mikudagur 28. desember 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 249 - 28. desember 2005
Gøtur okkara krossast á so
ymiskan hátt, og fari eg at lýsa
vinmannin Jens Christian, sum
veiðimannin, tað var hann eg
kendi best, og eg hugsi, at í veiði
manninum møtur tú lyndiseyð
kennum, ið sermerkja persónin.
At tað er gott fyri sál og sinn,
at fara sær ein túr á flot ella í
hagan, eru ikki fleiri meiningar
um, í løtum at koma burtur úr
arbeiðnum og gerandisdegnum
treingja vit øll til, men at geva
sær stundir at fara avstað er ofta
tungt, serliga um veturin.
So er tó ikki hjá harumonnu
num, sum báðar ársins síðstu
mánaðarnir, gera rættuligar haga
túrar. Hagatúrar, sum eru ríkir á
so mangan hátt, við náttúruupp
livingum, fongi og vinarlagi.
Hóast vit høvdu fleiri túrar sam
an í báti, so er tað hagatúrarnar
eg fari at lýsa nærri. Á veiðuferð
lærir tú felagarnar at kenna, bæði
í viðgongd og mótburði, sært
hvussu maðurin roynist, um hann
er djarvur, knappur, umhugsin
og áhaldin, og hvat um hann er
pøstur, hvussu er atburðurin tá.
Tað merktist har í Jens Christian
var, hann bæði hoyrdist og sást, tí
hann var so livandi.
Ongantíð havi eg verið saman
við spentari manni enn Jens
Christian, og túrarnar høvdu vit
mangar í haganum á haruveiðu,
tí vit vóru í felag í 15 ár. Saman
við 2-3 øðrum feløgum, ið skiftu
nakað frá ári til annað.
Ongin kundi sum hann, í góð
ari tíð undan veiðitíðini rógva
framundir komandi sæsong,
hann kundi við orðum mála all
ar teir spennandi tilburðirnar
frá undanfarnu veiðiferðum, so
livandi, at tað var ein fragd at
hoyra, sjálvt um søgan var søgd
fleiri ferðir áður. Líka spentur á
hvørjum ári, og ikki var tað frítt,
at bilurin eisini varð riggaður til
árstíðina.
Spentur var tú, og harafturat
morgunmaður, so lógu vit fyri
at fara, var tú í telefonini væl
fyri lýsing, fyri at viga líkindini
o.s.fr.
Túrarnir vóru so ymiskir, flestu
í góðum líkindum og við hampu
ligum fongi, men teir ið viku frá
standa klárast í minninum.
Ikki minst túrurin tú gjørdi av
Elduvíksnesi og niðan í Múlan
á sinni, (tann dagin Dam’ma-
veitslan var), hoyrdi eg mangan
fyri at eg ikki kom við. Líkindini
vóru ongi, og hóast eg ikki plagdi
at sýta, so helt eg meg heima tann
dagin, og havi eg angra tað síðani,
tí tað var dagurin, við tí skjóta og
stóra fonginum, tað kvøldið gekk
tú fattur sum ein pávi.
Túrar vóru gjørdir, har vit
løgdu ov nógv fyri, komu okkum
í óføri, so varsemi skuldi til fyri
at koma burtur úr trongstøðuni.
Ein kavatúrur bleiv nakað
drúgvur, hált í erva og tøssut í
neðra, kreftirnar gingu undan
og myrkur kom á, ta ferðina
gingu vit longi aftaná at vit vóru
lúgvaðir, men oman komu vit í
øllum góðum, ongantíð var ølin
so góð sum hon, ið tá bíðaði okk
um.
Nógv tók tú at tær, sum túrin
í Byrgishaganum, tá tú snávaði
og breyt rivjabein, so var onki
við at gevast, “nei, brotin riv eru
sum brotnir fingrar, 10 dagar at
lekja” segði tú, og setti kósina
niðan á Gásafelli.
Túrurin hjá okkum fyri 3 árum
síðani, kundi gjørst tær endaligur,
tá tú fekst blóðtøpp, men tú komst
tó oman í øllum góðum.
Síðani fekst tú aðrar tregar at
stríðast við, so beinleiðis hagatúr
bleiv tað ikki til hjá okkum báð
um eftir tann dag, men væl fylgdi
tú við hvussu gekst hjá feløg
unum.
Eisini vóru tað tær stillu løt
urnar, hvíldarløturnar, tá vit
høvdu gingið okkum heitar, tá
at sita ovast uppi undir einum
fjallshamri, og síggja skarðutu
fjallarøðirnar, oyggjaskap og
sund, í einum heilt øðrum og
spennandi skapi, løtur í hugtóku,
og sum vitja aftur í huganum.
