týsdagur 27. desember 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 248 - 27. desember 2005
Tað er eitt ár síðani tann herviliga tsunami náttúru
vanlukkan rakti londini kring Indiska havið. Í hes
um sambandi verða minningarhald hildin í fleiri
londum, eisini í Norðurlondum. Meira enn 200.000
fólk lótu lív í hesi tí mest oyðandi náttúruvanlukkuni
í nýggjari tíð, teirra millum 700 norðbúgvar. Meira
enn ein millión menniskju eru vorðin heimleys.
Ringast rakt var Indonesia. Hini londini, sum vórðu
rakt av tí risastóru havalduni, eru Thailand, Sri
Lanka og India. Mong lond, teirra millum Føroyar,
hava latið nógvan pening í hjálp til tsunamiraktu
økini.
Enn ein hervilig náttúruvanlukka rakti Pakistan í
hesum árinum. Her var talan um ein av ringastu
jarðskjálvtunum í langar tíðir og er neyðin stór
í fjallalendunum í Pakistan og Kashmir. Tað hev
ur víst seg at vera torførari at fáa eitt nú lond í
Vesturheiminum at lata hjálp til tey raktu økini,
helst tí at talan her er um eina vanlukku, sum ”bara”
hevur rakt lokalt. Fáir ella eingir europearar eru
beinleiðis raktir av vanlukkini eins og støðan var
við tsumanivanlukkuni, har túsundtals europearar
doyðu. Møguliga skyldast hetta afturhaldni at lata
hjálp til Pakistan ta sannroynd, at landið brúkar sera
stóran part av sínum inntøkum til hernaðardubbing.
Pakistan hevur sum kunnugt kjarnorkuvápn. Tá lond
hava ráð til at hava kjarnorkuvápn hava tey eisini ráð
til at taka sær av egnum ofrum frá náttúruvanlukkum
munnu fleiri hugsa. Ein sannroynd er tað so, at tað
hevur gingið striltið at fáa somu lond, sum hava
veitt hjálp til tsunamioffrini, eisini at vísa offrunum
í Pakistan ans.
Nú vit hyggja í bakspeglið og meta um bæði náttúru
vanlukkur og menniskjaðgjørdar vanlukkur, so er
greitt, at vit í komandi árum verða noydd til at
hyggja meira eftir, hvussu vit sjálvi bera okkum at
og í hvønn mun vit eru við til at skapa grundarlag
fyri stórum vanlukkum. Her kemur okkum til hugs
yvirupphitingin, sum eigur at fáa okkum at gera
alt fyri at menna varandi orkukeldur heldur enn
at økja um nýtsluna av kolvetni. Eitt annað øki,
sum vit eisini mugu vísa størri ans, er støðugt
vaksandi útbreiðslan av kjarnorku til hernaðarlig
endamál. Vit hava sæð eina óhugnaliga tilgongd,
har ódemokratisk lond hava fingið sær ella eru við
at fáa sær kjarnorkuvápn, eitt nú Iran og Egypta
land.
Tað er kanska tann størsta ábyrgdin hjá altjóða
samfelagnum at forða fyri, at fleiri lond fáa kjarn
orkuvápn. Hesin vandin kann gerast enn álvarsligari
enn náttúruvanlukkurnar. Tí eigur heimurin at
standa saman og hava eina altjóða tilbúgving, sum
fyrst og fremst skal hava til uppgávu at forða fyri
útbreiðslu av kjarnorkuvápnum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Tsunami og aðrar vanlukkur
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Beate L. Samuelsen
býráðslimur
Vit í minnilutanum í Tórs
havnar Býráð halda tað
vera sera løgið, at umboð
fyri Kommunala Eftirlitið
longu ein tíma undan býráðs
fundinum hósdagin 15. des.
2005, í útvarpinum hevði
eitt greitt svar til reiðar viðv.
Degns húsum, um so var, at
minnilutin ætlaði sær at kæra
keypið av húsaognini.
Kæran um óhugnaliga kost
naðarmikla húsakeypið varð
ikki send fyrr enn eina lítla
viku seinni, 21. des. 05.
Hetta man vera fyrstu
ferð í Føroya søgu, at ein
kæra verður svarað, longu
áðrenn málið er viðgjørt á
býráðsfundi og áðrenn úrslit
av viðgerðini fyriliggur.
Eitt so skjótt munnligt svar
fra Kommunala Eftirlitinum
hava vit sum býráðslimir
ongantíð upplivað.
