Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. desember 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 248 - 27. desember 2005 Flestu ferðafólkini umborð vóru ung­ dómar. Men eisini fólk uppi í árunum vóru við á túrinum til Aberdeen Jólatúrur Snorri Brend Tey flestu ætlaðu helst at gera tað stóra jólainnkeypið í Aberdeen. Men tað vóru kortini tey, sum ikki vóru farin við bara til hetta. Seinnapartin henda dag­in, tá Norröna kom aft­ur á Havnina, sótu hjúnini Frí­gerð og Elias Egholm úr Havn og prátaðu saman um túrin. Tey vóru samd um, at hetta hevði verið eina sera góður túrur, ikki minst tí at veðrið var til vildar allatíðina. Vit duga so einki negativt at síggja við hesum túrinum. Og tí høvdu vit fegin farið á ein slíkan túr eina ferð aftrat, søgdu tey bæði við ein munn. Saman við 1000 øðrum fólkum vóru tey við á hesum fyrsta jólainnkeypstúrinum í Aberdeen við Norrönu. Teimum dámdi eisini sera væl at vera í landi. - Tað var sera gott at kunna hitta fólkið her. Eg haldi, at vit kundu lært eitt sindur av teimum við at verið meiri høflig, sigur Elias. Alt gott Hjúnini Egholm vóru fyrst og fremst farin á túrin fyri at slappa av. Nei, vit hava sjálvi ikki handlað so nógv, siga tey. Saman við familjuni vóru tey m.a. við øðrum ferða­ fólkum á einum frálíkum buss­túri inn í landið, har vitjað m.a. varð á staðnum har Baxter-vørurnar koma. Annars hevur tað verið sera hugnaligt at sigla við Norrönu. Og vit mugu bara siga, at betjeningin umborð hevur verið sera góð og mat­ urin eisini, siga tey bæði. Hóast hetta er fyrsta ferðin hjá Norrönu í Aberdeen á jólatúri, so er tað ikki fyrstu ferð at Elias hevur verið í Skotlandi. Fyrstu ferð hann var í Skot­landi var fyri sløkum 60 árum síðani. Hetta var kortini fyrstu ferð at Frígerð var í Onglandi, men hon hevur hinvegin verið í so nógvum øðrum londum. Gamlar gøtur Sum smádrongur slapp Elias við eini slupp hagar í 1946. Hetta var beint eftir krígs­ lok, og tá lógu stórir partar av Aberdeen í sori. Ja, tað var ikki so hugaligt at ganga í býnum tá. Alt var bumbað sundur og saman, sigur Elias. Fimm ár seinni var hann aftur í Aberdeen, men tá var býurin bert partvíst bygdur upp aftur. Ongland var fátækt, men eg haldi at Skotland mundi vera enn fátækari tá í tíðini. Tí tók tað eisini so langa tíð at endurreisa landið, sigur hann. Nú – í 2005 – var hann so aftur á sama staði, og kundi nú síggja og uppliva at alt var øðrvísi. Elias kundi snøgt bara stað­­festa, at hann kendi lít­ ið aftur av tí, hann nú sá á ferðini. - Jú her var veruliga nógv broytt, sigur hann. - Mest fyri at slappa av Ferðafólkini umborð á Norrönu vóru sera feg­in um jólatúrin til Aberdeen. Semja er um, at ein slíkur túrur eigur at verða gjørdur aftur. Tann stóra undirtøkan – eini 1000 fólk – prógvar eisini, at Smyril Line hev­ ur rakt plett við hesum túrinum. Tí eru fólk sera spent eftir at frætta, um túrurin verður gjørdur aftur næstu jól! Hetta má endur­ takast Elias og Frígerð Egholm úr Havn dámdu væl túrin. – Alt er gott umborð, siga tey Tey flestu fór helst til handils í Aberdeen, og her var væl at fáa