Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. desember 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 248 - 27. desember 2005 Nýggjárskonsertin varð hildin 2. jólakvøld í ár, og skráin var ein tann mest nýskapandi og spennandi í nógv ár, við seks ungum og slóbrótandi bólkum. Nýggjárskonsertin hevur altíð lagt seg eftir tí trygga, og hetta var sostatt ein roynd við onkrum nýggjum. Royndin eydnaðist væl, eini 1000 fólk høvdu leitað sær á konsertina, og lagið var gott á áhoyrarunum, tá The Message, The Story Ends, The Dreams, Sic, Lama Sea og Páll Finnur Páll fóru á pallin í ítróttarhøllini á Hálsi. Ofta hava bólkar spælt nógv coverløg á nýggjárskonsertum, men á konsertini í gjár, vóru mest sum bara egin løg, hetta forðaði tó ikki fólki í at liva við og rættiligt lív var í fjøldini stórar partar av konsertini. Í blaðnum í morgin ummæla vit konsertina. Slóðbrótandi nýggjárs