Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-28, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. desember 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 249 - 28. desember 2005 - Við eini eginogn upp á 18 miljardir danskar krónur, verður Kaupthing nógv tann størsti bankin á føroyska marknaðinum, sigur Petur Holm, stjóri Vinnulív Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tá ið sáttmálin millum Føroyar og Ísland kemur í gildi til várs, verður virk­semið hjá Kaupthing í Føroyum umskipað, Í 2003 fiskaði línu­ skip­ið, Pison í Klaks­vík, fyri 22,4 miljónir krónur. Í ár er veiðivirðið minni enn ein helming av hesum. – Ein línu­ bátur skal helst ikki skylda meira enn einar 6-7 miljónir krónur, soleiðis sum gongdin er í løtuni, sigur reiðarin, Tórleif Sigurðsson Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað gongur upp og niður í fiskivinnuni. Soleiðis hevur tað altíð verið, og soleiðis fer tað altíð at verða. Í 2003 hevði línuskipið, Pison í Klaksvík, sítt besta ár nakrantíð, og lítil ivi man vera um, at skipið hetta árið setti øll met. Pison fiskaði í 2003 fyri 22,4 miljónir krónur, og tað er helst meira, enn nakar annar føroyskur línubátur áður hevur fiskað fyri í eitt ár. Tann eina túrin í august mánaði í 2003 seldi skipið fyri meira enn 2 miljónir krónur. Hetta var ein av góðu Føroyabanka-túrunum, sum skipið gjørdi hetta heystið. Fiskurin var nógvur, og prísirnir vóru methøgir. Vanliga er august mánaði vánaligur til fiskiskap hjá línubátunum, men hetta árið royndist hesin mánaður betur enn aðrir. Men skjótt kann vendast í fiskivinnuni, tá ið tað gongur niður á bakka. Longu árið eftir, at Pison setti øll met, fiskaði skipið fyri 12,6 miljónir krónur (2003) og í ár, nú árið er liðugt, er veiðivirðið slakar 11 miljónir krónur. Hongur saman Tórleif Sigurðsson er reið­ari á Pison og Kvikki, um­framt at hann eisini er útgerðarmaður hjá Froya, sum er fyrrverandi Jógvan S. Fiskiskapurin hjá Kvikki hevur vanliga verið lakari enn hjá Pison, men í ár hevur Kvikk munin við ein­ um veiðivirði, sum liggur um­leið hálva aðru miljón hægri enn hjá Pison. Tórleif Sigurðsson vísir á, at veiðivirðið hjá Pison í ár er minni enn 50% av veiðivirðinum í 2003. - Kortini hongur raksturin hjá skipunum saman, leggur hann aftrat. Reiðarin veit at siga, at Klakkur, sum er eitt ann­ að línuskip í Klaksvík, í ár hevur fiskað fyri 16,3 milj­ónir krónur, og hann held­ur, at Klakkur avgjørt Tað er ikki líka so áhugavert longur at sigla við føroyskum línubátum, sum tað var fyri tveimum árum síðan, tá ið línuflotin helst hevði sínar bestu dagar nakrantíð Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Vit síggja eina ábending um, at ungir menn, sum sigla við línubátum, fara í land og velja heldur at fara í læru. Orsøkin er, at tað gevur ikki tað sama at vera línumaður í dag, sum fyri bara tveimum árum síðan. Í dag skalt tú vera umborð at kalla hvønn túr, um tú skalt tjena 300.000 krónur í eitt ár. Ert tú fleiri túrar í landi gjøgnum árið, verður inntøkan munandi minni. Tað sigur Tórleif Sig­ urðs­son, sum er reiðari á línubátunum, Pison, Kvikki og Froya, sum er gamli Jógvan S. Hann eigur í Pison og Kvikki og er útgerðarmaður hjá Froya. Aftrat hesum er eisini ein útróðrarbátur, sum hev­ur egningarmaskinu og ein, sum í løtuni roynir við snellu. Fara í læru Reiðarin vísir á, at ungir menn eru farnir í land og hava í staðin valt at fara í læru sum handverkarar av ymiskum slagi. - Eg trúgvi, at fleiri línu­skip í ár koma nið­ ur ímóti teimum 10 milj­ónum krónunum í veiðivirði, og tað gevur ein manningarpart, sum liggur um einar 300.000 krónur fyri alt árið. Línuskipini eru nógvar dagar í sjónum; tey gera millum 22 og 25 túrar um árið. Eru menn í landi onkran túrin inn ímillum, tjenar ein maður líka so nógv í einum vanligum ar­beiði uppi á landi – og tá kann hann sova í síni egnu song hvørja nátt, sigur Tórleif Sigurðsson. Ungir menn fara í land av línubátunum Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Herfyri hoyrdu vit graml um, at línubáturin, Pison, skuldi vera seldur, men tað er ikki rætt. - Pison er ikki seldur, staðfestir reiðarin, Tórleif Sigurðsson í morgun. Spurdur, hvussu søg­ ur­nar um møguliga sølu eru farnar at ganga, sigur reiðarin: - Tað er rætt, at onkur hevur víst skipinum áhuga, og tá hava vit sagt, at alt er til sølu, um prísurin er hin rætti. Tórleif Sigurðsson dugir ikki at siga, um línubáturin verður seldur í nærmastu framtíð. - Nei, tað kann eg einki siga um í løtuni, leggur hann aftrat. Pison er ikki seldur - Alt er til sølu, um prísurin er hin rætti, men Pison er ikki seldur, staðfestir reiðarin, Tórleif Sigurðsson Kaupthing Bank: Ein risi á føroyska - Deildin hjá Kaupthing í Føroyum verður før fyri at loysa uppgávur, ið føroysku peningastovnarnir higartil ikki hava megnað, sigur Petur Holm, stjóri Mynd: Jens Kr. Vang Línuflotin er eink