mikudagur 28. desember 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 249 - 28. desember 2005
3
Edmund Joensen,
løgtingsformaður,
heldur tað vera rætt
at skráseta, hvussu
tingfólk møta upp
til fundirnar. Men
hann heldur, at
farloyvisskipanin
hjá tingfólki er í so
stirvin
LØGTINGIÐ
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eg haldi ikki, at uppmøt
ingin tingfólki hevur verið
verri, enn hon plagar at
vera, sigur Edmund Joen
sen, løgtingsformaður í
viðmerking til tað, vit í gjár
skrivaðu um uppmøtingina
hjá tingfólki.
Av teimum 50 fundunum,
sum løgtingið hevur havt
síðani tingsetan byrjaði á
ólavsøku, hava tingfólk
105 ferðir verið burtur. Tað
merkir, at tvey tingfólk vanta
á hvørjum tingfundi.
Men løgtingsformaðurin
heldur, at tað er neyðugt
at føra protokoll, og at tað
verður skrásett, hvussu ting
fólk møta upp
Tað er rættast, at slíkt
verður skrásett – og tað ger
einki, um almenningurin
sær hetta, heldur Edmund
Joensen.
Løgtingsformaðurin held
ur kortini, at skipanin við
farloyvi er í so stirvin. Ting
fólk mugu verða burtur frá
tingarbeiðinum í í minsta
lagi 10 dagar, tá tey biða um
farloyvi. Hetta er í so leingi,
heldur Edmund Joensen.
Hann sigur, at hetta verður
tikið við, tá broytingar
í tingskipanini koma til
umrøðu. Men hann sigur, at
orsøkin til, at ein slík freist
varð sett, var at byrja fyri,
at varafólk bara vórðu tikin
inn fyri at atkvøða. Men har
frá og til at verða burtur í
10 dagar, heldur hann vera
í so nógv.
Tingfólk kunnu fáa far
loyvi við løn ella farloyvi
uttan løn. Við løn fáa tey
farloyvi, um tey eru í
almennum ørindum – ella
í ørindum fyri løgtingið.
Tað kann t. d. verða fundir
í Norðurlandaráðnum, í
Útnorðurráðnum o. ø., sum
hevur beinleiðis við ting
arbeiðið at gera.
Rætt at føra protokoll
Ein orsøk til, at
tingfundirnir
verða fleiri í tali,
eru munnligu
fyrispurningarnar.
Teir eru góðir
fyri javnvágina
millum løgtingið og
landsstýrið, heldur
Edmund Joensen,
løgtingsformaður
LØGTINGIÐ
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Nú tingárið er hálvrunnið,
hevur løgtingið hildið 50
fundir. Hetta er heldur meira,
enn vanligt er, og vóru í fjør
sama tíðarskeið hildnir 36
fundir.
Edmund Joensen, løg
tingsformaður, sigur, at
fundarvirksemið hjá løg
tinginum er økt, m. a. vegna
munnligu fyrispurningarnar,
sum eru komnir fyri at
vera.
Hann vísir á, at andstøðan
er sera virkin við munnlig
um fyrispurningum, og tað
heldur hann vera gott.
Hetta er gott fyri javn
vágina millum løgtingið og
landsstýrið, og er ein sera
góður máti hjá løgtingsfólki
at fáa innlit í mál, sum lands
stýrið arbeiðir við. Men hetta
er politikkur, og tí verður
kjakið mangan í so drúgvt,
heldur Edmund Joensen.
Onkur hevur havt á orði
í sambandi við munnligar
fyrispurningar, at tingfólk
brúka ein triðing av tíðini til
spurningin og tveir triðingar
til at »skrifta« til at vísa á alt
tað góða, tey hava gjørt, og
nakað kann vera um tað.
Edmund Joensen vísir á, at
munnligu fyrispurningarnir
eru komnir í fasta legu og
at tingfundurin mikudag
seinnapart vanliga verð
ur settur av til hesar fyri
spurningar.
Um seinnu hálvu av ting
árinum væntar løgtings
formaðurin sær nógvan
aktivitet.
Skal eitt nú visión 2015
røkkast, so fer tað at merkj
ast, tí nógv lóggáva skal
dagførast, eins og Íslands
sáttmálan eisini fer at økja
um aktivitetin, heldur
løgtingsformaðurin.
Edmund Joensen sigur,
at løgtingið hevur roynt at
planlagt saman við lands
stýrinum, soleiðis at ikki
ov nógv mál hópað seg upp
framman undan jólum og
framman undan seinasta
tingfundi um várið. Men
hetta hevur ikki riggað nóg
væl, sigur hann, tí landsstýrið
kemur við alt ov nógvum
málum í síðstu løtu, men
hann vónar, at hetta verður
betri.
Tá broytingar í tingskipanini verða viðgjørdar næstur ferð, verður farloyvisskipanin hjá tingfólk
millum eitt av broytingaruppskotunum. Tingfólk kunnu ikki hava farloyvi styttri enn 10 dagar, og
tað er ov stirvið, heldur Edmund Joensen, løgtingsformaður
Munnligir fyrispurningar komnir fyri at vera
LØGTINGIÐ
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Í blaðnum í gjár nevndu vit,
at Hergeir Nielsen hevur
verið burtur ein tingdag,
tað var tann 2. desember.
Hetta kostaði honum tríggjar
tingfundir. Hevði hann
hinvegin búð í Havn ella á
»fastlandinum«, so hevði
hetta verið lættari.
Ferðasambandið hevur
við sær, at ein suðuroy
artingmaður, sum fer til
eitt árligt viðtal við lækna
ella tannlækna sín er
burturstaddur tríggjar ting
fundir. Men ein »landfastur«
tingmaður kann hinvegin
sita og gapa í tannlækna
stólinum hvønn tann einsta
fyrrapart allar 365 dagarnar
í árinum, og kortini møta
á øllum tingfundum sigur
Hergeir Nielsen.
Teir »landføstu« hava tað lættari
Hóskvøldið verður stjørn
an av Tvøroyri, Guðrun
Sólja Jacobsen, aftur at
hoyra, síggja og uppliva
í Stóra Pakkhúsi í Vági.
Tónleikacafé er á skránni,
og fer m. a. Gurðun Sólja
at upptraðka. Hetta er
somuleiðis seinasta tón
leikacafé í Stóra Pakkhúsi
í ár.
Í Stóra Pakkhúsi er
góður møguleiki at hittast
til eina hugnaløtu, til eitt
prát saman við familju,
vinfólki og kenningum.
Húsið er opið frá kl.
21.00.
Guðrun
í Stóra
Pakkhúsi