Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. desember 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 249 - 28. desember 2005 Í fótasporum Clintons Fyrrverandi týski kanslarin Gerhard Schröder býð­ur sær nú til at halda fyri­ lestur kring heimin, eins og fyrrverandi ameri­ kanski forsetin Bill Clint­ on og aðrir fráfarnir stjórn­ arleiðarar hava gjørt tey seinnu árini. Í gjár visti blaðið Bild at siga, at fyrrverandi kansl­ arin ætlar at royna seg sum fyrilestrahaldari, og seinni váttaði skrivstova hansara í Berlin tíðindini í blaðnum. Sagt varð, at Schröder hevur fingið eina samstarvsavtalu við amerikonsku fyritøkuna Harry Walker. Hendan fyri­ tøkan skipar millum annað fyri fyrilestrum um ymisk aktuell og áhugaverd evni, og millum síni viðskiftafólk hevur hon millum annað teir báðar fyrrverandi for­ setarnar Bill Clinton og Jimmy Carter. Clinton er serliga væl umtóktur sum fyri­lestra­ haldari, og tað hendir eis­ ini javnan, at hann fær hálva aðru millión krónur fyri ein fyrilestur. Men so nógv fær Schröder ikki. Sambært Bild er prísurin fyri ein fyrilestur hjá hon­ um ímillum 300.000 og 600.000 krónur. Gerhard Schröder Ráðgevi farin frá Ein av teimum fremstu ráð­gevunum hjá Vladimir Putin, forseta kunngjørdi fyrradagin, at hann hevur sagt seg úr starvi. Andrej Illarionov hevur verið ráðgevi forsetans í bú­skaparviðurskiftum, men tað hevur leingi verið al­ment kent, at hann og for­ setin hava ikki sitið serliga væl um sátt. Illianov var heldur ikki bangin fyri at siga sína hjartans hugsan, nú hann leggur frá sær: - Eitt er at arbeiða í ein­ um lutvíst frælsum landi, sum Russland var fyri seks árum síðani, men nakað annað er at arbeiða í einum landi, sum ikki er politiskt frælst longur, segði tann 44 ára gamli ráðgevin mána­ dagin. Viðurskiftini ímillum hann og Putin hava verið serliga spent, síðani Illianov fyrr í ár kallaði avgerðina hjá myndugleikunum at yvirtaka oljufelagið Yukos tað størsta svikið seinastu tíggju árini. Hann hevur heldur ikki dult fyri, at eftir hansara tykki hevur tað gingið tann skeiva vegin tey seks árini, hann hevur verið forsetaráðgevi. -Hesi árini eru viður­ skift­ini nógv broytt, og tað seinasta árið hava vit sæð, at tað er ikki bara tann búskaparligi leisturin, sum er broyttur, men eisini tann politiski, sigur Andrej Illianov. Vladimir Putin Funnu hópgrøv Í einari bygd í India hevur bygdarfólkið funnið eina hópgrøv, og hildið verður, at tey jarðaðu eru muslimar, sum doyðu í átrúnaðarligum samanbrestum har fyri trim­ um árum síðani. Hópgrøvin er funnin utt­an fyri bygdina Luna­ wada í vesturindiska lands­ partinum Gujarat. Har vóru ógvuliga harðir sam­ anbrestir í februar í 2002, eftir at umleið 60 hinduar doyðu, tá eldur kom í ein tokvogn, sum teir vóru í. Muslimarnir fingu skyldina av eldinum, og tað endaði við bardøgum, sum kravdu næstan 1.000 mannalív, tey flestu muslimar. Indiska løgreglan sigur, at tað er ógreitt, um tað vóru avvarðandi hjá teimum deyðu, sum jarðaðu tey í hópgrøvini, ella um tað var mótparturin. UTTAN ÚR HEIMI Í Danmark hava veðurmenninir boðað frá vindi og kavaroki, og tað kann fáa ávirkan á gamla siðin við feskum fiski á nýggjárinum Danmark Árni Joensen fartekst@mail.dk Hóast danir eins og flest onn­ur hava broytt sínar mat­vanar tey seinnu árini, eru tað framvegis mong í Danmark, sum halda tann gamla siðin at eta feskan fisk á nýggjárinum. Men í ár er vandi fyri, at