týsdagur 27. desember 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 248 - 27. desember 2005
Fríggjadagin 16.
desember var
móttøka í fyrrverandi
rættarhølunum í
J.H. Schrøtersgøtu í
Havn, í sambandi við
at lýsingafyritøkan
Team 85 var flutt inn í
bygningin
Móttøka
Myndir: Jens Kristian Vang
Lýsingafyritøkan Team
85 er nú flutt í nýggj hølir
í J.H. Schrøtersgøtu, har
Føroya Rættur hevur hildið
til í nøkur ár. Team 85,
sum nú hevur 20 ár á baki,
hevur eisini fingið nýggjar
eigarar. Fýra av fyrrverandi
starvsfólkunum:
Poul
Clementsen, Edith Dahl
Jensen, Tórður Patursson
og Høgni H. Jacobsen, hava
keypt helmingin av fyri
tøkuni frá P/F Dimmalætting.
Virkandi stjóri í fyritøkuni
er Hjalgrím Samuelsen.
Team 85 er nú størsti
veitari av sínum slagi í
landinum, við at teir hava
yvirtikið virksemið hjá
Dekostovuni, sum m.a.
arbeiðir við stórprenti,
skeltum og messubásum.
Móttøkan var sermerkt á
tann hátt, at tveir gestarøð
arar vóru bodnir við. Talan
var um tveir Høgnar, Høgni
Djurhuus, útvarpsmaður,
og Høgni Hoydal, løgtings
maður og formaður Tjóð
veldisflokksins.
Høgni
Hoydal var boðin at siga
nøkur orð í júst sama høli,
sum dómur fyri kortum var
avsagdur millum Team 85 og
Tjóðveldisflokkin.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Team 85 í nýggjum hølum
Lýsingafyritøkan Team 85
er nú flutt í nýggj hølir í J.H.
Schrøtersgøtu
Signar í Homrum, frá Dimmalætting, Høgni Djurhuus útvarpsmaður, og Ingi Samuelsen, blaðstjóri
á Dimmalætting
Fríggjadagin 16. desember var móttøka í fyrrverandi rættarhølunum í J.H. Schrøtersgøtu, í sambandi
við at lýsingafyritøkan Team 85 var flutt inn í bygningin
Ein av eigarunum av Team 85, Poul Clementsen, saman við
brøðrunum Benny og Flemming Samuelsen. Báðir høvdu
teir leiðandi størv á Dimmalætting, áðrenn teir vórðu
pensioneraðir
Virkandi stjóri í Team 85, Hjalgrím Samuelsen, og Brynjolvur
Jensen frá Tryggingarfelagnum Føroyar
Poul Clementsen, frá Team 85, og Bjarni Olsen, stjóri í Føroya
Sparikassa