Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. desember 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 249 - 28. desember 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Per Nielsen ættaður úr Kolding, búsitandi í Hoy­vík andaðist á Lands­­sjúkra­húsinum 2. jóla­dag 62 ára gamal. Jarð­ar­ferðin verður úr Sør­­vágs kirkju hós­dagin klokkan 13. Marianna Nielsen í Sanda­­­vági andað­ist á Ellis­heim­in­um í Vágum týsdagin, 82 ára gomul. Kistan fer av Ellis­­heimi­ num hóskvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Sanda­vágs kirkju fríggja­ dagin 30. desember kl. 13. Kistan við Tinu Olsen fer úr kapellinum á Tvøroyrar Sjúkra­húsi í dag klokkan 18. Jarðar­ferðin verður í morgin klokkan 13 úr Tvør­oyrar kirkju. Andlát og jarðarferðir Í dag, onsdagin 28 desember, verður Marner Lisberg í Trongisvági 50 ár. Marner er Trongisvingur. Hann er føddur á Tvøroyri í 1955 og hevur búð í Trongi­ svági so at siga alla sína tíð. Mamman var Andrea, f. Sørensen ættað av Tvøroyri og fødd í 1920. Hon doyði í 2001, 81 ára gomul. Páp­ in er Torbjørn Lisberg ætt­ að­ur úr Fámjin. Hann er føddur 1921 og er nú 84 ára gamal og still going strong. Torbjørn er m.a. sera aktivur innan pensionistafelagið á Tvøroyri og hevur skipað fyri mongum útferðum innan sum uttanlanda saman við øðrum góðum kreftum. Torbjørn og Andrea fingu tveir dreingir - Jens sum býr í Havnini og Marner. Jens er vælkendur sum tónleikari í m.a. Sputnik. Tey seinni árini hevur hann roynt seg sum solistur og eisini saman við dóttrini Kristel Lisberg. Marner gekk í barnaskúla í Trongisvági, til hann 10 ára gamal fór út á Tvøroyri at ganga í skúla. Hann tók realprógv í 1973. Eftir hetta fór hann á HF á Tvøroyri, har hann tók prógv í 1976. Eftir lokið HF prógv fór Marner til Havnar at ganga á lærararskúla, har hann tók prógv í 1981. Hann fekk starv sum lærari við Tvør­ oyr­ar skúla í 1981 og var lærari har í 9 ár til 1990. Í lestrartíðini í Havn var Marn­ er sera virkin innan SU- Sosialistisk Ungmannafelag og var eitt skifti formaður í felagnum. Marner er javn­ aðarmaður og hevur eisini verið á Føroya Løgtingi eina­ferð sum varamaður fyri javnaðarflokkin í Suður­ oynni. Boð vóru í 1990 eftir Marn­ er og eftir at hava starvast sum avloysari fyri skrivaran hjá Tvøroyrar Kommunu í eitt ár, fór hann í juni í 1991 í starv sum reiðari á skipunum hjá kommununi, Suðringi og Rankanum. Tað vóru fleiri fólk sum ristu við høvdinum, táið Marner átók sær ábyrgdina av reiðaravirkseminum hjá kommununi. Ein skúlalærari sum ongantíð hevði pissað í saltvatn at fáast við fiskiskip. Havast skal í huga, at hetta var í ringastu kreppuárunum hjá føroysku fiskivinnuni, og tí var hetta ein stór uppgáva at taka á seg. Við nærlagni, hegni og góðum samstarvi við flaka­ virkið á staðnum og kredi­ torarnar hjá skipunum, eydn­aðist Marner at fáa skapt eitt gott grundarlag fyri tryggum raksti av rá­­ vøru­grundarlagnum hjá virk­i­num. Saman við øðrum góð­um kreftum var Marner ein av oddamonnunum, táið Phoenix var keyptur til Tvør­ oyrar, og var hann eisini í fleiri ár reiðari á skipinum. Jeg var so heppin at koma í samstarv við Marn­er um somu tíð, táið jeg varð sett­ ur sum stjóri á Tvør­oyrar Flakavirki í au­gust 1991. Við góðum monn­um sum Magnus