Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. desember 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 248 - 27. desember 2005 15 Hjúnini Livar og Svanna Nysted úr Hvannasundi høvdu teirra fýra børn við. Hóast tað onkutíð var rokaligt, so hugnaðu tey sær kortini umborð Jólatúrur Snorri Brend At Norröna eisini er eitt gott skip hjá børnum at vera, kunnu hesi hjúnini úr Hvannasundi skriva undir uppá. Tá Smyril Line byrjaði at lýsa við hesi ferðini, so var tað rættiliga skjótt at tey tóku avgerð um at fara til Aberdeen. Ætlanin var at keypa jóla­ gávur, eins og so mong av hinum ferðafólkunum. Og tey gjørdust ikki vónsvikin av túrinum. Har var rættiliga nógv at fáa í handlunum. Og serliga klæðini vóru bílig, siga Svanna og Livar. Tey keyptu kortini ikki bert gávur og klæðir til sín sjálvs, men tey høvdu eisini ein lista við, har ymiskt ting skuldu keypast fyri onnur. Spælipláss Norröna er jú eitt stórt skip, og er tað nakað børnunum dáma so er tað at hava stórt pláss at flyta seg í og renna í. Hetta stóra plássið gjørdu hesi børnini úr Hvannasundi eisini brúk av, men luttóku eisini í nógvum av tí, sum varð fyriskipað fyri børnum umborð. Teimum dámdi sera væl at klippa og gera jólapynt saman við Angelu. Jú, eg haldi, at teimum hev­ ur dámað væl, sigur Livar. Enn er avgerð ikki tikin, um tey fara við aftur næsta ár, væl at merkja um ein slík­ur túrur verður gjørdur aftur. Eg rokni næstan við, at vit fara avstað aftur. Hesa ferð vóru eingir stabilisatorar, men teir vera vónandi í lagi næsta ár. Og tá vænti eg, at vit hava gloymt alt um at skipið rull­ aði eitt sindur hesaferð, sigur Livar við einum brosi. Tríggir grannar úr Mið­ vági slógu seg saman og teknaðu seg til jóla­túrin. Tað angra teir ikki Jólatúrur Snorri Brend Sum góðir grannar hittast teir tríggir ofta til eitt prát – Sjúrður Poulsen, Eyðfinn Johannesen og Poul Jo­hannus Næss. Eitt av hesum kvøldunum høvdu hesir tríggir mið­ving­ arnir fingið eyga á somu lýsing – um ein jólatúr við Norrönu til Aberdeen. Og teir gjørdu ikki mætari enn at tekna seg allir samlir til henda túrin. Vit tóku bara og ringdu til Smyril Line, og soleiðis komu vit við á henda túr­ in, siga Sjúrður og Poul Johannus. Nú teir fóru avstað høvdu teir ein lista við sær við tí, sum keypast skuldi í handlunum í Aberdeen. Úrvalið var sera sera stórt, - so stórt, at vit onkutíð ivaðust í, hvat vit skuldu velja. Tá var gott at hava eina fartelefon, so ein líka kundi tjekka av harheimi við kon­ una, áðrenn vit keyptu, siga teir báðir. Báðir eru teir sera væl nøgdir við túrin, bæði um­borð á skipinum og í landi. Verður túrurin gjørdur aftur næsta ár, so fara vit við aftur. Men tá ætla vit at taka konurnar við, siga Sjúrður og Poul Johannus. Børnini trivust væl Næstu ferð sleppa konurnar við a at øllum tí, sum hugsast kann til jólagávur og persónlig ting Svanna og Livar Nysted úr Hvannasundi vóru við, og ætla sær aftur, um túrurin verður næsta ár Tríggir grannar úr Miðvági vóru skjótir at tekna seg til túrin – vm.: Sjúrður Poulsen, Eyðfinn Johiannesen og Poul Johannus Næss