mikudagur 28. desember 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 249 - 28. desember 2005
11
SJÓNARMIÐ
Johan Dahl
løgtingsmaður
Vágur 27. des. 2005
Skulu vit:
sum tað ultimativa taka stigið
til ES limaskap gjøgnum
Ríkisfelagskapin í eini avtalu
eftir t. d. álendskum leisti ella
Isle of Man-leisti, har vit stremba
eftir at hava fullan ræðisrætt
framhaldandi yvir okkara
fiskatilfeingið og eisini eini
komandi oljuvinnu?
Ella skulu vit:
framhaldandi royna at hava
sokallaða assosieraða avtalu
við ES, har vit royna at fáa sum
frægast burturúr, men har vit
vita, at tað altíð verður tað næst-
ella triðbesta vit fáa burturúr?
Ella skulu vit:
gera tað sum løgmaður tráar
eftir, nevniliga at fáa ein EFTA
limaskap í eini roynd tann vegin
at fáa atgongd til sama marknað,
nevniliga ES marknaðin, hendan
sera áhugaverda marknað, ið er
førur fyri at gjalda fyri góðsku.
EFTA limaskapur gevur
beinleiðis atgond til tey lond
(umleið 14) sum EFTA hevur
fríhandilsavtalur við. Vit kunnu
sum er tó ikki gagnnýta EBS
samstarvið, og tá er líkasum
glansurin farin av einum slíkum
limaskapi.
Heimsins mest eksklusivi
klubbi við 25 limalondum
og 81 ørðum londum í
sonevndu »Eurospheruni«
Tey 25 limalondini hava eitt
íbúgvaratal uppá uml. 480
milliónir fólk, og tey lond/og
sjóøkir, sum hava mark upp
at hesum limalondum telja 81
lond við uml. 385 milliónum
íbúgvum.
Lond sum liggja rundanum
hesi 109 londini telja tilsamans
900 mill. íbúgvar og eru flest
øll tengd at ES sum teirra
størsta samstarvspartnara, tað
verið seg við vørum, tænastum,
kreditveitingum, íløgum, menn
ingarhjálp, neyðhjálp o. ø.
Hesar umleið 2 milliardir
menniskju – 1/3 av heimsins
íbúgvum, liva í sonevndu
»Eurospheruni« og verða dagliga
ávirkað av ES, sum stig fyri stig
transformerar tey við at vegleiða,
hjálpa, gera verkætlanir og
leiðbeinir tey til at gera skipanir
og ætlanir eftir evropeiskum
leisti. Tey verða við øðrum
orðum lærd at virka eftir »the
European way of doing things«.
Tey 4 frælsini
Í ES-samveldinum koma vørur,
tænastur, fólk og kapitalur at
flyta ótarnað tvørturum landa
mørk uttan nakrar forðingar fyri
limalondini.
Rætt til lesnað, arbeiði og
sosialar og aðrar tænastur hava
øll somuleiðis hjá hvørjum
øðrum. Tað verður eisini givin
bæði hollur fíggjarligur stuðul og
ráðgeving til átøk/verkætlanir/
granskingarætlanir o. a. sum
verða mett at hava vinnuframa
og menning við sær, og sum
eru umhvørvisvinarlig, eins og
mentan, list, gransking o. a.
verður høgt raðfest.
Alsamt broytandi heimur
Fortreytirnar í samvinnu okkara
við útheimin broytast støðugt,
og tær stóru búskaparligu og
handilspolitisku broytingarnar
í londunum rundanum okkum
seta føroyskum vinnulívi nýggjar
og størri avbjóðingar, og tað
eru hesar, vit støðugt mugu
fyrihalda okkum realistiskt til.
Altjóðagerðin ávirkar okkum
hvønn dag og krevur, at vit eru
við og fylgja við, um vit ikki
vilja verða eftirbátur.
Fjarstøðan millum
rík og fátøk
Altjóðagerðin kann eisini økja
um munin millum tey ríku og
tey fátæku londini, alt eftir um
londini eru før fyri at umseta
møguleikarnar sum liggja í
altjóðagerðini. Her spælir góð
samfelagsstýring og atgongd
til tøkni og marknaðir ein
avgerðandi leiklut.
