mikudagur 28. desember 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 249 - 28. desember 2005
Dagurin í morgin
29. desember. Nóa. Dagur til minnis um mannin, sum
gjørdi ørkina (1. Mós. 6-9).
Í dag, mikudagin 28. desember, eru
tað hálvt hundrað ár síðani, at Valborg
og Hans Jacob Sivertsen í Norðdepli
gingu saman í hjúnarlag. Stóra dagin
hava tey verið at hitt heima við hús,
har tey hava búð mest sum alla tíðina,
síðani tey giftust.
Valborg er fødd 26. februar í
1930, og hon er ættað úr Svínoy. For
eldrini vóru Anna og Jóannes Joen
sen, sum var bóndi í Heimistovu.
Tey áttu sjey børn: Jógvan, Hans
Jacob, Ragnhild, Símun, Valborg,
Ingibjørg og Fríðgerð. Jógvan og
Fríðgerð búgva í Svínoy, Ragnhild
og Ingibjørg búgva í Klaksvík, og
Valborg býr í Norðdepli. Hans Jacob
og Símun, sum báðir eru farnir, búðu
í Klaksvík.
Seint undir krígnum fór Valborg til
Klaksvíkar. Hon var í húsinum hjá
Odu Kjølbro, og hon arbeiddi eisini
í matvøruhandlinum hjá Kjølbro á
Biskupsstøð. Eftir at hava verið á
Háskúlanum, fór hon 1. oktober í
1950 at læra til sjúkrasystur á Klaks
víkar Sjúkrahúsi. Hon var liðug
við læruna og lesturin í 1954. Tá
hevði hon í tíggju mánaðir verið og
supplerað á Skt. Hans og Skt. Josef
í Danmark.
Eftir at hon var komin aftur til Før
oya, arbeiddi hon á sjúkrahúsinum í
Klaksvík eitt skifti.
Hans Jacob er føddur 14. mai í
1926, og hann er ættaður úr Norð
depli. Pápi hansara, Poul Sivert
Sivertsen, var elstur av børnunum
hjá Fríðriki Sivertsen, sum var tann
einasti av børnunum hjá fyrsta niður
setumanninum á Oyrini, ið kom
undan.
Tað vóru Poul Sivert Sivertsen og
kona hansara, Marin Kristina, ið var
ættað frá Gjógv, sum í 1866 fluttu úr
Hvannasundi og yvir á Oyrina. Tey
fingu fýra børn, men bæði foreldrini
og trý av børnunum doyðu. Hesin
Fríðrikur vaks upp í Mikladali. Tá
ið hann var tilkomin fluttu hann
og konan, Jóhanna Maria, sum var
úr Uttarstovu í Mikladali, aftur til
Norðdepils og so at siga knýttu end
arnar saman aftur. Pápi Hans Jacob
var elsti sonur teirra.
Mamma Hans Jacob var Malena
fødd Heinesen og ættað úr Kunoy.
Tey fingu fimm børn: Osla, sum
doyði ung, Hans Jacob, Pauli, Osla,
sum druknaði fimm ára gomul og
Olaf. Beiggjarnir búsettust allir í
Norðdepli. Nú eru fleiri ár síðani
Pauli doyði.
Hans Jacob hevur alla sína tíð
verið sjómaður og annars fingist við
tað, sum hevur við sjógvin at gera.
Sum ungur var hann við skonnartini
Liljuni, hann róði út í Klaksvík,
og hann sigldi eisini við norskum
línubáti. Poul Sivert var keypmaður,
og í mong ár drivu teir hjá Poul
Siverti deksbátin Louisu, sum teir
høvdu keypt úr Klaksvík, og sum
Hans Jacob og Olaf róðu út við.
Í 1974 keyptu teir 30 tonsaran
Mathildu úr Leirvík. Teir nevndu
bátin Hjørdis Maria, og teir høvdu
hann í eini trý ár. Nakað seinni
keyptu teir ein glastrejvarbát úr
Fuglafirði, sum teir eisini nevndu
Hjørdis Maria.
Eftir at Hans Jacob av heilsuávum
var givin at rógva út, fór hann at egna
á landi, og tí helt hann fram við inntil
fyri einum ári síðani ella so.
Fyrstu árini í Norðdepli var Val
borg heimasjúkrasystur. Hon ferðað
ist við læknunum í Klaksvík og í
útoyggjarnar. Tá ið tunnilin var komin
til Klaksvíkar seinnapartin av seksti
árunum, fór Valborg aftur at arbeiða
á sjúkrahúsinum í Klaksvík. Har var
hon, inntil Røktarheimið í 1984 varð
tikið í nýtslu. Tá fór hon í starv har,
og Valborg var á Røktarheiminum,
inntil hon í 1995 gavst at arbeiða.
