mikudagur 28. desember 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 249 - 28. desember 2005
Undir hesum heiti
var songløta í Glyvra
kirkju hetta seinasta
sunnukvøldið í
advent. Fjølbroytt
skrá var fyri
kvøldið, har trý
ymisk kór luttóku.
Krumtappurin í
øllum var prestur, ið
hevði úr at gera
Ummæli
Kári P. Højgaard
Hann skuldi upp á loftið
at spæla á urguna til præl
udium, niður at stjórna
kórinum, spældi á klaver,
sang við manskórinum,
upp at spæla á orglið til teir
tríggjar felagssálmarnar
og postludium. Hann rann
sum fluga í fløsku, og
neyvan hevði nakar annar
føroyskur prestur megnað
at gjørt Meinhardi Bjartalíð
kynstrið eftir.
Eftir samanringing, præl
udium og inngangsbøn varð
felagssálmur 116 sungin.
Kór Glyvra Kirkju sang
sangirnar: Boð Gabriels,
Nú ringja klokkur jólafest
og Í krubbu barnið Jesus lá.
Kirkjukórið luttekur vanliga
og setur sín hátíðardám á
gudstænasturnar, tá prestur
luttekur ella við serstøk høvi.
Nógv av teimum, ið syngja
við kórinum, hava verið við í
áravís. Vit, sum hava okkara
regluligu gongd í kirkjuni,
kunnu fegnast um, at Glyvra
Kirkja hevur eitt tað besta
kirkjukórið í landinum.
Sangurin ljómaði so vakurt
og fylti kirkjurúmið, ongin
ivi um, at hetta er sangur
á høgum støði við avbera
góðum songrøddum.
Felagssongurin, Jól hava
einglaljóð, var síðani sungin,
áðrenn Barnakór Glyvra
Kirkju undir leiðslu av Jonny
og Maritu sungu 8 sangir.
Frelsari føddur, Advent, Vit
bera frið, Her kemur hann,
So gott og herligt er tað
tá, Tá milliónir tendra ljós,
Sledurock og We wish you a
Merry Christmas. Í byrjanini
vóru barnarøddirnar eitt sind
ur varnar, men tá Jonny við
kropsmáli bað um meira
»power«, ljómaði songurin
hjá børnunum nærum líka
hart sum hjá teimum vaksnu.
Tá komið var til Sledurock,
var lív komið í áhoyrararnar,
ið við kropsrørslum livdu
við í sanginum.
Fagur himin er at sjá, bleiv
sungin sum felagssangur,
áðrenn Manskór Glyvra
Kirkju sang: “Mær er kensla
í barmi”. Tvey orð siga alt,
vakurt og professionelt.
Kór Glyvra Kirkju sang:
Eg rósu upp sá næla, Hvør
fossur hongur frystur og
Hirðanna vøgguljóð. Meðan
felagskóri stóð uppi, stillaði
barnakóri seg fremst og sang:
Tað lýsti um kvirrar fløtur,
meðan tey vaksnu tóku undir
og sungu fleirrædda.
Seinast endaði Kór Glyvra
kirkju við jólasálminum yvir
øllum øðrum: Gleðilig jól.
Felagssálmurin: Føgur er
foldin, varð sungin áðrenn
útgangsbøn, biðisløg og post
ludium.
- Tøkk til Meinhard
prest og tykkum øll, børn
og vaksin, ið viðvirkaðu
hesa kvøldarløtu. Tit góvu
okkum áhoyrarum eina
hugnaliga og ógloymandi
løtu, har gleðiboðskapurin
um Jesusbarnið, ið føtt var
fyri tveytúsund árum síðani,
var miðdepulin. Hendan
hending, ið fekk ávirkan á
seyðamenninar, hirðarnar
og stóran part av heiminum,
er líka viðkomandi og týdn
ingarmikil fyri okkum sum
liva í dag.
Tøkk fyri songløtuna,
blíðan byrð framyvir og
Gleðilig Jól.
Sungu jólini inn í
Glyvra kirkju
Bjartskygni økist
í oljuleitingini í
føroyskum øki, so
hvørt sum nýggj
úrslit koma undan
kavi
FRØÐI
Hvat er tað, sum oljufólk
so íðin leita eftir? Nú
opnar Heri Ziska, jarðalis
frøðingur, gluggan inn í
heimin hjá oljuleitingini,
og greiðir frá, hví olja kann
vera at finna í føroysku
undirgrundini. Hví eru
hesi fólk meira bjartskygd
í dag enn fyri nøkrum
árum síðan? Her er eitt
einastandandi høvi at fáa
innlit í, hvussu oljufólk
leita eftir tí oljuni, sum
kann gerast ein kollvelting
fyri føroyska samfelagið!