Ótryggleikin
Altjóðagerðin førir eisini stórar
og skiftandi broytingar við
sær. Hetta skapar eitt trýst á øll
heimsins lond at tillaga seg.
Ein dagligdagur í áhaldandi
broyting hevur við sær óvissu hjá
mongum menniskjum - serliga
teimum sum ikki hava útbúgving.
Tillaging altumráðandi
Altjóðagerðin og fyrimunirnir
við henni verða heystað
av teimum menniskjum og
virkjum, sum duga at gagnnýta
møguleikarnir í altjóðagerðini.
Vansarnir raka tey, sum ikki
kunna – ella ikki vilja tillaga
seg til áhaldandi krøvini
um neyðugar broytingar.
Málkunnleiki og atgongdin
til kunningartøkni er í hesum
sambandi av stórum týdningi.
Dialogur og samráðingar
eru vegurin fram
Dialogur og samráðingar eru
vegurin fram fyri at fáa eina góða
avtalu við ES, men vit mugu
heldur ikki verða so bláoygd at
halda, at vit kunnu lata eyguni
aftur fyri umheiminum og liva
sum um verðin stendur í stað
og onki gera við okkara støðu,
tí eitt er púra greitt – skulu vit
gera okum nakra vón um at virka
saman við ES í kapping við
Noreg og Ísland, sum í dag hava
væl betri avtalur enn vit umvegis
EFTA/EBS, so mugu vit taka
annað skinn um bak og tað skjótt.
»Tað gongur nokk« lyndið
má burturbeinast
Vit eru heimsmeistarir í »tað
gongur nokk« hugburðinum,
og er hetta ein trupulleiki, tí
vit eru harvið altíð ov sein á
sjóvarfallinum og ikki før fyri at
byggja upp fyri trupulleikunum
fyri framman, og harvið skjótt
fyribyrgja trupulleikum, heldur
enn við eldsløkking av ymiskum
slag, hvørja ferð at royna at
bjarga tí, ið bjargast kann.
Hesin slingur í valsinum og
eisini politiski veikleiki er ein
trupulleiki fyri okkum og má
broytast, um vit ætla okkum á
vinnarabreytina í alheimsgerðini.
EFTA Limskapur - Er
tað nakað fyri okkum?
Hvat fær okkum at halda, at
limaskapur í EFTA, har vit fyri
skjótt 40 árum síðani vóru limir
gjøgnum Danmark, nú skal
verða tann besta loysnin fyri
menning og vøkstri í Føroyum?
Er tað ikki í so bláoygt at hugsa,
at hesin leistur skal vera ein
framtíðarleistur fyri menning
av føroyskum vinnulívi og
marknaðaratgongd??
Sjálvt um tað skuldi víst seg,
at vit kundu fingið undantak og
blivið fullgildugur limur, hóast
vit ikki eru sjálvstøðug tjóð, og
sjálvt um tað ikki var neyðugt at
yvirtaka tey 13 málsøkini afturat
fyri at gerast limur, so meti eg
framvegis ikki, at hetta hevði
verið nøkur loysn fyri okkum.
Noreg og Ísland - EBS
avtalu við ES.
Noreg og Íslands hava t. d. við
teirra EBS-avtalu (Evropeiska
Búskaparliga Samstarvið) fingið
nógv tættari samvinnu við ES
á nógvun týðandi økjum, og
væntast kann, at báðir hesir
grannar okkara verða limir í ES
innan heilt fá ár – ivaleyst innan
2-3 ár frá nú av. Vit hoyrdu fyri
kortum, at Noreg nú umhugsar at
lata vinnulivið í ES fáa loyvi at
eiga upp til 49% av kapitalinum
í fiskiskipum, hetta fyri m.
a. framhaldandi at hava góð
viðurskifti við ES – tó uttan at
verða limir.
Hví er EFTA ikki loysnin??
Hóast EFTA er ein góður
felagsskapur fyri limalondini, so
er tað ein sannroynd, at so skjótt
sum antin Noreg ella Ísland
velja at gerast limir í ES, so er
hesin felagsskapur amputeraður.