Jesp­er­sen virkis­ leiðara og dugnaligum starvs­ fólkum, eydnaðist okkum at økja munandi um virksemið á plássinum. Í 1992 tók Tvøroyrar Flakavirki ímóti 11.000 tonsum av fiski og var tað størsta arbeiðsplássið í Suðuroynni. Saman við Gudmundi Mort­ ensen og Ólavi Bjarkhamar, stovnaðu okur Delta Seafood 1. august 1995. Virksemið byrjaði í einum leigaðum fiskakjallara hjá P/F N.J. Mortensen á Tvøroyri. Fyrsta árið var sølan 15 mió kr. Delta Seafood er síð­ani vaksið ógvuliga nógv og umfatar nú, umframt virkið á Tvøroyri, eisini TG Seafood í Hvalba, Sandoy Sea­food í Skopun og á Sandi. Harafturat eru skipini Suðringur, Hoyvíkingur og Kúrberg partar av virk­ seminum hjá Delta sam­ taki­num. Umsetningurin hjá feløgunum á sjógvi og landi er góðar 200 mió kr og umleið 250 fólk eru í starvi í fyritøkunum. Marner er nevndarformaður í P/F Delta Seafood, P/F Sandoy Seafood og P/F Faroe Marine Biotech á Eiði. Tað er ikki lætt at geva eina fullkoma lýsing av per­ són­in­um Marner Lisberg. Hann hevur sera nógvar dygdir. Sum vinnulívsmaður er Marner ein ógvuliga sam­ vitskufullur persónur har álit, trúskapur, virðing, erligheit og ábyrgd eru eyðkennini fyri persónin. Marner hevur stórt fólkatekki, og hann torir at siga sína meining á røttum stað og til røttu tíð. Somuleiðis er hann ógvuliga jaligur av lyndi og roynir altíð at vera uppbyggandi og finna loysnir, táið trupulleikar við­ hvørt herja á. Mangan hevur hann tikið til orðanna: ”Okur eru lopnir útí, og nú er at svimja alt tað okur orka” ella at ”hann sum einki torir at vága, hann einki vinnur”. Mangan hava okur ásannað at so er. Undir Marnersa leiðslu vóru fyrstu royndirnar gjørdar at føra feskan kongafisk úr Irm­ ingarhavinum til virk­ingar í Føroyum, royndir vóru gjørd­ ar eftir búrfiski og Suðringur fiskar nú burturav fiskasløg sum stinglaks, langasporl og háv á djúpum vatni. Fiska­ sløg sum fyri stuttum vóru tveitt í havið. Mær rennur í hug tiltiknu orðini hjá AP Møller: ”Den som har evnen har også plikt­ en”. Hetta kann av sonnum sigast um Marner. Marner er góður vert­ skaps­maður og er aloftast í sentrum, táið fólk koma saman til gaman. Við síni frá­líku rødd hevur hann sung­ið mangan góðan og fing­­ið øll fólk­ini at hugnað sær. Marner var saman við beiggjanum Jens ein av ber­ andi kreftunum aftanfyri bólkin Sputnik, sum var ein sera vælumtóktur bólkur í byrjanini av 80 unum. Í dag er tónleikur mest ítriv hjá Marner, men viðhvørt luttekur hann á konsertum saman við beiggjanum Jens. Marner giftist í 1982 við Hjørdis Nolsøe sum er ættað úr Trongisvági. Hon arbeiðir á reiðaravirkinum sum gerða út Suðring, Hoyvíking og Kúrberg. Tey eiga tvær døt­ur. Diana sum er fødd í 1982og Anita fødd í 1987. Diana fer komandi vár undir pedagogútbúgving meðan Anita gongur á studentaskúla í Vági. Í Hjørdis hevur Marner ein ógvuliga góðan stuðul. Tað er altíð stuttligt og hugna­ligt at vitja heim teirra í Trong­isvági og njóta allan blíðskapin frá teimum. Góði Marner. Okur eru mong sum heilsa tær á fimmti ára føðingardegnum og síggja fram til mong góð ár saman við tær. Egil Marner Lisberg 50 ár 24. desember ella jólaaftan fylti Hanus Lassen í Klaksvík 65 ár. Hann er annar av skip­­arunum á Smyrli. Føð­ ingardagurin hevur so mang­an verið hildin eftir mid­nátt