Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. desember 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 249 - 28. desember 2005 7 Stuttlig støddfrøði - Fyrr kundi støddfrøði elva til klandur og stríð heima við hús millum foreldur og børn um, hvussu eitt ávíst hugtak innan støddfrøði eitur og merkir. Nú kann tað hinvegin gerast ein hugnalig løta, har ein í felag finnur eitt svar í hesi handbókini, sigur Helena Dam á Neystabø, stjóri í Føroya Skúlabókagrunni um nýggju handbókina Fakbók - Henda bókin fer at fáa stóran týdning fyri frálæruna í støddfrøði, og sum fer at lætta almikið um samstarvið millum skúla, børn og for­ eldur. - Tað er eingin ivi um, at henda bókin fer at vísa veg inn í støddfrøðina, sigur hon. Óhugsandi er heldur ikki, at henda bókin fer at fáa fast pláss í hvørjari skúlatasku og í hvørjum heimi. Dent á kunningartøkni Henda handbókin í støddfrøði er eitt úrslit av neyvari fak­ ligari og málsligari eftir­ meting av arbeiðinum við støddfrøðibókum, sum ein hópur av lærarum saman við Skúlabókagrunninum hava greitt úr hondum seinastu nógvu árini. Hetta er eisini ein liður í arbeiðinum hjá grunninum at leggja størri dent á kunningar- og samskiftistøknina í undir- vísingina í fólkaskúlanum. Tí hevur grunnurin eis­ ini sett sær fyri at bjóða skúl­unum teldutøkar undir­ vísingarmiðlar. Og nú henda handbókin er komin út, ber longu til at finna dømi um uppslag úr bókini á heimasíðuni hjá grunninum, eins og orða­ listarnir eru teldutøkir í full­ um líki. Rithøvundar: Edvard Olsen og Mortan Dalsgarð Útgevari: Føroya Skúlabókagrunnur Evni: Ein sameining av eini lærubók og einum upp­ slags­verki, býtt sundur í støddfrøðievni, sum eru sett í bókstavarað. Innihald: Tað at skilja tey føroysku heitini verður nú lættari, tí evnisskrá er við øllum støddfrøðiorðum og støddfrøðihugtøkum, og ein orðalisti, føroyskur-danskur og danskur-føroyskur, er eisini í bókini. Málbólkur: Bókin er ætlað næmingum og lærarum sum ein hjálp í dagliga arbeiðinum við støddfrøði. Hon inniheldur tað, sum brúk er fyri í fólkaskúlanum, og verður haraftrat loyvt sum hjálparamboð til skrivligu fráfaringarroyndirnar í støddfrøði í 9. og 10. flokki. Endamál: Bókin skapar n‡tt samband millum heim og skúla, tí hon er eisini ætlað foreldrum, sum hava áhuga fyri støddfrøði, at n‡ta sum handbók í almennari støddfrøði. Stødd: Bókin er 272 síður stór. Útgávudagur: 1. desember 2005 STØDDFRØÐI HANDBÓK Støddfrøði kann vera so hugnalig ”Eitt kent orð innan støddfrøðina er orðið ”figur”, sum eisini verður brúkt í heilum. Her valdu vit at nevna tað ”eitt skap” og vórðu noyddir at vísa á, at tað eisini eitur skap í fleirtali. Hetta orðið fall eisini í góða jørð”. Dømi um tað mótsetta – orð sum ikki vunnu hevd – eru brigdil sum tey flestu nevna variabul, og óbrigdil sum verður nevndur konstantur” ” Teir báðir – vm. Edvard Olsen og Mortan Dalsgarð - siga seg ikki hava brotið upp úr nýggjum, og teir hava heldur ikki uppfunnið sirkulin ella parabilin. Men teir hava hinvegin skipað tilfarið í støddfrøði soleiðis, at tað er lætt atkomuligt hjá øllum, bæði næmingum og foreldrum teirra Bókin er greitt uppsett, og tí er meta bæði sum ein lærubók og sum ein uppslagsbók - Henda bókin fer at vísa vegin inn í støddfrøðina, sigur Helena Dam á Neystabø, stjóri í Skúlabókagrunninum