mikudagur 28. desember 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 249 - 28. desember 2005
Ein jarðfrøðingur
vil vera við, at
hægsti bygningurin í
heiminum kann elva
til jarðskjálvta
Taiwan
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Við sínum 508 metrum er
”Taipei 101” í taiwanska
høvuðsstaðnum
Taipei
hægsti bygningur í heimi
num. Hann vigar 700.000
tons og er gjørdur soleiðis,
at hann kann tola ein jarð
skjálvta, sum er 7,0 á
Richter-stiganum.
Men nú sigur jarðfrøðing
urin Lin Chang-Hong á
lærda háskúilanum í Taipei,
at í veruleikanum kann
bygningurin sjálvur elva til
jarðskjálvta. Í einari grein
í tíðarritinum Geophysical
Research Letters skrivar
hann, at síðani ”Taipei
101” bleiv bygdur, hevur
jarðfrøðistovnurin í býnum
skrásett munandi fleiri
smáar skjálvtar enn framm
anundan.
Økið kring taiwanska høv
uðsstaðin verður ikki hildið
at vera eitt serliga virkið jarð
skjálvtaøki, men Lin vísir á,
at undirgrundin er rættiliga
bleyt, og at ”Taipei 101” er
so tungur, at tað kann seta
hol á ballónina, sum hann
tekur til.
- Kemur ein riva í undir
grundina av tí stóra trýst
inum frá bygninginum,
skal lítið til afturat, at vit
fáa ein jarðskjálvta. Vit
kunnu bera tað saman við
tað kenda orðatakið um
bikarið, sum er fult, áðrenn
tað flýtur yvir, skrivar Lin
í greinini. Hann skrivar
eisini, at síðani tann stóri
bygningurin varð bygdur
fyri tveimum árum síðani,
hevur jarðfrøðistovnurin
mátað tveir skjálvtar beint
undir honum. Soleiðis var
ikki frammanundan, sigur
hann.
- Verður hetta lagið fram
eftir, so er stórur vandi fyri, at
bygningurin kann elva til ein
harðan jarðskjálvta, skrivar
taiwanski jarðfrøðingurin.
Aðrir jarðfrøðingar ivast,
men teir ávara tó ímóti at
byggja ov høgar og tungar
bygningar í økjum, sum
kunnu verða rakt av jarð
skjálvta. Eitt nú hava teir
ávarað eina japanska fyri
tøku, sum ætlar at byggja
ein 1.000 metrar høgan
bygning.
Moskva steðgar
útvarpi
Russisku myndugleikarnir
eru ikki so fegnir um alt,
sum russar kunnu hoyra
á teimum vesturlendsku
útvarpsrásunum, og tað
fingu fleiri útvarpsstøðir at
kenna í døgunum undan jól
um. Tá misti týska støðin
Deutche Welle rættindini
at senda í Moskva, og
støðir sum bretska BBC,
franska RFI og tann
kristna útvarpsstøðin Trans
World Radio høvdu eisini
trupulleikar í Russlandi.
Deutche Welle er almenn
týsk útvarpsstøð, og tí
kemur tað heldur óvart
á tey flestu, at russisku
myndugleikarnir hava sýtt
fyri at leingja sendiloyvið
hjá støðini, skrivar blaðið
Handelsblatt. Blaðið vísir
á, hvussu góð viðurskiftini
millum Týskland og Russ
land hava verið tey seinastu
árini, og at Vladimir Putin,
forseti, og fyrrverandi
týski kanslarin Gerhard
Schröder hittust javnan.
Deutche Welle hevur
havt sendiloyvi í Russlandi
í tíggju ár, og sambært
stjóranum, Miodrag Soric,
hevur støðin ongantíð havt
trupulleikar við teimum
russisku myndugleikunum
fyrr. Men í seinastuni hava
ávís tekin verið um, at ein
broyting var á veg, skrivar
Handelsblatt og vísir á, at
ein av ráðgevunum hjá Putin
hevur lagt tær vesturlendsku
útvarpsstøðirnar undir
at virka sum undir kalda
krígnum.
Tað er eingin ivi um,
at sendingarnar hjá týska
útvarpinum
eru
væl
umtóktar í Russlandi, tí
tá støðin tagnaði tann 21.
desember, ringdu fleiri
hundrað fólk í Moskva at
vita, hvat bagdi.
Hitler skuldi
í elektriska
stólin
Bretski forsætisráðharrin
undir seinna heimsbardaga,
Winston Churshill,. duldi
ongantíð fyri, at hann var
harðliga ímóti øllum tí,
sum týski leiðarin, Adolf
Hitler, stóð fyri.
