mikudagur 28. desember 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Niels Uni Dam,
nielsuni@sosialurin.fo
mynd: Símun Jóanesarson
Høgni Lisberg er ein tann
gávuríkasti føroyski tóna
smiðurin. Hetta var eyðsýnt
á fyrstu fløguni »Most Beau
tiful Things«, ið Høgni gav
út fyri nøkrum árum síðan,
og á nýggju fløguni »Mor
ning Dew« vísir Høgni enn
einaferð, hvussu gávuríkur
hann er. 28. november kom
fløgan út, eg fekk hana um
tað mundið, og tað er ikki
fyrr enn nú aftan á, at
eg havi lurtað 15 ferðir
eftir fløguni, at eg meti
meg
kunna
ummæla
hana.
Longu tá eg hevði lurtað
eina ferð eftir fløguni,
vóru trý løg, ið fangaðu.
Vakra »Morning Dew«, »Ráa
rokklagið »Learn To Ride
On Waves« og Oasiskenda
tulkingin av »All along The
Watchtower« hjá Bob Dylan
Nógv mentur
Høgni hevur ment seg sum
lagasmið, sum sangara og
gittarleikara síðan fyrru
útgávuna, og hetta kemur
til sjóndar í nógvum løgum
m.a. í teirri fantastiska
vøkru balladuni »Morning
Dew«. Lagið er óvanliga vak
urt og næstan gandakent. Á
hesum lagnum koma gávurnar
hjá ljóðblandaranum og sam-
framleiðslustjóranum
Óla
Poulsen serliga til sín
rætt. Styrkin og veikleikin
hjá
Óla
Poulsen
liggja
vanliga eftir mínari meting
í tí vakra og poppkenda,
og á hesum lagnum gerst
vakurleikin stórsligin á
heilt rættan hátt. Hetta
er tíanverri eitt av teimum
fáu støðunum á fløguni, at
nakað ordiliga gott kemur
burtur úr hesum samstarvi.
Nógv penari
Fyrra fløgan hjá Høgna var
eitt sindur rá og hvøss í
kantunum, upptøkur og ljóð
bland tyktust so erlig og
vøkur á ein skitnan hátt.
Hetta riggaði væl bæði til
tónleikin og til røddina
hjá Høgna. Innanfyri hetta
slagið av Singer/Songwriter
tónleiki eru so øgiliga
nógv, ið bjóða seg fram.
Men »The Most Beautiful
Things« breyt frá og var
eitt sindur serlig. Nýggja
fløgan er tíanverri nógv
»penari«
framleidd,
og
hetta ger, at nógv av
teimum annars góðu løgunum
detta burtur ímillum. Tey
eru ikki ring, men heldur
ikki so fangandi. Satt at
siga, hevði eg lurtað 10
ferð eftir fløguni uttan at
hava nakra meining um nógv
av løgunum. Tey gjørdust
næstan av sær sjálvum bak
grundstónleikur. Ikki tí
hetta nýtist at vera ringt,
men tað er torført at ummæla
og løgini hjá Høgna hava
uppiborið okkurt betur. Tí
setti eg meg niður og
lurtaði heldur neyvari. Eg
hvakk eitt sindur við, tá eg
dugdi at syngja við í flest
øllum av teimum løgunum, ið
eg annars ikki hevði nakra
meining um.
Eitt sindur óheppið
Eg haldi ljóðblandið í støð
um vera rættiliga óheppið.
Tí fleiri av løgunum eru
góð poppkend løg, so sum
kovboybandittalagið
»Just
Dig« og fitta lagið »Love
Letters« ella góða popplag
ið Desert. Hesi løg vunnu
øll nógv við neyvu lurt
anini. Serliga vakra Love
Letters, ið er ein duett
við songkvinnuna Janu Hjall
grímsdóttir, ið er best
kend úr bólkinum Marigold.
Røddirnar hjá Høgna og Janu
rigga væl saman, og duettin
klæðir fløguni. Men hetta
er ljóblandað so fitt og
pent, at tað onkursvegna
gerst keðiligt. Hetta gerst
serliga sjónligt í lagnum
Stargazers, ið sjálvt ikki
við neyvum gjøgnumlurtanum
megnar at vinna meg sum
áhoyrara, tað er stutt sagt
ov keðiligt.
Á »Viva La Republica« hjá
200 vísti Óli Poulsen heilt
óvæntaðar dygdir, tá tað
snýr seg um at ljóðblanda
ráan og larmandi rokktón
leik soleiðis, at hann ljóð
ar sum poppur, og um hann
er nóg skitin missur hann
ikki sítt rokkvirði. Hesar
dygdir
koma
eisini
til
sjóndar á lagnum »Learning
To Ride On Waves«. Hetta
er nógv tað besta lagið á
fløguni, og er so skitið og
rátt, at sjálvt ikki popp
fingrarnar hjá Óla megna
at taka hetta frá lagnum.
Men tað er samstundis eins
og 200 fløgan nóg poppkent
til, at breiða fjøldin kann
svølgja tað.
Ein frægd fyri
rokkoyra
Eisini tulkingin av »All
Along The Watchtower« er
frálík.
Hetta
er
besta
útgáva, ið eg havi hoyrt
av lagnum, og við greiðum
ávísing til Oasis er Dylan
klassikarin eitt sonn frægd
fyri rokkoyra. Høgni syngur
lagið, sum um hann átti
tað. Eg haldi, at henda
djarva
tolkingin
vísir
hvussu dugnaligur 23 ára
gamli leirvíkingurin er,
ikki bert sum lagasmiður,
men eisini sum sangari og
tónleikari.
Ein fløga eg eri
góður við
Heildarupplivingin er merkt
av, at trý av løgunum eru
heilt fantastisk. Tey eru
av sovorðnari dygd, at øll
áttu at átt fløguna. Restin
av fløguni er í støðum
heilt góð, og ongastaðni
ring. Hetta er ein fløga,
ið nærum øll kunnu lurta
eftir, og sum eg eri vorðin
sera góður við. Tó sakni eg
skitna Høgna.
Morgundøggin
er vøkur
Á fløguni Morning Dew hjá Høgna Lisberg eru trý løg, ið øll kundu kappast um at gerast
ársins lag í Føroyum, hetta var greitt longu tá, at eg hevði lurtað eftir fløguni eina
ferð, men álíkavæl er hetta ivaleyst truplasta fløga at ummæla, ið eg nakrantíð havi ummælt