mikudagur 28. desember 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 249 - 28. desember 2005
19
soleiðis at felagið verður
ein deild hjá Kaupthing
Bank hf. í Íslandi. Sum er,
er Kauphting í Føroyum
eitt dóttirfelag hjá íslendska
bankanum og virkar felagið
í fyrsta lagi sum eitt virðis
brævameklarafelag.
- Nú sáttmálin millum
londini kemur í gildi, fær
deildin eitt bankaloyvi í
Føroyum, sum í fyrsta lagi
hevur við sær, at viðskiftafólk
fáa eina uppaftur betri tæn
astu frá einum av teimum
stóru evropeisku bankunum,
sum Kaupthing Bank nú er
vorðin.
Petur Holm, stjóri, sigur,
at íslendski bankin við eini
eginogn upp á 18 miljardir
danskar krónur verður nógv
tann størsti bankin á føroyska
marknaðinum.
- Soleiðis verður bankin
eisini førur fyri at loysa upp
gávur, ið føroysku peninga
stovnarnir higartil ikki hava
megnað, leggur hann aftrat.
Kaupthing hevur virkað
á føroyska marknaðinum
seinastu 5 árini. Byrjað varð
við ráðgeving í samband við
íløgur í virðisbrøv, síðan
legðist Corporate Finance
og vinnulívsfíggingin til,
og í dag metir Petur Holm,
stjóri, at felagið hevur eini
15% av føroysku vinnu
lívsfíggingini.
Á deildini í Føroyum
starvast frá 1. januar 2006
at rokna 14 fólk.
Vit fara at venda aftur til
Kaupthing í komandi blaði.
liggur í betra endanum hjá
línuskipunum í ár.
Onnur línuskip, sum eisini
hava havt eitt lutfalsliga gott
ár, eru eitt nú Morgunstjørnan
og Sigmundur, sum altíð
liggur ovarliga, tá ið saman
um kemur.
Dýrari rakstur
Reiðarin vísir á, at føstu
útreiðslurnar, sum fara av
óbýttum hjá línuskipunum,
eru nógv øktar seinastu
árini.
- Eitt skip sum Pison
hevur í ár brúkt fyri umleið
1,3 miljónir krónur í
agni og 800.000 krónur í
olju. Taka vit proviant og
landingarútreiðslurnar við,
sum eisini fara av ób‡ttum,
er talan um einar 2,4 miljónir
krónur tilsamans.
Hann sigur, at ein vanligan
túr eru útreiðslurnar, sum
fara av óbýttum hjá einum
skipi sum Pison, einar
150.000 krónur, og hetta eru
einar 30.000-40.000 krónur
meira fyri hvønn túrin, enn
tað hevur verið.
- Við verandi fiskiskapi og
prísi skal eitt línuskip helst
ikki skylda meira enn einar
6-7 miljónir krónur.
Tórleif Sigurðsson sigur,
at Pison fyri fáum árum
síðan er umbygdur fyri 9
miljónir krónur, men við tað,
at tað hevur gingið so væl
hjá skipinum, hevur felagið
eisini goldið nógv niður á
skuldina, soleiðis at skipið
ikki stendur í so nógvum
peningi í dag.
- Jú, enn hongur megin
parturin av línuflotanum
saman fíggjarliga, men
hetta er ikki nakað gullnám
longur, staðfestir reiðarin.
a fíggjarmarknaðinum
ki gullnám longur
- Veiðivirðið hjá Pison í ár er minni enn
50% av veiðivirðinum í 2003. Kortini
hongur raksturin hjá skipunum saman,
staðfestir reiðarin
Atlantic
Navigator
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í Sosialinum herfyri end
urgóvu vit burtur úr einum
brævi, sum manningin
umborð á Atlantic Naviga
tor hevði sent Føroya Fiski
mannafelag og fjølmiðl
unum. Brævið snúði seg um
eina avtalu, sum manningin
segði, at FF og reiðarríið hjá
skipinum høvdu gjørt.
Stutt eftir, at vit á Sosial
inum høvdu fingið hetta
brævið, fingu vit boð um,
at manningin hevði gjørt
av at taka brævið aftur. FF
hevði nevniliga sent skipi
og manning eina fráboðan
um, at avtalan, sum hekk í
messuni umborð á Atlantic
Navigator, tá ið manningin
mynstraði fyrstu ferð, var
afturtikin – og at manningin
tískil var undir sama sáttmála,
sum var galdandi umborð á
Nærabergi.
Hóast brævið, sum mann
ingin á Atlantic Navigator
hevði sent Sosialinum,
soleiðis varð afturkallað,
endurgóvu vit burtur úr hes
um í næst seinastu útgávu
fyri jól.
Formaðurin í Føroya Fiski
mannafelag, Óli Jacobsen,
gjørdi beinanvegin í e-posti
vart við, at hann helt tað
vera skeivt av Sosialinum at
endurgeva burtur úr einum
brævi, sum manningin hevði
tikið aftur.
Óli hevur samstundis
víst á, at tað ikki er rætt,
at Fiskimannafelagið fekk
kaldar føtur, tá ið manningin
umborð á Atlantic Navigator
vendi sær til felagið og
pressuna, tí fráboðanin, sum
felagið sendi umborð á skipið,
var send longu dagin fyri, at
felagið og fjølmiðlarnir fingu
brævið.
Sunnudagin, 18. desem
ber, bað FF í telduposti
skiparan umborð á Atlantic
Navigator boða manningini
frá, at ”sáttmálin hendan
túrin verður tann sami
sum við Nærabergi. Tað
er eingin annar sáttmáli
undirskrivaður. Tá ið hesin
túrurin er liðugur, verður
skipað fyri fundi, har vit
fara at tosa um ein framtíðar
sáttmála fyri tykkum...”
Í teldubrævinum leggur
FF aftrat, at ”best vildi
verið, um manningin velur
sær ein álitismann at tosa
hennara vegna”.
Óli Jacobsen sigur, at FF
í teldubrævi, mánadagin,
19. desember, fekk at vita
frá Atlantic Navigator, at
tey høvdu havt trupulleikar
við meyl-skipanini, og
tí høvdu tey ikki fingið
fráboðanina hjá FF fyrr
enn hendan mánadagin.
- Hetta merkir, at av
tekniskum orsøkum hava
brøvini umskarast, og tí er
grundarlagið fyri umrødda
brævi, sum Sosialurin hevur
endurgivið partar av, burtur,
sigur Óli Jacobsen.
Óli Jacobsen:
Einki grund
arlag undir
brævinum