Nú er komið fram, at
Churchill ætlaði at geva
sínum monnum boð um at
beina fyri Hitleri, eydnaðist
tað bretum at taka hann á
lívi. Í einum skjali, sum
stjórnarskrivarin Norman
Brook skrivaði undir kríg
num, verður Churchill
endurgivin fyri at siga,
at ”Hitler skal drepast,
eydnast tað okkum at taka
hann til fanga”. Sambært
skjalinum hevði Churchill
eisini gjørt sær sínar tankar
um, hvussu týski leiðarin
skuldi avrættast, tí har
stendur, at bretar skuldu
útvega sær ein elektriskan
stól úr USA, og at hann
skuldi brúkast til at seta
Hitler í.
Skjøl, sum bretsku mynd
ugleikarnir hava givið
almenninginum at gongd
til, vísa, at tey seinastu
stríðsárini tosaðu teir
bretsku ráðharrarnir um,
hvørja viðferð teir týsku
leiðararnir skuldu fáa, tá
teir komu fyri rættin aftan á
kríggið. Tað sæst, at ein av
ráðharrunum helt tað vera
óneyðugt at draga Hitler
fyri rættin, og at tað rætta
var at taka hann av døgum
uttan rættarmál. Hesum
var Churchill samdur við
ráðharranum í, tí eftir
hansara tykki kundi eitt
rættarmál ímóti Hitleri elva
til óneyðugar trupulleikar
stendur í skjølunum.
Men tað eydnaðist ikki
bretum ella nøkrum øðrum
at taka Hitler á lívi, tí hann
valdi sum kunnugt at taka
lívið av sær. Tað sama
gjørdu nakrir av hinum
týsku leiðarunum, men
fleiri endaðu í rættinum og
fingu harða revsing.
Elsta æðan deyð
Í Danmark hava náttúru
myndugleikarnir kunn
gjørt, at tann elsta æðan í
Danmark er deyð. Hon var
28 ára gomul.
Tann gamla æðan varð
funnin á einari strond við
Stórabelti í februar. Tað
vísti seg, at hon var illa
dálkað av olju, og hóast
drúgvar royndir at bjarga
henni doyði hon nakað
seinni. Hendan æðan sá
dagsins ljós á fyrsta sinni
í Finnlandi í 1976, og sam
bært finsku myndugleik
unum var hon minst tíggju
ferðir aftur og vitjaði har.
Vanliga livir æða eini
1- 15 ár, men tað hendir
meiri enn so, at summar
gerast nógv eldri. Sambært
teimum kønu á økinum var
æðan, sum doyði í februar,
tann elsta, sum er skrásett í
Danmark. Elsta æðan, sum
menn vita um í Evropa,
livdi í 37 ár.
Elsta æðan í Danmark er
deyð. Hon var 28 ára gomul.
UTTAN ÚR HEIMI
Rúmdarmenn, sum
hava sæð toruljós úr
erva, hava fleiri ferðir
spurt, um tey munnu
tosa saman.
Náttúra
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Toran og toruljós hava
altíð fingið fólk at undrast
á margfaldnið í náttúruni,
menn enn er kanska okk
urt, sum vit ikki vita um
hesi fyribrigdi. Fleiri av
rúmdarmonnunum, sum
hava malið kring Jørðina
tey seinastu 40 árini, hava
sæð toruljós úr erva, og fleiri
teirra hava sagt, at tað tóktist,
sum at toruljósini høvdu
samband sínamillum, sjálvt
um fleiri hundrað kilometrar
vóru ímillum teirra.
Spurningurin er so, um
tað er so, og tað hava ísra
elski professarin Yoar Yair
og felagar hansara á Open
University í Ísrael nú kann
að við upptøkum hjá ameri
konsku
rúmdarferjuni
Columbia.
Í einari grein í tíðarritinum
Science skrivar Yoar Yair, at
sambært kanningunum er eitt
ella annað samband ímillum
toruljósini. Spurningurin er,
hvat samband talan er um, og
teir ísraelsku granskararnir
halda, at eitt toruljós sendir
elektromagnetiskar bylgjur
niður á Jørðina, og at tær
verða slongar uppaftur í
luftina og elva til toruljós
aðrastaðni. Hetta er ikki
óhugsandi, sigur Yoar Yair,
sum tó viðgongur, at kann
ingarnar vísa ikki, at eitt toru
ljós kann elva til eitt annað
toruljós fleiri hundrað kilo
metrar burturi.
- Men kanningar okkara
benda á, at eitt ella annað
fjalt samband er, skrivar
hann í Science.
Tosa toruljós sínamillum?
”Taipei 101” er so tungur, at hann kann elva til jarðskjálvta í Taiwan, heldur ein jarðfrøðingur
Mynd: Reuters
Háhús kunnu elva til
jarðskjálvta