Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. desember 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Tekniski Skúlin, hárfríðkanardeildin: Flott og sera kreativ framsýning - innan stíl, skap og liting Hóskvøldið 1. des­em­ ber var ein spennandi fram­sýning av einari verk­ætlan hjá annað árs­lærlingum á Hár­ fríðk­anardeildini á Tekn­ iska Skúla í Havn Framsýning Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Framsýningin byrjaði við at hárfríðkanarlærlingarnir pre­senteraðu seg og søgdu frá, hvat tær fóru at sýna fram. Tær skuldu arbeiða við einum ávísum evni, har uppgávan var at skapa eina heildarmynd av einum um­hvørvið saman við einari mo­dell. Evnini hetta kvøldið vóru: Afrika, Havið, Vetur, Strond, Catwalk, Cowboy, Brúð­ur 2050, Skógar-álvur og Galla. Síðan komu modellirnar inn, og tað má sigast, at hugflogið var væl brúkt - tað var stuttligt at síggja hvussu fjølbroytt og kreativt tær høvdu arb­eitt við hár, makeup, body­paint og klæðum. Sam­anspælið ímillum hes­ ar 9 lærlingarnar var sera væl eydnað, bæði við tónleikinum og fram­førsl­ uni. Tað er soleiðis, at á skúla­ num læra lærlingarnir at hugsa keativt og at síggja kund­an sum eina heild. Hár­ið er ein partur av sam­ leika­num hjá teimum flestu. Lærutíðin er tilsamans fýra ár, harav ganga lær­ling­ ar­nir 60 vikur á Tekniska Skúla­num, har m.a. lært verð­ur um tað søguliga í samband við móta, móta­rák, um stíl og um at arb­eiða kreativt/dekorativt. Tí er tað ein spennandi av­bjóðing fyri lærlingarnar at sleppa at prýða eina modell, akkurát sum tær sjálv­ar ynskja. Hesar modellirnar vóru flottar og heildarmyndin sera góð og kreativ. Her standa frisørlærlingarnir við hvør sín bás, áðrenn modellirnar komu inn at sýna fram