Stundum gekk tú egnar leiðir,
hóast vit framm anundan høvdu
avrátt ódnirnar, og at niðasti
maður avgjørdi ferðina, so var
tað bara galdandi til tú knappliga
fekk snevulin av onkrum, og var
ikki til at steðga, sjálvt um vit
vóru fleiri ið bíðaðu. Sigast skal
tó, at ikki so sjáldan góvu hesar
útfluktirnar fong
Tað má kallast faðirliga umsorg
an, tá eg ein kavadagin var vorðin
heldur stirdur og hevði sett mær
fyri at gevast, og boðini vóru,
“kom her so skal eg heita teg”,
og eg bleiv ruspaður.
Tá so veiðidagurin var av, fong
urin handlaður og býttur, og vit
sótu heima hjá Eydnu og reyp
aðu yvir einum súpanartalerki,
ongantíð var maðurin meira
livandi enn tá, har hann í kæti
manaði fram ta einu hendingina
fyri og aðra eftir, um atburð
sum gav fong ella haruna ið
slapp, á ein so mikið livandi
hátt, at áhoyraraskarin umframt
harumanningina, altíð taldi alt
húsfólkið, og stundum meira.
Nú er Jens Christian so farin,
vit standa eftir við minnimum um
ein persón, ið ikki náddi nakran
høgan aldur, men sum livdi so
mikið intenst, at honum untist at
uppliva meira enn tey flestu.
Vit drýpa høvur í samkenslu
við konu og børnum, Ásu, Maik
en, Petur Eyðun, Martin og Jan
Eli við familiu.
Hans Dávid Dam
Jens Christian Dam til minnis
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Annika Bolton Mortensen, Tvøroyri:
Prógv sum Multi-Media
Journalist
Annika Bolton Mortensen,
Tvøroyri, tók tann 4.
novemb er 2005 prógv sum
”Ba (Hons) Multi-Media
Journalist” á ”Bournemounth
University” í Onglandi.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á
ymiskan hátt gleddu okkum á gullbrúdleyps
degnum 12. november 2005.
Vit ynskja øllum eitt Harrans signað nýggj
ár.
Sonja og John Petersen
Trongisvágur
Menniskja vorðin ein lutur
amboð
ein leirklumpur í hondunum á
valdsharrum,spekulantum
tilevna hesar lutir
til júst tað
hesir hava tørv á
menniskju verða givin
eginleikar
sum deyðir lutir
djór verða givin
eginleikar
sum menniskju
kunnu lutirnir ikki brúkast
ónýtuligir
verða tveittir á ruskdungan
tirvdir og gloymdir
samvitskan rekur fyri vág og vind
finnur ongan bústað
í valdsharra- og spekulantahjørtum
spekulantar tilevna leirklumpar
til kør og kerald
fylla tey á tremur
síðan tey tøma og knúsa
verða aftur tilevnað
kapitalismunnar ónda ringrás
fjøldin svevur
og letur seg tøla
av høgrarákinum
kapitalistisku snillingunum
men nú er stundin komin til handa
aftur verða
eitt virki sjálvstøðugt hugsandi
menniskja
niðurberja trælahandilin, trælalívið
pamparaveldið og tess leigusveinar
høgrarákið leggur ein myrkan
deyðsskugga
niður yvir samhaldsføstu
sosialismuna
socialismunnar aðalhyrnissteinur
krevur
at øll menniskju verða
fræls og sjálvstøðug
ikki eitt ílat ella amboð
í hondunum á valdsharrum og
spekulantum
høgrarákið,privatkapitalisman
drepur,oyðir og eitrar
alla mannaættina
fær tørvhungurin at vaksa
gerst størri og størri
marglætishjartað stendur at bresta
aftur hetta árið
vann privatkapitalisman
eitrandi høgrarákið stórsigur
arbeiðarafjøldin, proletararnir
svølta
bløða út
spekulantar við øllum snildum
tøma trogið
privatiseringsgudar í hvørjum
skýmaskoti
hava góðar dagar
úr tonnum spekulanta-ríkmanna-
kraddaraevjan rennur
ránsveiðusnillingarnir flenna
arbeiðarastættin stendur
nektaður eftir
men nú er ovboðið
stríðshuga til verka fara
og niðurberja órættvísi!
Trælatíðin er liðug ella ?
Sólmundur Joensen
Privatkapitalistiska høgrarákið