Valborg og Hans Jacob eiga fýra
børn: Poul Sivert, Anna Maria, Jóann
es Dánial og Ásmund. Dreingirnir
búgva allir í Norðdepli, og Anna
Maria býr í Havnini. Tann fyrri
Osmundur var trý ára gamalur, tá ið
hann í 1963 druknaði. Barnabørnini
eru tíggju í tali, og í triðja ættarliðnum
eru trý komin.
Gullbrúðarparið eru sera fyri
komandi fólk. Teimum hevur dámað
væl at práta og siga frá, og Valborg
hevur altíð dugað serliga væl at seta
lív í. Mong eru tey, sum hava sitið
væl heima hjá teimum. Vit heilsa
teimum við ynskjunum um Guds
signing yvir tey og teirra.
Jóannes
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Í dag, mikudagin 28. desemb
er, verður Pauli Larsen á
Tvøroyri 65 ár. Pauli er annar
av skiparunum á Smyrli.
Pauli vaks upp í Porkeri.
Foreldrini vóru Esbern Lar
sen, sum var ættaður úr
Famjin, og Kathrina, fødd
Øster, og úr Porkeri. Tey
fingu átta børn: Dánjal,
sum býr í Havnini, Sanna í
Keypmannahavn, Karin Elisa
í Havnini - hon doyði í 1997,
Sonja í Havnini, Pauli, Kaj
í Keypmannahavn, Dánjal
Johan í Porkeri og Hansina,
sum býr í Keypmannahavn.
Pauli hevur verið skips
maður so at siga alla sína tíð.
Í 1956 fór hann við Ósá, sum
Sofus Bech í Porkeri førdi.
Hann var við honum í tvey
ár. So sigldi Pauli við eitt
nú við Suðurland, og so var
hann fleiri ár við trolarum.
Hann var við íslendingum
og týskarum, og hann sigldi
við Vágbingi og Magnusi
Heinasyni.
Fyrsta skipið, sum Pauli
førdi, var sluppin Jóhanna.
Hetta var í 1966, og Pauli
førdi hana teir báðar seinastu
túrarnar, hon var í vanligari
vinnu. Seinni hava vágbingar
syrgt fyri at varðveita hana í
uppruna sniði.
Pauli fór upp á skúla
í Havnini í 1965. Í 1966
leyk hann skiparaprógv, í
1968 stýrimansprógv, og í
1970 var hann liðugur sum
skipsførari, og næstu árini
sigldi hann sum stýrimaður
og skipari hjá DFDS.
Seinastu fjórðings øldina
hevur Pauli verið á føroysk
um kjøli. 1981-88 var hann
skipari á Lómi. So fór hann at
sigla við Strandfarðarskipum
Landsins. Okkurt skifti var
hann við Teistanum, men
nógv mesta partin av tíðini
hevur hann verið umborð á
Smyrli, sum hann eitt stutt
skifti í 1980-81 eisini var
við.
Nógvu tey seinastu árini
hevur Pauli, sum er stillførur
og hóvligur, verið skipari á
Smyrli. Skoðsmálið, sum
hann fær frá teimum, ið sigla
saman við honum og eru
ferðafólk umborð, er, at hann
røkir sítt arbeiði ógvuliga
væl, og fyri suðuroyingar
hevði tað ikki einki at siga,
at tað var Pauli, sum stóð á
brúnni, tá ið fimti Smyrilin
kom úr Spania og stevndi inn
á Trongisvágsfjørð.
Pauli fann sær konu
úr býlinginum úti á Bø í
Froðba. Jonna fødd Vang
var sjúkrasystir. Tey bygdu
á Torvheyggi, og tey eiga
fýra børn: Malan, Eyðbjørn
og Bárður, sum øll búgva í
Havnini, og Durita sum býr í
Keypmannahavn. Pauli eigur
fýra abbabørn. Fyri Paula og
alla familjuna var tað dygt
slag, tá ið Jonna í 1996 doyði
av herviligari sjúku.
Sum so mangir aðrir por
keningar, so er Pauli nógv
upptikin av seyði og seyða
haldi. Í frítíðini sæst hann
ofta á trøðni kring húsini og í
haganum í Porkeri, har hann
hevur seyð saman við einum
yngri beiggja.
J
Pauli Larsen 65 ár
Gullbrúdleyp í Norðdepli
Lesið Sosialin - so eru tit við