Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. desember 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 1. Kim Hansen – Alt Á fløguni “Alt” savnar ein tann best umtókti føroyski tón­leikarin og sangarin Kim Han­sen alt, ið hann hevur inn­spælt á eini fløgu. Fløg­an er vorðin fólkaogn, eins og nógv av løgunum hjá Kim eru vorðin tað. Fløgan lá í nógvar vikur ovast á sølu­listanum og var fastur gest­ur í ovaru helvt á list­anum í fleiri mánaðir. Hetta er nóg mikið til at gera fløguna til mest seldu fløguna í ár. 2. Ymisk - Popplist 4 Fjórða fløgan í røðini av popplist fløgum hjá 3’ara­ num og TUTL eitur Popplist 4. Fløgan er á tremur við góðum føroyskum løgum, har­ av eru nógv ikki útgivin áð­ur, løg sum “Forever and Bey­ond” hjá Makrel, “Eitt veittiii” hjá Orkestriiinum her Vestriii, “For lekkur til prixið” hjá Jan og Ják­up. og “They did you wrong” hjá Eyð Berghamar Jacobsen. Hetta hevur verið við til at leggja fløguna ovast á sølu­listan í nógvar vikur og at gera hana til næst mest seldu fløgu seinasta árið. 3. Ólavur á Váli – Lívsins Land Ólavur á Váli andaðist 19. febr­uar í ár. Í sambandi við føðingardagin, tá hesin fjøl­broytti listamaðurin hevði verið 50 ár í august, gav Evangeliska Røddin út fløg­una Lívsins Land, ið er ein savnsfløga við sangum, ið Ólavur syngur einsamallur og saman við eitt nú Nico­ demussangbólkinum, Dup­ult­ kvartettini og á Váli fam­ iljuni. 14 av sangunum eru ikki givnir út áður. Fløgan lá í fleiri vikur ovast á sølu­listanum hjá 3’aranum og er nógv mest selda fløgan hjá Evangelisku Røddini nakr­antíð. Á sølulistanum fyri 2005 liggur Lívsins Land á 3. plássi. 4. Poppkorn – Poppkorn Gentubólkurin av Sandi, Popp­korn góvu sína fyrstu fløgu út fyrst í desember mán­að, men longu nú er fløg­an hjá bólkinum 4. mest selda fløga á árinum, so hon hevur ivaleyst ligið und­ir mongum jólatræið í ár. Poppkorn spældu fyrstu ferð á MjúS festivalinum á Sandi, síðan tá hevur bólk­ ur­in ment seg nógv og hevur spælt á nógvum konsertum. Lag­ið “Sjeikurin” hevur lig­ ið ovast á 15 teimum bestu í nakrar vikur, og tær eru alsamt vorðnar eitt størri navn á føroyska tón­leika­ palli­num. Við royndum og dugna­ligum monnum, sum Kára Jac­obsen og Eyðfinn Jensen aft­an fyri seg er talan um eitt væl gjøgnumført popp konsept. 5. Árni og Marnar – Andaligir sangir Brøðurnir Árni og Marner Andreasen eru best kendir inn­an dansitónleik og úr kult­bólkinum Black Birds, men á fløguni “Andaligir sang­ir” er dansigólvið skift út við útimøtið, tí her tolka teir klassisk úti­møti løg hjá Frelsunnar Heri­num. Teir hava rakt før­oyska marknaðin beint á nøsina, og eiga 5. mest seldu fløguna á árinum í 3’aranum. Tað tykist sum um alt, ið Árni og Marner nema við verður eitt hitt. Niels Uni Dam, nielsuni@sosialurin.fo Nú árið 2005 er um at vera runnið, gera vit fløgusøluna upp. Føroya størsti fløgu handil 3-arin í SMS hev­ur hvørja viku ein lista yvir mest seldu fløgurnar. Í Planet blað­num hava vit fylgt við í hesum lista, og eisini á planet.fo er list­in viðgjørdur hvørja viku. Í dag hyggja vit at, hvørjar fløgur hava selt mest í 2005, sambært sølu­ tølunum hjá 3’aranum. Hetta hevur verið eitt frálíkt før­oyskt tónleikaár, við hópin av festivalum og væl vitjaðum kon­sertum kring allar Føroyar. Eis­ini eru hópin av nýggjum og spenn­andi bólkum byrjaðir at gera um seg. Framstigini í føroyskum tón­leiki síggjast eisini aftur í sølu­tølunum, har føroyskar fløgur eiga øll tey fimm ovastu plássini. Ein­astu útlendsku fløgurnar, ið eru við millum tíg­ gju tær ovastu, eru Now 14 og 12, á sætta og níggjunda plássi. Av føroyskum fløgum, ið telj­ast millum tíggju tær mest seldu, uttan at sleppa upp í part mill­um fimm tær bestu, eru Dynamit, Annika Hoydal og 200. Fimm tær mest seldu fløgurnar á sølulistanum hjá 3’aranum eru føroyskar. Hetta boðar frá, at áhugin millum fløgukeyparar fyri føroyskum fløgum er stórur Fløgusølan í 2005