Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. desember 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 249 - 28. desember 2005 Um minni enn eitt hálvt ár verður koyrandi millum Eyst­ ur­oynna og Borðoynna. Ella rættari: fast samband verður millum alt meginøkið og Klaksvíkina. Til ber eisini at siga, at tað verður koyrandi úr Gásadali til Viðareiðis - gjøgnum ikki færri enn 8 tunlar, harav tveir undir sjó­ num. Hóast henda verkætlan er einki minni enn ein risastór kolvelting, so eru vit longu so von við at hoyra um undirsjóvartunlar, at vit geva okkum í veruleikanum ikki fær um, hvussu øgiliga stórt og kolveltandi stig hesir eru fyri alt samfelagið Føroyar. Ein kann siga, at samskiftið er so mikið nógv og gott og tíðirnar so góðar, at vit eru vorðin forkelað, ja vit duga líkasum ikki at seta prís uppá tey virði, sum eitt nú undirsjóvartunlar geva okkum. Ikki tí - mong teirra, sum dagliga ferðast um Lorvíksfjørð vita betur. Tey vita, hvussu nógv lættari tað fer at verða at sleppa undan teimum mangan ilsligu túrunum og so bíðirøðunum. Norðoyartunnilin er einki minni enn eitt undurverk, hugsa vit okkum vit brúksvirðið hann fer at hava fyri so mong menniskju í hesum landi. Eitt er vinna og handil, annað eru tey menniskjansligu bondini hesin tunnilin fer at knýta. Tá tað brádliga verður gerandishending at fara í føðingardag ol. hjá skyldfólki og vinum. Tey persónligu, familieru og vinarskaparbondini, sum undirsjóvartunnilin fer at knýta gerast so mong, at tað kann ganga yvir okkara forstand í løtuni. Vit duga rætt og slætt ikki at ímynda okkum tann stóra týdning fasta sambandið í veruleikanum kann fáa fólk og fólki ímillum. Fyri so ikki at tosa um týdn­ingin fyri tað at koma saman til gáman og álvara. Brádliga gerast so mong fleiri partur av eini heild. Tá hetta er sagt, so mugu vit eisini gera okkum út til at taka ímóti teimum vandum, sum lúra í kjalarvørrinum á einum føstum sambandi. Og her hugsa vit fyrst og fremst um broytta ferðslumynstrið tvs. øktu og nógv øðrvísi ferðsluna og ferðslumentanina. Fyri tað fyrsta mugu øll viðurskifti í tunlinum verða í tráð við hægstu krøvini til ferðslutrygd. Tað er sjálvsagt. Men samtíðis mugu vit seta spurningin: hvørji onnur krøv um trygga ferðslu og eina sunna ferðslumentan setir ein so kolveltandi broyting sum eitt fast tunnilssamband, ið knýtir tveir so týðandi partar av einum landi saman! Øll kunnu vit ímynda okkum, hvussu nógv og ógvuslig ferðslan fer at verða, tá fast samband brádliga er veru­ leiki. Her hugsa vit ikki minst um øll tey ungu, sum tá hava fingið ein risastóran ”heimamarknað”. Ì staðin fyri at koyra ”sleis” á tí sera avmarkaða vegastrekkinum í Klaksvík, verður nú brádliga ein heilt nýggj verð latin upp, nevniliga møguleikin fyri sama dag, somu nátt at kunna koyra úr einum enda á landinum í ein annan. Henda spildurnýggja ferðslumentanin má og skal fáa myndugleikar at hugsa seg um. Ber til bara at lata standa til! Eigur nýggja fasta sambandið ikki at seta nýggj krøv til løgregluna, sum tá má vera ein meira virkin partur á landsvegunum! Uppskot okkara er at Ráðið fyri Ferðslu­ trygd tekur henda stóra spurningin til viðgerðar skjótast: hvussu vit tryggja eina skilagóða og trygga ferðslumentan eftir at Norðoyartunnilin er tikin í brúk. DAGSINS MEINING Sosialurin Norðoyatunnilin og ferðslutrygd VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Súsanna Mortensen lærari Kvívík Súsanna Holm pedagogur, cand. mag. Kvívík Vi synes, at det var en sær­ deles usømmelig artikel, De præsenterede for os færinge lige før jul. Da julen for mange på Fær­ øerne er en højtid, som for­ bindes med både glæde og sorg, foruden samhørighed. Trods vores menneskelige for­domme og småligheder, så forsøger vi, så godt vi kan, at give plads til hinanden. Derfor var det meget kede­ ligt, at De som præst og re­præ­sentant for FOLKE- KIRKEN, så uforskammet skulle offentligtgøre sådanne hadske påstande mod en mindre­tals­gruppe, midt i denne salige juletid. Glædelig jul! Svar til Mogens Tilsted Christensen Ein møguleiki hjá tær at arbeiða í einum Norðurlandi Norðurlendska tænastu­ manna­um­býtis­skipanin ger tað møguligt hjá starvsfólki í lands­fyri­sitingini at fara til eitt av Norður­londunum at arbeiða í eina tíð. Stuðul verður veittur til ferða- og uppi­halds­útreiðslur hjá lut­ takara. Skipanin hevur virkað síðan 1979 og endamálið er at fremja norður­lendskt samstarv. Hetta verður framt við at  geva luttakarunum kunnleika til fyrisiting og lóggávu o.a. í hinum norð­ urlondunum. Tað er ikki neyðugt, at lut­ takari býtir um pláss við ein starvsfelaga í einum øðrum norðurlandi, tó er onki, sum forðar hesum. Í 2006 hava Føroyar kr. 118.000 at ráða yvir. Soleiðis virkar skipanin Skipanin fevnir um starvs­ fólk, sum starvast í lands­ fyrisitingini bæði tænastu- og starvsmenn. Uppihaldið kann vara millum 1 og 8 mán­­aðir í einum kalend­ ara­ári. Stuðulin í 2006 er kr. 8.000,- um mánaðin um­framt ferðaútreiðslur aft­ ur og fram. Endurgjald verð­ ur einans latið fyri ferð­ing á bíligasta hátt. Treytin fyri at fáa stuðul er, at viðkomandi fær frí við løn úr starvi sínum. Tíðin verður tald við í lønar- og eftirlønaraldrinum. Tey, sum vilja nýta skipanina, gera sjálvi avtalu við stovn í øðrum norðurlandi. Áðrenn 3 mánaðir eftir heimkomu, skal luttakari senda Løgmansskrivstovuni eina frágreiðing um uppi­ haldið og ein stuttan saman­ drátt á skandinaviskum máli t.d. á donskum, sum Løg­mans­skriv­stovan sendir avgreiðslu­skriv­stovuni hjá Norður­landa­ráð­harra­ráð­ num. Umsóknir Umsóknir um stuðul skulu sendast Løgmans­skriv­ stovuni ígjøgnum leiðsluna á stovninum. Umsóknin skal innihalda fylgjandi upp­ lýsingar: 1. Navn á umsøkjara, føð­ ingardagur og bústaður 2. Starvsheiti, starvsaldur og starvsstaður 3. Arbeiðsuppgávur 4. Navn og bústaður á stovni, avtala er gjørd við og tíðar­ skeið 5. Upphæddin, sum søkt verð­ur um - tíðarskeið og ferðaútreiðslur Upplýsast skal, um umsøkj­ ari hevur søkt um annan stuðul. Umsóknin skal innihalda ummæli frá stovninum, har stovnurin sigur frá, um viðkomandi kann fáa tæn­ astufrí við løn. Umsóknarfreistin er 01. februar 2006. Umsóknir, sum koma inn aftaná hesa dagfesting verða bert við­ gjørdar, um peningur er tøk­ur. Nærri upplýsingar um skip­ anina fáast við at venda sær til Løgmans­skriv­stov­ una – stjórnardeildina og fá­ast eisini við at fara á heima­­síðuna hjá Nordisk Ministerråd: w w w . n o r d e n . org  og hyggja undir Støtteordninger  Bi­drags­ ydere alfabetisk - Nordisk utbytestjänstgöring Her kanst tú finna bústaðir í Íslandi og Noreg: www.arsalir.is www.leigulistinn.is www.hybel.no www.bolignorge.no Norðurlendskt umbýti av starvsfólki í landsfyrisitingini