at fáa tey avgreitt í tingi­ num. – Takið er at fáa uppskotini frá landsstýrinum og tað er her, tað haltar. Afturvendandi trupulleiki Kortini ásannar hann, at hetta er ikki ein nýggjur trupul­leiki, tí hetta hevur ver­ ið ein afturvendandi trupul­ leiki í nógv ár. Og hann hevur eisini eina meting av, hví løgtingið og landsstýrið koma í hesa støðuna ár eftir ár. – Eg kundi hugsa mær til, at tað er ein politiskur trupulleiki, sum ger seg gald­andi. Í politikki verða nógv mál tengd saman, har politikarar gera neyðsemjur soleiðis, at fáa teir nakað av sínum ígjøgnum, góðtaka teir eisini, at onkur annar fær nøkur av sínum málum ígjøgnum og soleiðis verða málini mangan tengd saman, so at onki verður góðtikið, fyrrenn alt verður góðtikið. – Mangan er talan um kabalir, sum skulu fáast at ganga upp og tí sita lands­ stýrismenn og bíða eftir hvørjum øðrum og so kemur alt ísenn. Talan er um eitt fløkt, politiskt pusslispæl, sum skal fáast at ganga upp. Tað kann vera tórført og so endar tað við, at málini koma ikki fyrrenn til síðst, tá ið allir brikkarnir eru fingnir at liggja, sigur Edmund Joen­ sen. Fyrispurningarnir fjølgast Men hann heldur, at tað hevði tænt øllum pørtum, at fingið uppskotini í eini javnari streymi, tí tað hevði eisini givið umsitingini betri møguleika at raðfest sína arbeiðsorku, um hon visti, nær tey ymsu málini skulu verða klár. Annars hevur hetta sein­ asta hálvárið gingið sum vanligt, kanska hava upp­ skot­ini, sum eru løgd fyri ting­ið, enntá verið heldur færri enn tey plagdu, sigur løg­tingsformaðurin. Hinvegin ásannar hann, at talið á fyrispurningum bara veksur og veksur. – At seta lands­stýris­monn­ um fyrispurningar í ting­in­ um er eitt ógvuliga hent am­boð hjá løgtinginum í ar­beiðnum at halda eyga við landsstýrinum. – Men viðhvørt kunnu vit kortini hava varhugan av, at tað verður nakað nógv gjørt av og at fyrispurningarnir verða meiri brúktir til polit­ iska profilering heldur enn at fáa kunning um eitt ávíst mál. – Ætlanin við fyri­spurn­ing­ um var at seta stuttar spurn­ ingar og fáa stutt svar, men viðhvørt verða spurningar reistir fyri at fáa eitt veruligt orðaskiftið og tað var ikki upprunaliga endamálið. – Men soleiðis er tað væl í politikki, leggur løgtings­ formaðurin afturat. – Fær Føroya Løg­ ting eina átalu frá Amnesty Inter­natio­ nal, er tað sjálvsagt keðiligt, men eg haldi, at føroyingar síggja øðrvísi upp á tað, sigur løg­tings­ formaðurin Føroya Løgting og samkynd Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Øll fólk skulu vera væl­kom­ in í Føroym og føla seg væl her. Eisini tey samkyndu. Tað sigur Edmund Joen­ sen, løgtingsformaður. Hann heldur, at kjakið um tey samkyndu fær ov nógva rúmd í Føroyum tí hann held­ur ikki, at tað liggur til før­oyingar at happa fólk, fyri tað um tey eru øðrvísi. Sostatt heldur hann ikki, at trupulleikin er so stórur, sum kjakið kundi givið fólkið fat­ anina av, at hann er. Kortini skerst ikki burtur, at seinastu tíðina hevur kjak­ ið um tey samkyndu litað almenna orðaskiftið og tað endaði við, at Amnesty Inter­ national vendi kikaran ímóti Føroyum og boðaði frá eini reaktión ímóti føroyingum. Samstundis mæla kend fólk í Danmark til, at farið verður til dómstólarnar við málinum og um neyð­ ugt, heilt til altjóða manna­ rættindadómstólin. Hetta hendi, tá ið Løg­ tingið feldi uppskotið, sum Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk løgdu fyri Løgtingið um, at tað skuldi vera bannað at gera mismun á fólki vegna teirra seksuellu orientering. Sær øðrvísi út í føroyskum brillum Tað er ikki á hvørjum degi, at Amnesty International setir kikaran á eitt norðurlendskt, fólkavalt ting. Og Edmund Joensen, løgtingsformaður, heldur, at endar tað við, at Føroya Løgting fær eina átalu frá Amnesty International, er tað sjálvsagt harmiligt. Men kortini heldur hann, at føroyingar síggja øðrvísi uppá hesi viðurskifti. – Úr einum føroyskum sjón­arhorni sær málið ikki so­leiðis út, sum tað sær út í brillunum hjá teimum út­lendingum, sum hava sagt sína áskoðan um hetta. – Í Føroyum gera vit ikki mismun á fólki og vit happa ongan. Tað hava vit bundið okkum til við lóg og tann lógin umfatar eisini tey sam­ kyndu. Løgtingsformaðin vísir í hesum sambandi á, at vit hava longu samtykt ST-samtyktina um mannarættindi. – Ì hesum sambandi hava vit bundið okkum til ikki at gera mismun á fólki. Tað er lógarásett at tað skulu vit ikki gera og tað er galdandi fyri øll, eisini tey samkyndu. Sostatt hava vit eina yvir­ skipaða lóg sum sigur, at í Føroyum skal ongin happast, heldur ikki tey samkyndu. Løgtingformaðurin held­ ur, at av tí, at vit hava eina yvirskipaða lóg, eru flestu føroyingar av teirri áskoðan, at tað er skeivt at taka ein einstakan bólk burturúr øll­ um og at gera serlógir fyri tann bólkin- í hesum føri tey samkyndu. – Tað fer at gera viður­skift­ ini óneyðuga fløkt. Taka vit ein bólk burturúr og gera ser­lógir fyri tann bólkin, hvat so við øðrum, sum eru øðr­vísi upp á aðrar mátar. Tað finnast nógvir bólkar, sum víkja frá tí vanliga og skulu vit so gera serskipanir fyri hvønn einasta bólk, spyr Edmund Joensen. Hann heldur, at koma vit inn á ta sporið, er ikki til at siga, hvar vit enda. Soleiðis heldur hann, at flestu føroyingarnir síggja málið um tey samkyndu. – Eg haldi, at tey flestu síggja soleiðis uppá tað, at vit hava eina yvirskipaða lóg, sum umfatar allar bólkar og tí er tað óneyðugt at gera ser­­skipanir fyri einstakar bólk­ar. Spurningurin um tey samkyndu og happing, sær øðrvísi út í føroyskum brillum, enn tað ger í útlendskum brillum, heldur Edmund Joensen, løgtingsformaður Landsstýrið má fáa betri stýr á sínum viðurskiftum Ov nógv gjørt burtur úr kjakinum um samkynd Aftur uppundir hesi jólini legði landsstýrið løgtingið undir trýst og tað er óheppið, sigur løgtingsformaðurin