Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. desember 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 249 - 28. desember 2005  – Ein skuldi ikki trúð, at nøkur sum helst samskipan var, sigur Jón Næs í Nesi í Hvalba Ferðaætlan Áki Bertholdsen Ein, sum av álvara fegnast um, at kapping nú verður á flogrutuni ímillum Føroyar og Danmark, er Jón Næs í Nesi í Hvalba. Hann sigur sum støðan er nú, eru umstøðurnar hjá suð­ uroyingum at sleppa av land­ inum, ógvuliga vána­ligar. –  So kann eitt nýtt flog­ felag geva okkum betri sømd­ ir, skal tað vera vælkomið. Jón Næs sigur, at tað eru nógvir suðuroyingar í somu støðu sum hann, nevniliga allir teir, ið sigla ella arbeiða uttanlands. Sum er, flýgur fyrsti flúgv­ arin til Danmarkar so tíðliga um morgunin, at skulu suð­ur­ oyingar við honum, noyðast teir at fara til Havnar dagin fyri og at gista í Havn eina nátt. Hinvegin flýgur seinni flúgv­arin til Danmarkar so seint, at tá er í flestu førum ov seint at fáa fatur á flúgvarum longur út í heim. – Tað er alt ov langt lop ímillum fráferðirnar úr Før­­oyum, tí en fráferð er tíð­liga á morgni og tann næsta er ikki fyrrenn mitt á seinnapartinum. – Alt hetta ger, at tað er bæði tvørligt og serliga dýrt hjá suðuroyingum at sleppa av landinum. Skulu vit við fyrrapartsflogarinum mugu vit til Havnar dag­in fyri. Skulu vit við seinna­ partsflogfarinum, mugu vit til Havnar tíðliga um morginun og ganga og mala í Havn til út á seinnapartin. Als ongin samskipan Men annars ásannar hann eis­ ini, at tað er sanniliga ikki bara ferðaætlanini hjá At­lantsflogi, tað er galið við. – Ein skuldi ikki trúð, at tað var nøkur sum helst samskipan ímillum Strand­ ferðslu og Atlantsflog, tá ið ferðaætlanin verður løgd fyri flogfør, bussar og tyrluna. Eitt dømi er mikudag. Tá lendir tyrlan úr Suðuroy í Havn klokkan 13.04, men flogrutan hjá Bygdaleiðum koyrir úr Havn klokkan 13. Har eru fýra minuttir, sum gera, at ein suðuroyingur noyðist at taka hýruvogn vestur í Vágar, heldur enn at sleppa við bussinum. Eitt annað dømi er fríggja­ dag, tá ið tyrlan úr Suðuroy lendir í Vágum klokkan 14.56. Men flúgvarin flýgur 11 minuttir áðrenn, klokkan 14.45. Hann sigur, at hann hevur fleiri ferðir gjørt vart við støð­una og at tað í summum førum bara eru heilt smáar rættingar, sum skulu gerast, fyri at umstøðurnar skulu batnað munandi, men tað er sum at sláa í eina d‡nu, tí onki hendir. Hetta heldur Jón Næs vera alt ov galið. Annars heldur hann sum heild, at tað er ov galið, at tyrlan ikki flýgur meiri enn hon ger. – Hon kann flúgva nógv meiri enn hon ger.Tað er bara ein spurningur um pol­it­iskan vilja og fígging, sigur hann. Hann, at um so ferða­seðla­ prísurin við tyrluni úr Suðuroy tvífaldaðist, ivast hann ikki í, at suðuroyingar høvdu brúkt hana, var ferða­ætlanin løgd soleiðis, at hon hon pass­aði saman við flogfari og bussum. Spurningur er, hvør skal innrætta seg eftir hvørjum, sigur stjórin í Atlantsflogi Ferðasamband Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Vit noyðast at leggja ferða­ ætl­anina so, at hon tænir heildini sum best. Men tað merkir so samstundis, at vit fáa ikki tikið atlit til ávís støð í landinum. Tað sigur Magni Arge stjóri í Atlantsflogi í viðmerking til tað, sum Jón Næs førir fram í greini omanfyri um tær vánaligu umstøðurnar hjá suðuroyingum. Hann sigur, at nú At­lantsflog flýgur tvær ferðir til Danmarkar, ber tað til hjá øllum at leggja sær ferðina til rættis betri enn frammanundan, tí nú slepst altíð av landinum antin fyrrapart ella seinnapart. – Samstundis er spurn­ing­ urin um, hvør skal innrætta seg eftir