Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-28, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. desember 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Svimja saman við krokodillum Í Cango Wildlife Ranch, sum liggur í Cape Town í Suðurafrika, hava fólk møguleikan at svimja saman við livandi krokodillum, sum eru tiknar úr Nilánni. Her verður ein vitjandi í djórðagarði­ num sleptur niður í ein hyl, har fýra krokodillur svimja. Kvinnan er í einum búri, sum skal verja hana ímóti krokodillunum, men tað man krevja eitt sindur av móti at lata seg fara niður í hylin saman við krokodillunum. (Mynd: Scanpix) Formurin skal haldast á jólum Jólini hava nógvar freistingar við sær. Góður matur er at fáa allastaðni, og fólk plaga ikki at halda seg aftur við at eta júst á jólum. Soleiðis er ivaleyst hjá teimum kendu eisini, men form­ ur­in skal eisini haldast á jólum, og sjónleikarin Matthew Perry gongur íðin til venjingar í eini venjingarmiðstøð í Beverly Hills. Á myndini er Perry, sum er kendur frá røðini Vinir, á veg frá venjing, og hann ásannar helst, at tað krevur eitt sindur at halda seg í form – eisini í jólamá­ naðinum. (Mynd: Mavrixphoto.com) Risa høggu­ slokk­­ur sýndur fram Hesin risastóra høgguslokkurin verður sýndur fram á Melbourne Museum í Australia. Smá­ gent­an smæðist ikki tann stóra høgguslokkin, sum varð fangaður nærindis Tasmania. Høgguslokkar av hesum slagnum kunnu ger­ast upp í 18 metrar langir, og teir kunnu viga meira enn 300 kilo. Høgguslokkurin, sum kann síggjast í Melbourne er 10 metrar langur. Høggu­slokkar sum hesir kunnu liva í eini dýpd á 1 kilometur, men júst hesin kom í eina nót hjá einum fiskimanni av Tasmania. (Mynd: Scanpix) Seinastu vikurnar hevur stór­ filmurin um King Kong verið tann best umtókti biograffilmu­ rin kring heimin. Peter Jackson, sum var leik­ stjóri til teir tríggjar filmarnar um Ringanna Harra, hevur aft­ur verið upp á spæl, og hann hevur framleitt ein fram­ úr­skarndi film burtur úr gomlu søg­uni um King Kong. Hóast filmurin er stórsligin, og King Kong millum annað ger um seg í New York, so eru nógvar av upptøkunum í filmi­ num gjørdar í filmsstudio, og har verður ofta tikið upp ímóti ein­um grønum skýggja, har bak­grunin í pallsetingini síðani verður løgd inn við teldu. Tøknin, sum verður brúkt til at framleiða slíkar stórslignar film­ar sum King Kong, er sera framkomin, og úrslitið á hvíta tjaldinum er sera veru­leika­ kent. Filmur er ein illusion, men tað er gott handverk, og tað undirheldur milliónatals fólk kring allan heimin. av king kong Til upptøkur Her er tað King Kong, sum hevur fingið fingrarnar í Naomi Watts. Pallsetingin er nakað væl meira dramatisk, eftir hon er gjørd liðug á teldu Peter Jackson leggur lag, tá ið upptøkur verða gjørdar í filmsstudio