mikudagur 28. desember 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 249 - 28. desember 2005
17
áskoðarunum dámdu tað.
Áskoðararnir flippaðu totalt
út saman við sveittandi tón
leikarunum. Hvar Mikkjal
fær alla orkuna frá er ikki
gott at vita, og tó hann
stýrdi áskoðararnum, kundi
hann ikki stýra ljóðinum, ið
tíanverri als ikki livdi upp
til framførsluna. Manningin
í Sic spælir væl, men ljóði
úteftir var so vánaligt, at tað
var trupult at skilja ljóðførini
frá hvørjum øðrum og trupult
at hoyra hvat teir í heila tikið
spældu. “Hasin monotorurin
er deyður” brølaði Mikkjal
undir framførsluni, og tað
má eisini sigast um ljóðið
úteftir - tað var ikki nóg hart
frá.
Stórt smíl
Munurin á ljóðmyndini
hjá Sic og næsta bólkinum
Lama Sea var sum dagur
og nátt. Við teirra glaða
tónleiki og smittandi spæli
gleði var framførslan hjá
Lama Sea væleydnað. Teir
eru lívligir á pallinum og
løgini avbera góð. Serliga
franska lagið “Demanche”
var einastandandi, nakað
av tí besta teir hava gjørt.
Blásararnir vóru tvífaldaðir
til framførsluna. Afturat
Tróndi Olsen á trompet,
høvdu Lama Sea fingið
hjálp frá dugnaliga trom
boneleikaranum
Dáva
Juul Magnussen. Í franska
sanginum hoyrdist blásar
arnir útmerkað, men í restina
av sangunum hoyrdist ikki
nógv til teir.
Forsangarin Janus Ras
mussen er eitt eindømi í
Føroyskum tónleiki. Fram
førslan hjá honum er egin
og hevur eina sjarmu og
útstráling sum smittar av á
áskoðararnar. Eisini restin av
manningini hevur eina góða
útstráling, serliga smittandi
at síggja Jón Klæmint
Hoffgaard spæla eyðkendu
gittarsoloir við einum stórum
smíli. Seinasta lagið minti
ikki sørt um stílin hjá Guns
N’ Roses. Ikki minst røddin
hjá Janus Rasmussen hevði
nakað av Axl Rose yvir sær
- altíð gott at blíva mintur á,
at 80’ini eisini høvdu sínar
stóru hetjur.
Samanspælið kann gerast
enn betur, og tað verður
tað uttan iva. Bara síðani
Prix Føroyar eru hend stór
framstig. Lama Sea er ein av
Føroya absolutt mest spenn
andi bólkum. Klokkan var
tíanverri vorðin so nógv, at
framførslan hjá Lama Sea
bleiv stytt, til stórt forargilsi
fyri áskoðarafjøldina og
undirritaða.
Fúlir og fittir
Seinasta framførslan var við
PállFinnurPáll, og teir vóru
samstundis høvuðsnavnið
á konsertini. Tað vóru ikki
tey stóru yvirraskilsini í
framførsluni. Fúlar sangir
um abbar, gubbar, bøssar og
blottarar, og fittir sangir um
kærleika. Áðrenn teir fóru
á pall, byrjaðu áskoðararnir
at troka seg fram móti palli
num, og so gott sum allir
áskoðararnir vóru savnaðir,
tá PállFinnurPáll byrjaðu at
spæla.
Áskoðararnir vóru við frá
fyrsta tóna. Teir sungu við
til bæði tað fúla og tað fitta.
Gentur og dreingir dansaðu
stillisliga til grova sangin
“Lær at siga nei” og sungu
inniliga um at steikja heilan
hjá grannanum á eini pannu.
Hetta er orðatilfar sum ikki
er borðbart í loftmiðlunum,
men á konsertum har nógv
ung eru savnað, vísir tað seg
at sangirnir hava ein heilt
serligan eginleika. Sangirnir
geva áskoðarunum eina
kenslu av samanhaldi. Tey
ungu kenna sangirnar, og
saman syngja tey um alt tað
tey ikki mugu lurta eftir.
Ótrúligt at hugsa sær, at
sangirnir eru vorðnir fólka
ogn aftaná allar tær hvøssu
atfinningarnar, sum tekstirnir
fingu frá ummælarum og øðr
um í byrjanini. Í dag stendur
PállFinnurPáll sum ein tann
størsti bólkurin í Føroyum.
Hvør skuldi trúð tí, tá Páll
Oddur og Finnur stoltir
sungu sínar fúlu sangir fyri
áskoðarum, sum í fleiri før
um rýmdu mitt undir kon
sertunum, tí tekstirnir vóru
ov ónærisligir og fúlir, ella
kanska bara erligir og bein
raknir.
Bólkar við framtíð
Bólkurin hevur trumlað
fleiri tabuir, og leikur steðg
ar ikki her. Teir halda á
fram við at boða teirra boð
skap um misbrúkt børn og
kærleika, tí tað er alt ein part
ur av veruleikanum. Nýggj
árskonsertin 2005 gjørdist
ein slóðbrótandi konsert, har
ungu evnaríku bólkarnir av
røttum fingu rásarúm. Hesir
bólkar og aðrir við hava
visiónirnar og evnini til at
menna føroyskan tónleik
framyvir – hettar er ein gong
leið.