mikudagur 28. desember 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 249 - 28. desember 2005
Nýggjárskonsertin
2. jólakvøld var ikki
ein vanlig nýggjárs
konsert. Bólkarnir,
sum spældu, vóru
mannaðir við ungum
tónleikarum, ið allir
lýstu av spæligleði.
Blottarar, punkarar,
óndskapur, sveitti,
kærleiki - skráin var
fjølbroytt frá fittum
poppi til harðasta
deyðsmálmstónleik.
Konsertummæli
Orð: Høgni Reistrup,
myndir: Álvur Haraldsen
Lýst varð við at nýggjárs
konsertin byrjaði klokkan
23:30, men ikki fyrr enn hálv
an tíma seinni vóru dyrnar
lætnar upp fyri teimum
ótolnu tannáringunum, sum
stóðu og bíðaðu uttanfyri í
kuldanum. Eini tríhundrað
fólk vóru komin, tá fyrsti
bólkurin fór á pallin og eft
ir hetta streymaðu fólk til,
so at talið av áskoðarum
náddi uppum túsund. Nógv
fólk, men ikki so løgið,
tí bólkarnir, sum spældu,
vóru spennandi ungir bólkar,
ikki heilt nýggir, men, sam
anborið við undanfarnu
nýggjárskonsertir, nærum
nýføðingar.
Fyriskipararnir av kon
sertini hava rós uppiborið
fyri stórt dirvi í valinum av
bólkum. Tað kann tykjast ov
lætt at brúka gamlar bólkar,
sum fólk kenna út og inn,
og sum fyriskipararnir vita
at fólk gjarna vilja hoyra.
Harafturímóti krevur tað
dirvi at taka lutfalsliga
nýggjar bólkar, sum ikki
allir venda sær til ta breiðu
fjøldina, við á nýggjárskon
sertina. Nýggju evnaríku
bólkarnir eru eitt prógv
um, at føroyskur tónleikur
stórtrívist, og tí er tað umráð
andi at teir sleppa framat tá
skipað verður fyri stórum
tiltøkum.
Tað er eingin loyna at
bólkurin PállFinnurPáll hev
ur drigið nógv fólk til, og
hetta sást eisini aftur í teirra
framførslu. Eisini bólkar
sum The Dreams og Lama
Sea hava gjørt sítt til at so
nógv ungfólk varð savnað
á Nabb.
“Summer of 2005”
Fyrsti bólkur á pallin var The
Dreams. Trioin hevði ein
gestatónleikara við á gittar og
sang, Heina Gilston Corfitz
Andersen forsangara í rokk/
punk bólkinum Paradox.
Sjálvt um áskoðararnir ikki
vóru so nógvir í tali, fingu
The Dreams rættuliga lív í
fjøldina við teirra melidiøsa
popp/punk tónleiki. Løgini
eru so gott sum øll sera
stutt, og tað riggaði væl.
Høvdu sangirnir verið
longri, høvdu teir ikki verið
líka áhugaverdir, teir høvdu
mist tann intensitetin sum er
gjøgnumgangandi í øllum
løgunum hjá The Dreams.
Tekstirnir hjá forsangar
anum Hans Edward Andrea
sen vóru ikki so týðuligir, og
hetta er spell av tí fleiri av
tekstunum eru rættuliga stutt
ligir. Orsøkin til ótýðuliga
tekstin var ikki bara úttala,
men eisini ljóðið ígjøgnum
anleggið, sum var vánaligt
hjá næstan øllum bólkunum.
Bassleikarin í bólkinum
Eirikur Gilston Corfitz And
ersen sang aðrurødd í øllum
sangunum, og er tað ein
týðandi partur av samlaði
ljóðmyndini, men hann
hoyrdist alt ov illa gjøgnum
alla framførsluna, harmiligt
tí tær eru væl gjørdar og
hann syngur væl.
Fyri at gera ilt verri,
var mikrofonin hjá Heina
Gilston Corfitz Andersen
ikki tendrað tá hann sang
eitt egið lag. Tað var ikki
fyrr enn aftaná eina góða
løtu, at mikrofonin bleiv
tendrað. Deiligt at síggja
ein so ungan drong við so
nógvum sjálvsáliti. Tá hann
stendur á pallinum og syng
ur av allar megi skuldi man
ikki trú at hann hevði gjørt
annað. The Dreams end
aðu við einum coverlagi
“Summer of 69” hjá Bryan
Adams, ein tulking sum var
skraddaraseymað til stílin
hjá bólkinum. The Dreams
fingu sangin at ljóða sum
“Summer of 2005”
Eftir eina góða byrjan
kom lýsingarbólkurin The
Message á pallin. Bólkurin
spældi einans 4 løg har
meir enn helmingurin
var coverløg. Bólkurin
spældi útmerkað, men fekk
ongantíð áskoðararnar við.
Forsangarin Janus Rasmus
sen, sum eisini er forsangari
í Lama Sea kláraði seg væl
á pallinum. Harafturat var
tað eisini ein fragd at hoyra
Benjamin Petersen á gittara.
Nógv fólk var komið tá The
Message spældi, og tí tykist
tað eitt sindur løgið, at The
Dreams skuldi spæla fyrst.
Tað hevði rigga betur um
The Message og The Dreams
høvdu býtt um.
Livandi framførsla
The Story Ends er ein løgin
bólkur. Forsangarin stend
ur í vinstru síðu og ikki í
miðjuni sum vanligt. Ístaðin
stendur, ella rættari, hoppar
gittarleikarin runt um allan
pallin. Tað sær løgið út, tá
gittarleikarin er staddur har
forsangarin vanliga stendur,
samstundis sum hann, fullur í
orku, mest av øllum sær út til
at hava beinleiðis samband
við onkran hægri mátt. Stíl
urin hjá bólkinum er feitur,
tað er ilt at seta stílin í ein
serligan bás. Uttan at siga
ov nógv er tónleikurin sera
huglagsmerktur rokkur, við
nógvum góðum detaljum,
sum geva sangunum ein ser
ligan dám. Løgini eru eisini
fangandi og góð.
Tað verður spennandi at
fylgja menningini hjá bólk
inum, tí evnini til at skapa
góðan tónleik eru so avgjørt
til staðar, men tó kann okkurt
gerast betur. Serliga tempoið
er ein trupulleiki. The Story
Ends eru ikki nóg tight og
hava ilt við at halda sama
tempo gjøgnum ein heilan
sang. Tí er tað kanska ráðiligt
at halda eitt sindur aftur við
teimum stóru rørslunum, og
konsentrera seg meira um at
halda tempoið, tó uttan at
fara á kompromis við livandi
framførslurnar.
Deyðsmálmur við
deyðum ljóð
Livandi má man eisini siga
um Sic. Sjálvt um stílurin
deyðsmálmur ikki júst gev
ur hugsamband við nakað
livandi. Framførslan hjá Sic
var full av orku og djevul
skapi. Við langum brølum og
djúpum growlum, sum hevði
fingið flestu røddir til at tagt
eftir stuttari tíð, rúnabant
forsangarin Mikkjal Gaard
Hansen áskoðararnar.
Við rámandi eiðum og
ræðandi tónum fekk Sic
grava tær myrku síðurnar
í áskoðarunum fram, og
Nýtt og gott - einki gamalt