Soleiðis sigur ritstjórnin
fyri Frøði í tíðindaskrivi.
Basaltknúturin er stóra
forðingin fyri oljuleiting í
føroyskum øki, men hvat
er basaltknútur fyri nakað?
Uni Petersen, sum eisini
er jarðalisfrøðingur, lýsir,
hvussu djúpa boringin á
Glyvursnesi hevur varpað
nýtt ljós á basaltknútin.
Við slíkum úrslitum fer
líðandi at bera til at loysa
basalttrupuleikan og leita
meir miðvíst eftir olju í
undirgrundini.
Havøkið kring Føroyar
verður illa dálkað
Havhestamagar
við
plasti og øðrum ruski
seta spurnartekin við, um
Føroyar hava heimsins rein
asta hav longur. Jóannes
Danielsen, lívfrøðingur,
hevur kannað magar hjá
havhestum, sum eru fang
aðir í føroyskum øki.
Úrslitini avdúka, at næst
an allir havhestarnir vóru
dálkaðir av plasti og øðrum
ruski.
Føroya Fróðskaparfelag
gevur út Frøði í samstarvi
við granskingarstovnarnar
í Føroyum. Í blaðnum hesa
ferð eru eisini greinar um
kombikk, tjøruklukkuna,
sum ofta rekst í kjallarum,
og lúsakrabban, sum býr
á grunnum vatni. Kirsten
Brix lýsir nakrar stuttsøgur
hjá Hanus Kamban og Marj
un Kjelnes, sum viðgera
tað at tora at liva.
Frøði kostar kr. 48 í leysa
sølu. Tað ber til at gerast
haldari fyri kr. 85 um árið
og fáa blaðið sent.
Møguleikin at
finna oljuna
er til staðar
FÓLKATAL
Tíðindaskriv
Í 1999 gav Torgir Strøm í
Porkeri út bøkurnar Fólk
í Suðuroy 1584–1840.
Hetta var tilfar, sum
Johan
O.
Samuelsen,
s j ó m a n s s k ú l a l æ r a r i ,
hevði savnað úr kirkju
bókum, tingbókum, panti
protokollum, jarðarbók
um, kongsbókini og fólka
teljingum, og sum Torgir
skrivaði inn á teldu og síðani
gav út. Hetta er vælegnað
tilfar hjá ættargranskarum.
Torgir hevur nú í fleiri
ár skrivað fólkateljingar í
Suðuroy inn á teldu. Síðani
hevur hann gjørt broytingar,
rættingar og tillagingar til
hesar fólkateljingar (tann
fyrsta frá 1801 og seinasta
frá 1911). Hetta Fólkatal,
sum nú verður givið út,
er soleiðis ein tillaging
úr fólkateljingunum. Er
okkurt komið skeivt fyri í
fólkateljingunum, er hetta
rættað. Nøvnini eru tey
somu, men stavsetingin er
ikki altíð tann sama sum í
fólkateljingunum. Heitini eru
føroysk, og í staðin fyri aldur
á fólki er føðingardagur og
ár skrivað. Ymsar broytingar
eru gjørdar við uppseting
soleiðis, at tann raðfylgjan,
sum er í fólkateljingunum,
ikki altíð er fylgd.
Bøkurnar hava fingið
heitið Fólkatal fyri at gera
mun á hesum bókum og
beinleiðis
avskrivaðum
fólkateljingum. Hesar bøkur
eru at meta sum eitt slag
av framhaldi av bókunum
Fólk í Suðuroy 1584-1840,
serliga ætlaðar fólki, sum
fáast við ættarkanning, men
vónandi eisini til gleði fyri
onnur áhugað.
Í ár koma 4 bøkur út í A4
stødd:
Fólkatal fyri Sumba, Víkar
byrgi, Agrar og Lopra 96
síður
Fólkatal fyri Vág 80 síður
Fólkatal fyri Porkeri og Nes
71 síður og
Fólkatal fyri Hov og Fámjin
78 síður
Bøkurnar fáast fyri ávikavist
75 kr., 69 kr., 60 kr. og 60 kr.
umframt flutning.
Ringið á telefon nr. 315854
ella telefon nr. 223274
ella skrivið teldupost til:
pouhan@post.olivant.fo ella
ringið á telefon nr. 373176
ella skrivið teldupost til:
torgir@kallnet.fo
Ætlandi koma fólkatal fyri
hinar bygdirnar í Suðuroy út
fyrst í komandi ári.
Fólkatal í Suðuroy
1801 – 1911