Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. desember 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 249 - 28. desember 2005 Stuttlig støddfrøði - Eg havi undirvíst í støddfrøði í samfull 35 ár í fólkaskúlanum. Og á øllum teim­um óteljandi foreldra­ fundunum eg havi verið á, var jammurin tann sami: Foreldrini søgdu, at tey snøgt sagt dugdu ikki stødd­ frøði, sigur Mortan Dalsgarð, lærari Fakbøkur Snorri Brend - Á foreldrafundunum søgdu foreldrini, at tey ikki skiltu eitt orð av tí, sum stóð í bók­ unum. Á henda hátt fingu tey ikki hjálpt sínum børnum at gera heimaarbeiðið. - Hesar útsagnirnar birtu upp undir at geva út eina handbók í støddfrøði, sum bæði var ætlað næmingum og foreldrum teirra, sigur Mortan Dalsgarð. Fyrr í mánaðinum kom so út bókin ”Støddfrøði hand­ bók”, sum Mortan saman við Edvardi Olsen hava skriv­að og sum Føroya Skúla­bókagrunnur hevur givið út. Undir framløguni segði Mortan, at hann ivaðist ikki í, at bókin fór at verða væl móttikin av øllum. - Nú er eingin umbering longur, bert tey hava hesa hand­bókina við hondina. Og tí vóni eg, at hon fer at standa á hvørjari bókahyll, nú jólini eru farin aftur um bak, sigur hann. Bókin er ein sameining av eini lærubók og einum upp­ slagsverki. Sum eina henta hjálp hjá brúkarunum er ein orðalisti gjørdur við bæði føroyskum og donskum orðum innan støddfrøðina. Hart hoyggj Mortan Dalsgarð sigur, at tað var ein stórur dagur hjá sær og Edvardi, tá henda bókin kom, út 1. desember. - Ikki tí, at vit halda okk­um hava gjørt nakað megnaravrik, men hetta hevur verið eitt hart hoyggj at draga og hevur verið eitt drúgt arbeiði. - So lættin, at vera komin á mál er stórur, sigur hann. Við hesi bókini hava teir ikki brotið upp úr nýggjum, og teir hava heldur ikki upp­funnið sirkulin ella parabilin. Men teir hava her savn­ að tilfar, sum verð­ur gjøgnumgingið í fólka­ skúlanum upp til 10. flokk, og skipað tað á ein slíkan hátt, at tað er lætt at koma til. Málberingar vantaðu Teir báðir - Mortan og Ed­vard – byrjaðu í 1986 at geva út Sigma-røðina, sum er kend av næmingunum í fólkaskúlanum. - Men tað var kortini skjótt greitt, at bæði heiti og málberingar vóru tann størsta forðanin í hesum ar­beiðinum, sigur Mortan. Teir leitaðu í tí stødd­ frøðiliga tilfarinum, sum frammanundan fanst á før­ oyskum, m.a. í gomlum stødd­frøðitilfari og í teimum føroysku roknibókunum, sum eru komnar út tey sein­ astu 40 árini. Umframt hetta hava góðir mál­menn verið teimum holl­ir stuðlar, eins og orða­ bøkurnar. Orðalistar Í hesum arbeiðinum við Sigma-bókunum komu Mortan og Edvard skjótt eftir, at tørvur var á ein­ um orðalista innan stødd­ frøðina. - Um ikki onnur høvdu brúk fyri hesum, so høvdu vit báðir í øllum førum brúk fyri einum slíkum. Annars so fóru vit bara at vevjast í øllum møguligum heitum og málberingum, sigur hann. Hetta førdi so til, at teir í 1993 fingu ein fø-da og ein da-fø orðalista, sum teir nevndu Støddfrøðiorð. Hann var ongatíð prentaður, men var teimum ein góð hjálp í tí víðari arbeiðinum. Tá teir í 2003 arbeiddu við útgávuni av Skygni 8, kyknaði prátið um orðalista ella orðabók aftur. Úrslitið varð, at teir eisini góvu út eina fyribils orðabók, sum bara fevndi um lesiætlanina upp til og við 8. flokk. Teir arbeiddu síðani víðari við hesi ætlanini, og í dag er hon so givin út við hesi handbókini í støddfrøði. Óneyðugt at jamra um støddfrøði Rithøvundurin, Edvard Olsen skrivar m.a. soleiðis um bókina: Á øðrum málum hava tey handbøkur í støddfrøði, alisfrøði, evnafrøði, sálar­ frøði o.s.fr. Vit hava roynt at gera eina handbók í stødd­frøði. Hetta er ikki ein handbók, sum flytir danska støddfrøði yvir í føroyska støddfrøði. Nei, hetta er ein handbók í støddfrøði á føroyskum. Vit hava roynt at gjørt bók­ ina til bæði eina lærubók og eitt uppslagsverk. Hon er tí skipað í evni, sum eru sett í bókstavarað, og er eisini skipað soleiðis, at lætt skuldi verið at funnið einstøk heiti, allýsingarnar, styttingar o.s.fr. At bókin er skipað sum lærubók skuldi gjørt, at hon eigur at kunna verða brúkt usm lærubók, t.d. fyri at endurtaka okkurt sum fyrr er lært, ella at næmingarnir sjálvir lesa partar í henni – partar teir halda seg ikki duga nóg væl. Ella lærarin mælir teimum til at granska hetta evnið sjálvir. Til læru og upp­ slag Birgir Kruse vísir, hvussu Skúlabókagrunnurin nú av álvara er farin at menna seg innan kunningartøkni og samskifti