nógvir danir noyðast at seta okkurt annað á borðið. Veðurmenninir hava boðað frá vindi eystaneftir við kava­ roki, og tað fer væntandi at hava við sær, at tey flestu skipini verða liggjandi við bryggju næstu dagarnar, skrivar Berlingarin. Jan Niel­ sen, fiskaseljari í Skagen, sigur við blaðið, at hann væntar ikki nógvan feskan fisk á marknaðinum hesar dagarnar, sum eftir eru av árinum. Hava veðurmenninir rætt, fáa danir tað, teir rópa ”snestorm”, sum kortini ikki hevur serliga nógv við storm at gera. Veðurstovan væntar, at á Bornholm verður kavin einar 20 centimetrar tjúkkur, meðan hin parturin av landi­ num fær nakað minni av kava. Í USA eru næstan 50 fólk skuldsett fyri at hava stolið fleiri hundraðtúsund doll­ arar av neyð­hjálpini til teirra, sum vórðu rakt av ódnini í New Orleans USA Árni Joensen fartekst@mail.dk Sjónvarpsmyndirnar úr New Orleans fingu nógvar ameri­kanarar at taka synd í teimum landsmonnunum, sum mistu hús og arbeiði, tá ódnin ”Katrina” herjaði Meksikanska Flógvan tíð­ liga í heyst. Tey máttu fáa hjálp, og amerikonsku hjálp­ arfelagsskapirnir savnaðu so nógvan pening sum næstan ongantíð fyrr. Men nú vísir tað seg, at minni enn so allir pengarnir komu teimum neyðstøddu til góðar. Tvørturímóti hava myndugleikarnir avdúkað um­fatandi svik við einum parti av neyðhjálpini, og hig­ar­til eru næstan 50 fólk skuldsett í málinum. 17 teirra arbeiddu hjá ameri­ kanska Reyða Krossi, og tey skulu hava lagt fleiri hundr­ aðtúsund dollarar inn undir seg, skrivar Washington Post. Stanley A. Boone, vara­ ríkisákæri, sigur við blað­­ið, at tað er lítið at ivvast í, at uppaftur fleiri verða skuld­ sett seinni. Meiri enn ein millión fólk noyddust at flýggja frá húsi og heimi undan ”Katrinu”, og tey vórðu flutt til at kalla hvønn krók av USA. Fleiri teirra fingu einki við sær, hvørki samleikaprógv, pengar ella klæðir. Í slíkum førum er tað vanligt, at Reyði Krossur hevur samband við tey neyðstøddu fyri at kanna, hvørjum tey hava tørv á. Fullu fyri freistingini Men í hesum førinum var talan um so nógv fólk, at tað lat seg ikki gera, og tí gjørdi leiðslan í amerikanska Reyða Krossi av at víkja frá teirri vanligu mannagongdini. Fólk skuldu bara upplýsa, hvussu stórt húskið var, og so fingu tey pengar eftir tí. Men trýstið vísti seg at vera so stórt, at starvsfólkini megnaðu ikki at halda eyga við øllum. Tað gjørdi, at summi royndu at útvega sær pengar, sum tey ikki høvdu rætt til, samstundis sum tað vísti seg, at ein partur av starvsfólkunum hjá Reyða Krossi fullu fyri freistingini og stungu pengar í egnan lumma. Myndugleikarnir varnað­ ust svikið, tí tað kom fram, at rættiliga nógv fólk í bý­num Bakersfield høvdu fing­ið pengar frá Reyða Krossi, sjálvt um bara nøkur fá av teimum neyðstøddu vóru flutt hagar. Í einum føri hevði ein kvinna verið í einum banka eftir neyðhjálp, men eitt av starvsfólkunum í bankanum kendi hana aftur og visti, at hon var ikki ein av teimum neyðstøddu. Leiðslan í amerikanska Reyða Krossi sigur við Wash­ ington Post, at tey hava lært nógv av tí, sum er hent, og at tey longu eru farin undir at broyta mannagongdirnar. Annars hevur Reyði Krossur latið einar átta milliardir krónur til teirra, som vórðu rakt av ”Katrinu”. Men ein partur fór sltso skeivan veg. Stjólu neyðhjálp Nýggjárstoskurin í vanda Myndirnar úr New Orleans fingu amerikanararnar í lumman eftir pengum til neyðhjálp, men alt kom ikki á rætt stað Mynd: Reuters