týsdagur 27. desember 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 248 - 27. desember 2005
11
Kynslívið hjá føroy
ingum, seksleikur og
make-over eru nøkur
av innsløgunum,
ið verða partar av
nýggjárssendingini
“Í Káta Horninum”
hjá Kringvarpinum,
ið verður send á
Sjónvarp Føroya
Nýggjársaftan
Sjónvarp
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Nýggjárssendingin hjá Sjón
varpinum í ár verður ikki
fyri børn og sartar sálir.
Vertirnir Elin í Stórustovu
og Tróndur Vatnhamar fara
at taka pulsin á tí, ið hevur
rørt seg í Føroyum seinasta
árið, og pulsurin er høgur.
Vit vóru við, tá Sjónvarpið
beint fyri jól tók partar av
sendingini upp í hølunum
hjá Gourmet við Skálatrøð.
Elin og Tróndur vóru
veitsluskrýdd og friseraði
av einslistum. Elin hevði
verið í Vestmanna hjá Roy
al hárfríðkanarstovuni og
longt sær hárið, toppurin og
niðurdeilurin eru føroysk
sniðgeving, sniðgivin til
Elina. Tróndur var í klass
iskum svørtum klædningi, og
hárið var sum slokt aftureftir.
Hann greiddi frá, at hann
hevði ætlað sær til hárskera,
men tíðin hevði ikki verið til
tað, tí var Mafiaútsjóndin ein
neyðloysn, men hon klæddi
væl til bandittasliga smílið.
Sendingin er eitt samstarv
innanfyri Kringvarpið, har
Elin umboðar útvarpið og
Tróndur og myndakvinnan
Bjørg Mohr Andersen um
boða sjónvarpið. Hetta
er aðru ferð, at Elin um
boðar útvarpið á sjónvarps
skíggjanum, fyrru ferðina
var í sambandi við Atlantic
Music Event, og hon tykist
at trívast á skíggjanum.
Elin greiddi okkum frá,
at hetta er ein lættisoppa
sending, eitt slag av Nýggj
árspunki, segði hon, Trónd
rópa tað. Tá tey fóru í holt
við sendingina, settu tey seg
niður og tosaðu um, hvat var
hent í árinum, og royndu at
viðgera nøkur rák, ið hava
verið uppi hetta árið. Burtur
úr hesum kom eitt bland
av ymiskum stuttligum og
eisini onkrum nokkso provo
kerandi.
Elin og Bjørg hava t.d. ver
ið í Danmark og tikið partar
av sendingini upp. Tær hava
vitja handilin Lust mitt í
Keypmannahavn, ið selir
seks-leikur og eggjandi
undirklæði. Har hava tey
práta við tvey av føroysku
viðskiftafólkunum og við
handilskonuna, um hvat
føroyingar plaga at keypa
og hvussu tey eru sum við
skiftafólk. Elin sigur, at
hugskotið til hetta kemur frá
Dildoparty’unum, ið hava
verið í ár. Elin luttók á einum
av hesum fyri útvarpið fyrr
í ár og varð tikin av bóli av
stóra keypihuganum. Hetta
kvøldið keyptu føroysku
konufólkini fyri 20.000 kr.
Tað ber tí til at koma til
niðurstøðuna, at leikur eru
vorðnar partur av kynslív
inum hjá føroyingum. Hetta
er tí eitt rák, ið var vert at
nema við í eini tílíkari send
ing, heldur Elin, ið lovar,
at m.a. ein ljósreyður dildo
fer at luttaka í Gourmet parti
num av sendingini.
Eitt annað rák eru tær
sokallaðu make-over send
ingarnar, ið eru á nærum
hvørjari útlendskari sjón
varpsrás, hetta verður eisini
nomið við í sendingini,
har onkur kendur og onkur
minnið kendur fáa eitt
“make over”. Men hetta er
bert okkurt smávegis av tí, ið
verður í Káta Horninum.
Elin sigur, at sendingin
ivaleyst kann provokera
onkran, og at hon als ikki er
fyri børn. Sendingin verður
send í SVF leygarkvøldið
nýggjársaftan, hon er fimm
korter og byrjar kl. 22.
Nýggjárið í SvF verður ikki fyri børn
Elin og Tróndur vóru
veitsluskrýdd og í góðum
Nýggjárshýri
Bjørg Mohr Andersen stóð
fyri myndatilfarinum í
sendingini