Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-27, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. desember 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 248 - 27. desember 2005 Aðalfundur Aðalfundur Fótbóltssamband Føroya verður leygardagin 18. februar 2006, kl. 10.00. í FSF húsinum. Fundarskrá sambært lógunum. Fótbóltssamband Føroya Hagafundur Ognarhagin í Norðragøtu - Hagaparturin Yvir í Dal lýsir hervið til hagafund týskvøldið tann 24. janaur 2006 kl. 19.00 í 1929-skúlanum. Um neyðugt verður eykahagafundur settur kl. 19.15 við somu skrá. Skrá: 1) Góðkenning av roknskapi 2) Val av hagastýri 3) Góðkenning av vetrarfriðingini 4) Søla av lendi 5) Ymiskt Hagastýrið Havnar Arbeiðs- kvinnufelag Aðalfundur felagsins verður tann 11. feburar 2006. Nærri verður lýst um stað og tíð. Uppskot til formansvalevni skulu vera skrivstovu felagsins í hendi innan 15. januar 2006, við skrivligari váttan frá uppstillað. Uppskot til viðgerðar á aðalfundinum, skulu verða skrivstovu felagsins í hendi innan 15. januar 2006. Fráboðan um uppskot vera at senda til: Havnar Arbeiðskvinnufelag Postsmoga 161 · 110 Tórshavn Viðvíkjandi lima- gjaldinum í 2006 Fyri at spara útreiðslur verður limagjaldi, sum verður kravt um V&T skipanina hjá peningastovnunum, kravt fyri tveir mánaðir í senn. Ongin broyting er hjá teimum, sum gjalda við girokorti. Limagjaldið er óbroytt kr. 200 fyri mánaðin. Blíðar heilsur HAVNAR SJÚKRAKASSI Almennir fundir hjá Hvannasunds Bygdaráð 2006 verða á kommunuskrivstovuni hesar týsdagar kl. 18.00: 17. januar 21. februar 21. mars 25. apríl 23. mai 20. juni 5. september 10. oktober 7. november 12. desember Fundirnir verða hildnir á kommunuskrivstovuni. Yvirlit yvir tey mál, sum koma fyri á fundi, eins og úrrit úr gerðabókini fyri síðsta fund, verða løgd fram á kommunuskrivstovuni til alment innlit 3 dagar áðrenn fundin. Fyrilit verða tikin fyri reglum um tagnarskyldu. Mál, sum skulu viðgerast á kommunustýrisfundi, skulu vera kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 7 dagar áðrenn fundin. Skrivstovutíðir Kommunuskrivstovan er opin hesar tíðir: mánadag-mikudag kl. 8.00-11.00 hósdag kl. 14.00-18.00 fríggjadag kl. 8.00-11.00 Hvannasunds Bygdaráð Avloysarastarv sum arkitektur, verkfrøðingur ella byggifrøðingur á Teknisku Umsiting hjá Klaksvíkar Kommunu Ein av byggifrøðingunum á Teknisku Umsiting hjá Klaksvíkar Kommunu fer í farloyvi frá 1. januar til 31. desember 2006. Tí er eitt tíðaravmarkað starv, nevnda tíðarskeið, hervið leyst at søkja. Høvuðsuppgávurnar verða: Byggimálsviðgerð, býarplansarbeiði, eftirlit, planlegging, projektering av kommunalum arbeiðum og aðrar málsviðgerðir eins og dagligar uppgávur hjá umsitingini. Persónligir førleikar og eginleikar: Vit sóknast eftir útbúnum arkitekti, byggifrøðingi, verkfrøðingi ella persóni við aðrari viðkomandi útbúgving. Dentur verður lagdur á, at umsøkjararnir duga væl at leggja arbeiðið til rættis, eru fyrikomandi og hava munnligan og skrivligan málførleika. Royndir á nevndu økjum kunnu geva fyrimun Starvið verður sett skjótast tilber, og lønin verður sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til býarverkfrøðingin ella býráðsskrivaran á tlf. 410000. Umsóknir, saman við prógvið, møguligum viðmælum v.m., verða at senda til: Klaksvíkar býráð Postsmoga 2 700 Klaksvík og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 16. januar 2006. Dagrøktari/gesta- dagrøktari til Runavíkar kommunu Søkt verður eftir dagrøktara og gestadagrøktara í Runavíkar kommunu, at byrja 1. februar 2006 ella eftir avtalu. Viðkomandi skal hava áhuga og hegni at arbeiða við børnum. Dagrøktarheimið skal vera soleiðis innrættað, at tað er gott og trygt at spæla innan- og uttandura. Nærri upplýsingar viðvíkjandi starvinum fáast hjá dagrøktarleiðaranum á tlf. 448594 lokal 10. Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi seinast fríggjadagin 16. januar 2006 og sendast til: Runavíkar kommunu Sosiala deild Heiðavegur 26 · 600 Saltangará Timbursveinur søkist Til timburverkstað okkara á Marknoyri í Vági, verð- ur søkt eftir handverkara, ið kann arbeiða sjálv- støðugt, og sum kann standa fyri framleiðslu av timburelementum til sethúsamarknaðin við meira. Umframt at standa fyri elimentframleiðslu á verk- staðnum kann viðkomandi í periodum rokna við, at arbeiða í miðstaðarøkinum. Hevur hettar tín áhuga, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Herman Olsen á tlf. 212434. Sp/f S. H. Bygg v/ Herman Olsen Hús í Vestmanna til sølu. Tlf. 424600 ella 229113