jólaaftans kvøld, men hesa ferð var øðrvísi. Omanfyri hundrað fólk vóru í føðingardegi á Brekku fyrra­partin jólaaftan. Hanus er klaksvíkingur, og hann hevur alla sína tíð búð í Klaksvík. Pápin var Niels Lassen ella Niels hjá Gudda. Mamman var Karin fødd Hansen og ættað úr Nornastovu í Mikladali. Karin og Niels fingu fimm børn. Tey eru Hanus, Grímur, Elsuba, Herdis og Malan. Elsuba býr í Havnini, og hini búgva í Klaksvík. Niels doyði brádliga í 1954. Tá var hann um at vera liðugur at grava út. Seinni bygdi Karin á grundina ovar­ laga í Víkunum. Hanus hevur verið nógv á sjónum, og hann hevur ver­ ið støðugur og avhildin við skipunum, sum hann hevur verið við. Tá ið hann var 16 ára gamalur, fór hann við Sjúrðarbergi, og hann sigldi við Martini Sivertsen mest sum alla tíð­ina, inntil hann fór upp á skúla. Eitt stutt skifti var hann við Polo og eisini við Karini K. Í 1965 leyk hann stýrimansprógv, og í 1966 varð Hanus skips­førari. Eftir tað var hann eitt stutt skifti við mammu­beiggjanum, Jógv­ ani í Nornastovu, sum førdi Norðing á skittfiskaveiðu, og so sigldi Hanus hjá Kosan­ gas fram til 1970. Tá var ætlanin hjá honum at vera heima eitt skifti fyri at fáa húsini upp. Hanus plag­ ar at siga, at tað tók longri tíð hjá honum at fáa hús­ini upp, enn hann hevði rokn­ að við, tí tað var um hesa tíðina, at hann fyrstu ferð kom í sambandi við Strand­ ferðsluna, har lívsstarvið hjá honum vísti seg at verða. Fyrst var hann avloysari á Pride í nakrar vikur, so var hann á Strandferðslu um­sitingini í Klaksvík, sum Kjartan hjá Olafi á Stong­ unum umsat. Kjartan doyði skjótt eftir, at Hanus var kom­in hagar. Tá ið landið so yvirtók Strandferðsluna, fylgdi Hanus við, og har var hann inntil í 1976. Okk­ urt stutt skifti hevði hann loyst av umborð á Strand­ faraskipunum. Hann gjørdist stýrimaður umborð á Smyrli í 1976, í 1978 loysti hann fyrstu ferð av á brúnni, og síðani Teistin varð keyptur í 1980, hevur Hanus verið skipari á størstu skipunum hjá SL. Tey fyrru árini vóru teir rættuliga víða. Umframt at røkja væl umtóktu Skot­ lands siglingina sigldu teir eitt skifti úr Aberdeen og norður til Hetlands og Orknoyggjarnar. Eina ferð vóru teir í Trinidad, eitt skifti sigldu teir upp á Áland, teir sigldu í Danmark - Århus- Ecker Förde, Odder-Ebeltoft og Grenå-Hundested - og eitt stutt skifti vóru teir í sigling í Íslandi, har teir fluttu ferða­ fólk út í Oyggjarnar. Kona Hanus er Elin fødd Brekku og ættað av Eiði. Børnini hjá teimum eru Jógv­ an, sum er føddur jóla­dag í 1965, Karin í 1970, Rógvi í 1972 og Annika í 1976. Hanus eigur sjey abba­børn. Hanus hevur verið trúgvur í KFUM í Klaksvík. Í frítíðini hevur honum dámað væl at ver­ið á floti, og so hava Hanus og familjan verið nógv í húsunum, sum tey eiga í Mikladali. Í nøkur ár var Hanus Lass­ en nevndarlimur í Starvs­ mannafelagnum. Hann hevur verið á fólkaflokslistanum í Norðoyum, og tað fall soleiðis, at hann eina ferð møtti sum avloysari á tingi í eina viku. J Hanus Lassen 65 ár Marianna Nielsen í Sandavági andaðist á Ellisheiminum í Vágum 27. desember, 82 ára gomul. Kistan fer av Ellisheiminum í kirkjuna hóskvøldið kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Sandavágs kirkju fríggjadagin 30. desember kl. 13.00. Pauli, Sólgerð, Sofus og Ann