hvørjum: Skal flúgv­ingin innrætta seg eftir suðuroyðingum, ella er tað siglingin hjá Smyrli, sum skal laga seg eftir flúgv­ ingini. Stjórin í Atlantsflogi sigur, at hjá teimum er ongin ivi um, at teir noyðast at leggja ferðaætlanina, so at hon tæn­ir fjøldini av fólki best møguligt. Hann vísir eisini á, at Tyrl­ an er sera dýr í rakstri og hann trýr onki upp á, at tað er bara at seta ferðaseðlaprísin upp og at ferðafólk høvdu brúkt hana meiri, bara ferða­ ætlanin passaði betri. – Tað hava vit roynt onkur styttri tíðarskeið, men tað fekk ikki undirtøku og tískil góvust vit aftur beinanvegin. Og serliga nú nýggjur Smyril er farin at sigla trúgvi eg onki uppá, at fólk er sinnað at betala dýrar ferðaseðlar fyri at brúka tyrluna. Sinnaður at kanna málið Ferðaætlanin hjá tyrluni verður løgd til rættis í samráð ímillum strandferðsluna og Atlantsflog. Magni Arge hevur ikki varnast, at tyrlan mikudag er fýra minuttir ov sein í Havn úr Suðuri til flogrutuna hjá Bygdaleiðum og at hon fríggjadag er 11 minuttir ov sein í Vágum úr Suðuroy til at fólk kunnu lukkast við flúgvaranum. – Í hesum føri má eg ásanna, at vit hava ikki hugs­að um at samskipa ferða­ætlanirnar og tað vil eg fegin kanna fyri at vita um tað kann samskipast betri, sigur Magni Arge. Annars vísir hann á, at tyrlan er fyrst og fremst fyri at tæna útoyggjum og ikki teimum størru oyggjunum og tað verður fyrst og fremst hugsað um útoyggjarnar, tá ið ferðaætlanin hjá tyrluni verður løgd. – Og skal tyrlan flúgva meir, skal onkur fíggja tað og tað kann bara vera landskassin. Og sum sagt, er hon dýr í rakstri, sigur Magni Arge. Jacob Vestergaard, lands­ stýrismaður í inn­lend­is­mál­ um, sigur, at onki liggur í kortunum um at tyrlan skal flúgva meir. Hann staðfestir eisini, at endamálið við tyrluni er fyrst og fremst at tæna útjaðaranum. Men eisini hann er sinnaður at kanna møguleikarnar fyri at samskipa ferðaætlanina betri. Kortini vísir hann á, at tað er ikki lætt, tí ferðaætlanin hjá Atlantsflogi verður broytt so oftani. Tá ið ferðaætlanin hjá Smyrli verður løgd, eigur eisini at verða hugt eftir, í hvønn mun tað kann sam­ skipast við flúgvaran, so at tað mest møguligt verður samskipað við tann tørv, sum suðuroyingar hava. Men tað verður ikki lætt hjá suðuroyingum at lukkast við tí fyrsta flúgvaranum klokkan 8.45, tí tá skal Smyr­il sigla heilt tíðliga um morgunin og eg veit ikki um tað fær undirtøku í Suðuroy. Men er villdi til tað, letur tað seg gera, leggur hann afturat. Livandi tónleikur í gamla kongliga handlinum á Tvøroyri Nú í nøkur kvøld verður livandi tónleikur í pubbini hjá Thomsen Hvørt kvøld tað, sum eftir er av árinum, verður tónleikakafé í pubbini hjá Thomsen á Tvøroyri. Tað verða ymsar kreftir úr Suðuroy, sum fara at undirhalda gestunum í pubbini í søguliga húsinum hjá gamla kongliga handlinum niðri á bryggjuni á Tvøroyri. Í kvøld, mikukvøldið verða tað Eyðun Ásason og Neil Joensen, sum syngja og spæla, saman við Guðruni Sólju Jacobsen. Bæði hóskvøldið og fríggjakvøldið verða tað Eyðun Nolsøe og Tróndur Enni, sum standa fyri undirhaldinum. Tey spæla hvørt kvøld frá klokkan 21 –23. -áki- Tvørligt hjá suðuroyingum at sleppa av landinum Noyðast at tæna heildini sum best – Vit noyðast at leggja ferðaætlanina hjá Atlantsflogi soleiðis til rættis, at tað tænir heildini best møguligt og tí ber ikki til at taka serlig atlit til ávís støð í landinum, sigur stjórin í Atlantsflogi – Jón Næs er ein av mongum suðuroyingum, sum javnan kennir sviðan av vánaliga ferðasambandinum. Her stendur hann ferðabúgvin á bryggjuni í Havn einaferð herfyri, hann skuldi av landinum