Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. desember 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 248 - 27. desember 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Petur Jóhannes Joen­ sen á Strondum andaðist á Landssjúkrahúsinum jóla­aftan, 82 ára gam­al. Farið verður úr Lands­ sjúkra­hús­kap­ell­in­um týs­dagin klokkan 17. Jarðarferðin verður úr Sjóvar kirkju mikudagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Petur kunnu lata Missiónshúsinum á Strondum eina pen­ ingagávu. Kistan við Hedvig Jacob­ sen fer úr Lands­sjúkra­ hús­kap­ellinum týsdagin klokkan 15 til Rituna. Jarðarferðin verður úr Nólsoyar kirkju miku­ dagin klokkan 13. Sung­ið verður úr sálmabókini. Hentzar Joensen í Vági, ættaður úr Sandvík, and­aðist á Suðuroyar Sjúkrahúsi 26. desem­ ber, 91 ára gamal. Jarð­ar­ ferðin verður kunngjørd seinni. Páll Poulsen, Argir, fer til gravar úr Hebron á Argjum mikudagin 28. desember klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Páll kunnu lata Hebron á Argjum eina gávu. Konto í Føroya Sparikassa. Andlát og jarðarferðir Dagurin í morgin 28. desember. Barna­ dagur. Hildin til minnis um tey sakleysu børnini, sum Heródes læt myrða (Matt. 2, 16-18). Dagurin verður eisini rópt­ur burnamanshalgi, men vit vita einki um nak­að halgimenni við tí navninum. Tað kann vera, at óvættið í donsku vísuni Burmand holder i fjældet ud (før­oy­ingar kvóðu Burna­mann) hevur verið sett í samband við barnamorðaran Heró­des. Heitið -halgi hevur ongan kirkjuligan ella bíbilskan týdning, men er bara sett á dag­in, av tí at hann hevði hesa serstøðu í álmanakkanum; á sama hátt sum t.d. leyp­ ársmessa ella veður­ lambsmessa. Gamalt var, at stjørnu­ halgi varð hildin til tjúg­ unda dag, 13. januar. Leygardagin 19. november 2005 andaðist Knút Erling Háberg, fyrrverandi spari­ kassastjóri í Havn, 85 ára gamal. Knút var best kendur frá sínum aktivitetum í Sverr­­isgøtu í Havn - í Før­oya Sparikassa, har hann arbeiddi í samfull 43 ár, og í samkomuni í Ebenezer, har hann m.a. var ein av kórleiðarunum og urguspælari í mong ár. Knút var ein kend býar­mynd. Hann var ein maður, fólk høvdu stóra virðing fyri, var blíður, vinsælur og fyrikomandi og alt­íð við tí góða orðinum. Hesir eginleikar komu honum til góðar í hansara starvi sum stjóri í Sparikassanum - hann dugdi so sera væl við bæði starvsfólki og kund­um. Hann byrjaði í Sparikassanum í 1946, var stjóri frá 1979 og forstjóri frá 1985 til hann fór frá fyri aldur í 1989. Í 1945 giftist Knút Sunnevu, dóttir Onnu og Olaf Johansen, í Rættará, og í 1951 fluttu tey inn í nýggj hús í Tórfinsgøtu. Knút var ógvuliga musikalskur. Umframt at vera kórleiðari og urguspælari í Ebenezer, gjørdi hann eisini løg til fleiri sangir. Hann var ein sannur úrmælingur á tí musikalska økinum. Tey eru mong, ið minnast aftur á góðar løtur í ymiskum samanhangum, har Sunneva, ið hevur verið ein av okkara fremstu sangkvinnum, sang, og Knút spældi aftur við. Knút var havnarmaður, hann var yngstur av teimum fimm børnunum hjá Mallu, f. Petersen úr Havn, og Napoleon Joensen, vanliga nevndur Poli, ættaður av Selatrað. Tey fimm systkini vóru: Elisa, (1911-1997), sum búsettist í Norðragøtu, Niels Juel (1912-1994), Petur William, (1914-1984), Elina, (1918-1952), og so Knút (1920-2005). Teir tríggir brøðurnir fingu sær Háberg til eftirnavn. Í 1955 fingu Sunneva og Knút ein son, sum doyði bert fáar dagar gamal, og í 1960 fingu tey dóttrina Onnu, sum sostatt var teirra einkarbarn. Hon hevði eisini somu gávur sum foreldrini við tónleiki og sangi. Anna gjørdist sjúk og doyði 1. januar 1997, bert 37 ára gomul. Tað eru ivaleyst mong, sum minnast, at Knút sjálvur so hjartanemandi talaði við jarðarferðina hjá teirra elskaðu dóttir, sum var teirra eygnasteinur. Børnini hjá Onnu eru Knút og Sunneva, sum bæði eisini eru virkin innan tónleikin. Seinnu árini hevur Sunneva búð á Lágargarði, har Knút trúfastur vitjaði hana, so leingi hann orkaði. Sunneva og Knút giftust 17. november 1945, so teirra diamantbrúdleypsdagur var tveir dagar áðrenn Knút doyði tann 19. november. Friður veri við minninum um Knút Erling Háberg. m. Knút E. Háberg f. 7. november 1920 - d. 19. november 2005