Vit í minnilutanum gita,
at hetta var gjørt fyri at
minnilutin skuldi typpast
og sleppa ætlanini at kæra
málið um Degns hús.
Her skal líka viðmerkjast,
at sama svar frá Kommunala
Eftirlitinum 15. desember
var leitað fram aftur í tíðinda
flutningi útvarpsins á mið
degi hósdagin 22. desember
og serverað fyri lurtarunum
einaferð aftrat.
Tey mál, vit í minnilutanum
higartil í 2005 hava kært fyri
Kommunala Eftirlitinum,
hava vit ikki fingið svar
uppá enn.
Kann vera, tað ikki er ein
og hvør, sum fær svar, ið spyr
ella kærir málsviðgerðir fyri
Innlendismálaráðnum, sum
Kommunala Eftirlitið hoyrir
undir, men bert summi.
Løgin viðgerð
Eitt eindømi í Føroya søgu, tá tað kemur til Kommunala Eftirlitið
Arbeiðsloysisskipanin
Eitt av evnunum í Degi og
Viku hósdagin 22. desember
2005 var stovnsetan av ein
um nýggjum gerðarrætti í
Føroyum. Upp í hetta evni
var ALS og útgjald til fiski
menn tenkt saman. Umrøðan
av hesum evni var eintáttað
og mundi geva síggjarunum
eina mynd, sum ikki er í
samsvari við veruleikan.
Formaðurin í Skipara- og
Navigatørfelagnum, Ellintur
Abrahamsen, greiddi frá,
at teirra felag saman við
Fiskimannafelagnum m.
a. hava sum treyt, at fasti
gerðarrætturin ikki verður
góðtikin, uttan at ALS-lóg
in verður broytt soleiðis, at
fiskimenn fáa úr skipanini á
jøvnum føti við aðrar.
Tað er ikki sørt ørkymlandi,
at SVF ikki lat umboð fyri
ALS koma til orðanna við
eini viðmerking.
Tí tað vóru skeivleikar,
sum krevja ráttleiðingar.
Øll við A-inntøku rinda
ALS-gjald
Øll, sum eru millum 16
og 67 ár, og sum hava A-
inntøku og fulla skattskyldu
í Føroyum, rinda ALS-gjald.
Ávísar veitingar, pensjónir
og avmarkað skattskyldug
undir FAS eru tó untikin.
Hetta er ásett í ALS-lógini,
ið er løgtingslóg nr. 113 frá
13. juni 1997. Tað vil siga, at
sjómenn, sum hava Ainntøku,
rinda ALS-gjald eins og øll
onnur í Føroyum.
Sjómenn fáa útgjald úr
ALS á jøvnum føti við
onnur
Hagtøl fyri november mánað
vísa, at tað eru 974 arbeiðs
leys í Føroyum. Nevnast skal
sum dømi at 180 persónar
eru skrásettir í skipanini,
sum hava arbeiðsroyndir
og/ella arbeiðsynski sum
dekkari.
Sambært ALS-lógini fáa
sjómenn útgjald úr ALS á
jøvnum føti við onnur, tá
hesir gerast arbeiðsleysir,
um vanligu treytirnar fyri
útgjaldi eru loknar.
Føroya Fiskimannafelag
hevur ynski um eina
serliga skipan fyri
fiskimenn
Formaðurin í Føroya Fiski
mannafelag Óli Jacobsen
hevur arbeitt við einum upp
skoti um at gera eina serliga
skipan fyri fiskimenn,
soleiðis at hesir kunnu koma
undir ALS, tá skip teirra
liggur, hóast fiskimennirnir
ikki eru uppsagdir. Meiriluti
var ikki fyri hesum uppskoti
í nevndini, ið gjørdi álit um
broytingar í ALS-lógini,
sum Landsstýrismaðurin í
Vinnumálum setti í februar
2003. Álitið varð handað
landsstýrismanninum í febr
uar mánaði 2005. Hetta
merkir tó ikki, at sjómenn
ikki fáa útgjald úr ALS, tí
tað fáa teir, um teir gerast
arbeiðsleysir.
Misvísandi tíðinda
flutningur
Tíðindini í Degi og Viku
um, at ALS ikki rindar út til
fiskimenn, eru misvísandi.
Fiskimenn, sum verða raktir
av arbeiðsloysi, fáa arbeiðs
loysisstuðul, júst sum tað
arbeiðandi fólkið á landi.
Sjómenn og ALS-útgjald