Tað kann aldrin verða málið
hjá okkum at verða partur av
einum slíkum felagsskapi við
óvissari framtíð. Vit eiga als
ikki at brúka orku upp á hetta.
Okkara mál eigur at verða at
koma fram um bæði Noreg og
Ísland í marknaðarhøpi, og tað
gera vit einans við antin eini
góðari marknaðaravtalu við
ES, ella við at innlima okkum
í ES felagskapin - saman við
Danmark, ella sum fullveldi,
- um tað er tað, Føroya fólk vil.
Alt annað uttanumtos er eftir
míni metan at stinga fólkið blár í
eyguni og fyrigykla fólki loysnir,
sum eru sum at pissa í buksirnar
– tað hitar eina løtu, men so
kemur loysnin aftur um brekku,
og buksurnar mugu skiftast.
T. d. hava londini í Mið- og
Eysturevropa, inntil tey gerast
limir, gjørt samvinnuavtalur, sum
bera í sær, at tey koma nærri ES,
bæði búskaparliga og politiskt.
Hesar avtalur eru sum oftast
eitt stig fram á vegnum móti
innliman í ES.
Marknaðaratgongdin í
framtíðini alt avgerandi
fyri vinnulívð
Tað at vænta sær gagnligastu
marknaðaratgongd til ES, uttan
at hetta ber í sær grundleggjandi
broytingar í viðurskiftum okkara
við ES, er at stinga fólkið blár í
eyguni.
Ein frí marknaðartilgongd,
har ongar toll- og ella teknisk
ar forðingar eru, er neyðug
fyri kappingarføri okkara á ES
marknaðinum. Tað er neyðugt
at gera sær greitt, at skal
gagnligasta marknaðartilgongdin
gerast veruleiki, er neyðugt
við ørðum samstarvshátti, sum
er víðfevndari enn galdandi
handilsavtala.
Við vunnum rættindum mugu
vit eisini átakað okkum skyldur .
Hjá einum samfelag har størsti
parturin av framleiðsluni verður
útfluttur, er sera umráðandi
av samvinnan fevnur um
annað enn marknaðarsømdir í
keyparalondunum.
Kappingarføri snýr seg eisini
um, hvussu vit eru við í ørðum
altjóða samstarvið, eitt nú um
arbeiðsmarknað, tænastur,
samskifti, útbúgving, gransking,
heilsufrøðislig viðurskifti,
útbúgving osfr. Hetta hevur eisini
alstóran týdning fyri teir karmar,
vinnulívið virkar innanfyri.
ES er loysnin
ES limaskapurin hevur allar
fyrimunirnir í mun til EFTA
limaskapin. ES er ikki ein
felagskapur, har tað er Alfa
ella Omega, um eitt ella tvey
limalond detta burturúr, eins
og støðan er við EFTA, men
ein dynamiskur felagskapur í
støðugari menning og størri og
størri ávirkan á heimin kring
okkum.
Føroyskir politikarar eiga
at viðgera hendan spurnging í
størsta álvara og royna at finna
eina loysn, har vit verða limir
ongantí ov skjótt.
Gjøgnum ríkisfelagskapin eru
dyrnar til alheimin víðopnar,
so hví ikki tosa við danir um,
hvussu vit finna bestu loysnina
fyri okkum?
Fullveldismenn í Fólkaflokki
num og Javnaðarflokkinum,
kunnu sjálvandi áhaldandi
seta seg upp á bakbeinini og
áhaldandi í komandi mongu
árini tosa fullveldið og síðan ES
limaskap. Tá verður ikki hugsað
um, hvat er best fyri Føroyar og
føroyingar sum heild.
So kunnu vit gloyma alt um
at náa á mál við visjón 2015,
tí hana náa vit ikki uttan tætt
samstarv við ES.
Lat okkum velja at verða á
vinnaraliðnum - á ES liðnum.
EFTA liðið hevur longu tapt
dystin.
Altjóðagerðin, Føroyar , EFTA mótvegis ES
- heimsins eksklusiva felagsskapi – hvat vil pinkulandið Føroyar í øllum meldrinum??