mikudagur 28. desember 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 249 - 28. desember 2005
Sjey journalistiskar
søgur eru í uppskoti
til høgt mettu Cav
lingvirðislønina.
Millum uppskotini
eru sendingar, greina
røðir og ein bók
Tað er Cavlingnevndin í
Dansk journalistforbund,
sum skal gera av, hvør fær
virðislønina, ið verður
mett at vera størsti danski
journalistheiðurin yvir
høvur.
Uppskotini eru hesi:
Thomas Saneborg og Niels
Sandøe á Jyllandsposten
fyri avdúkingar um makt
misnýtslu í tryggingar
felagnum Codan
Lars Olsen fyri bókina “Det
delte Danmark” um fleiri ára
miseydnaðan integratións-,
skúla- og íbúðarpolitikk
Christian Andersen og
Michael Klint fyri DR
dokumentarsendingina
“Hævet over mistanke”
um vantandi vilja hjá
mynduleikunumum at kanna
ein deyðstilburð í samband
við politihandtøku.
Tom Heineman og Morten
Hansen
fyri
geinarøð
í Fakblaðnum 3F um
umhvørvisdálkingina hjá
statsfíggjaðum donskum
svínagørðum í Polen
René Gummer, Pernille
Stensgaard og Henrik Winther
á Weekendavísini fyri
greinarøð um lívsins gongd
á Ríkissjúkrahúsinum
Tino Pedersen, Lars Teilgaard
og Claus Kræmmergaard
á Nordjyske Medier fyri
avdúking av chikanu og
samstarvstrupulleikar á
Politigarðinum í Hjørring
Christoffer Gulbrandsen fyri
DR dokumentarsendingina
“Lykketoft Finale” um
miseydnaða valstríðið hjá
fyrrverandi formanninum
í
sosialdemokratiska
flokkinum
Vinnarin verður kunn
gjørdur 4. januar
ave
Sjey uppskot til
Cavlingvirðislønina
200 í
Café
Natúr
Føroya best dámdi punk
bólkur 200 spælir í kvøld
á Café Natúr. Hetta verður
eitt høvi til at hoyra ein av
ársins bestu livebólkum
eina seinastu ferð í ár.
2005
hevur
verið
eitt frálíkt ár fyri 200,
við ovastu rók bæði
á
sølulistanum
hjá
3’aranum og á 15
teimum bestu í fleiri
vikur, og fantastiskum
konsertum bæði úti og
heima. Bólkurin hevur
gjørt var við seg, bæði
á tónleikapallunum og
í miðlunum, ikki minst
í kjakinum um sangin
“Musclemanblað”, ið
summi halda ganga
ávísum tingmanni ov
nær.
nud
Nýggjársrøða
løgmans verður eisini
send í Danmark
NÝGGJÁRSRØÐA
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Sum nakað nýtt, fáa føroy
ingar búsitandi í Danmark
- og danir nú høvi at síggja
nýggjársrøðu løgmans í
donskum sjónvarpi.
Nýggjársrøða løgmans
verður sum vanligt send
nýggjársaftan í Kringvarpi
Føroya
klokkan
19.
Harumframt verður hon send
1. januar á donsku rásini
DK4. Her verður røðan við
donskum undirteksti, og hon
verður send klokkan 22.40.
Tað er danska sjónvarps
rásin, sum hevur biðið um
at sleppa at senda røðuna,
og tað halda vit sjálvandi
vera eitt frálíkt hugskot,
sigur Bjørt Samuelsen, kunn
ingarráðgevi á Løgmans
skrivstovuni.
Tað verður løgmansskriv
stovan, sum syrgir fyri, at
nýggjársrøðan verður send
við donskum undirtekstum,
og verður hetta gjørt í sam
starvið við Kringvarpið, sum
eisini syrgir fyri, at DK4 fær
sendingina klára at senda.
Nýggjársrøðan verður
hesaferð tikin upp fríggja
kvøldið – kvøldið fyri nýggj
ársaftan.
Vit vilja royna at fáa hana
so ferska, sum gjørligt.
Í fjør var hon tikin upp
triðja jóladag – dagin eftir
flóðalduna í Indiska havin
um. Men tá røðan varð send,
varð vanlukkan vorðin so
nógv álvarsamari, enn hildið
var, tá røðan varð tikin upp,
sigur Bjørt Samuelsen, sum
roknar við, at hetta er komið
fyri at vera, at røðan verður
send í Danmark.
Hesaferð er tað DK4, tað
kann sjálvandi vera onkur
onnur støð, sum vil senda
hana næstu ferð – og hetta
hevur stóran týdning, tí tað
búgva so nógvir føroyingar
í Danmark, sigur hon.
Løgmansrøðan
send í Danmark
Fyri fyrstu ferð verður nýggjarsrøða løgmans send í donskum
sjónvarpi – tekstað á donskum, so bæði føroyingar í Danmark
og danir kunnu fylgja við