Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-27, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. desember 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Saman við Magnus Jakobsen hevur Súni Fríði Barbá skrivað undir sáttmála við B68 Á Argjum søgdu tey annars fyri tveimum mánaðum síð­ ani, at tey høvdu tryggjað sær undirskriftina frá topp­ skjúttanum til komandi kapp­ingarár. Súni Fríði skeyt í ár 31 mál í aðru deild, og var tí ein av høv­ uðs­monnunum handan roynd­ina hjá AB at halda fast í heiðursmerkjaplássi. Sjálvur sigur Súni Fríði tó, at talan ongan tíð var um nakra formliga avtalu. - Vit vóru sum so samdir um, at eg skuldi spæla á Argj­um næsta kappingarár. Men AB visti tó av, at um eg fekk eitt tilboð frá einum liði í Formula-deildini, so kundi hetta broyta støðuna. Og tað er so eisini tað, sum er hent, sigur Súni Fríði. Tað man eisini vera í B68-troyggjuni, at fólk flest kenna Súna Fríða. Hóast hann eisini hevur ver­ið aðrastaðni og vent, so hevur tað fyrst og fremst verið í B68, at hann hevur gjørt um seg, og tað verður so her, at hann fer at spæla fótbólti komandi árið. Saman við Súna Fríða er 25 ára gamli Magnus Ja­kob­sen eisini komin inn á Toftir. Magnus er beiggi at nýggja B68-venjaranum, Jóannes Jakobsen, og eins og Súni Fríði, so spældi hann eisini við AB seinasta kappingarár - fyri tað mesta í miðverjuni. -mørk Karstin aftur í ÍF-málið Hóast tað ikki er staðfest, so bend­ir nógv á, at klaks­ víkingurin aftur skal verja málið hjá ÍF í ár Við keypinum av Paul Clap­son, sum KÍ kundi stað­festa herfyri, bendir nógv á, at talan verður um nógvar málverjar í KÍ. Men samstundis bendir eisini nógv á, at ein av mál­ verjunum hjá felagnum nú er ávegis úr felagnum. Karstin Joensen vardi í 2004 málið hjá ÍF, og sum skilst, so restar ikki nógv í, fyrr enn tað er ein stað­ festing, at hetta eisini verð­ ur støðan í 2006. Enn ber tó ikki til at fáa tíðindini váttað, men í ÍF hevur fyrr verið sagt, at fe­lagið leitar eftir málverja til komandi kappingarár. Hartil fær ÍF í januar mán­aði eisini tveir bulgarar til royndarvenjing. Sum skilst, so eru allir smálutir viðvíkjandi einum møgu­ ligum sáttmála við hesar fingnir upp á pláss, men í Fuglafirði vilja tey fyrst síggja spælararnar, áðrenn nakar sáttmáli verður gjørd­ ur. -Mørk Ferguson leggur ikki kongin Sir Alex Ferguson ætlar sær at kempa víðari hóast mótvind Hóast hvassar atfinningar ímóti Sir Alex Ferguson sein­astu tíðina hevur hann ongar ætlanir um at leggja frá sær Tað hevur ikki verið ging­ ið eftir vild hjá Ferguson sein­astu tíðina. Liðið megn­aði ikki at spæla seg víð­ari úr bólkaspælinum í Champions League, og av­rik­ini í Premier Leag­ue hava verið heldur sving­ andi. Tey krevjandi við­ halds­fólkini hava ikki verið nøgd og hava eisini givið sína ónøgd til kennar. Men United hevur vent gongdini í landskappingini, og liðið liggur nú bert níggju stig aftanfyri Chelsea. Hetta er ein munur, ið Uni­ ted ofta áður hevur vunnið innaftur í seinnu hálvu av landskappingini. Nógvar leysasøgur ganga í ensku fjølmiðlunum um, at Ferguson ikki heldur fram sum venjari eftir hetta kappingarárið, men Ferguson hevur ongar ætl­ anir um at taka seg aftur sum venjari í Manchester United. - Hóast nógv halda, at mín tíð í United er farin, fari eg at halda fram sum venjari. Eg vil gera alt fyri at beina United aftur á rætta kós, slær Ferguson fast í sam­røðu við Skysports. Ferguson leggur afturat, at tað verður ikki lætt, tí at kappingin í Onglandi er beinhørð í løtuni. Eitt er, at Chelsea hevur eitt sera sterkt lið, men liðini í miðjuni eru eisini sterkari enn nakrantíð. - Vit eru í holt við at end­ urbyggja liðið, og tað tekur tíð, men eg haldi, at vit eru nær við at náa málið, sigur Ferguson at enda. Spurningurin er so, hvussu langan snór Fergu­ son fær frá nýggju eig­ar­ unum í Glazer familjuni. -SíS Kyndilsliðini hittast ikki Besta Kyndils-liðið skal í hálvfinaluni spæla móti StÍF, meðan teir næst bestu skulu royna seg móti VÍF Í Kyndli høvdu tey uttan iva vónað, at tað skuldi bera til at vissa sær finalusessin longu nú. Hetta um tey bæði liðini skuldu brostið saman í hálvfinaluni. Lutakastið lagaði tað nevnliga so, at StÍF fær heima­dyst í fyrru hálv­ finaluni, sum verður móti besta Kyndils-liðnum. Hin hálvfinalan er so millum Kyhndil II og VÍF. Og á pappírinum líkist tað í øllum førum einum dysti, sum vestmenningarnir ikki eiga at fáa stórvegis trupulleikar av. -mørk Stjørnan og VB í hálvfinaluni Neistin og StÍF áttu tær báð­ar fyrstu kúlurnar, sum komu úr pottinum, tá lutur varð kastaður um hálv­finalurnar í Coca-Cola kapp­ingini fyri kvinnur fríggja­dagin. Tað merkti samstundis, at aftur í ár bresta skulu VB og Stjørnan spæla hálv­finaludyst. Fyrri hálv­ finaluni skal spælast 11. januar, meðan seinnu hálv­ finalurnar verða spældar 25. januar. Hesir dagar kunnu tó flytast nakað. -mørk Toftfólk kundu um jólini fegnast um, at felagið hevur knýtt enn tveir spælarar at liðnum komandi kappingarár Mynd: www.b68.fo Nr. 248 • týsdagur • 27. desember 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Ein nigerianskur áleypari kemur í januar mánaði at royndarvenja við EB/ Streymi Hesum hevur felagið boðað frá á heimasíðu sínari, www.eb-streymur.fo. Talan er um 21 ára gamla Joseph Odogu, og í felagsliðnum vóna tey, at hesin kann vera við til at hvessa álopspartin enn meira. Her hevur EB/ Streymur nú sagt farvæl við Sonna L. Petersen, sum fyri tveimum árum síðani vann gylta skógvin. Hinvegin er Sorin Anghel framvegis partur av liðnum, og hann plagar at vera góður fyri nøkur mál um árið. So er spurningurin, um nýggi maðurin kann styrkja enn meira um hendan partin. Á pappírinum er talan um góðan spælara. Odogu sigst hava roynt seg á nøkrum av U-landsliðunum hjá Nigeria, men tað verður so ikki fyrr enn eftir royndarvenjingina, at endalig støða til sáttmála skal takast. Afrikani til EB/Streym Súni Fríði aftur á Toftum Gongst eftir vil, so fær Sorin Anghel nigerianskan álopsmakkara í komandi ári