mikudagur 28. desember 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 249 - 28. desember 2005
Almanna-
og heilsumálaráðið
Løgfrøðingar til Almanna-
og heilsumálaráðið
Av tí, at ein av løgfrøðingum okkara á nýttárinum tekur við nýggjum avbjóðingum,
verður søkt eftir løgfrøðingi til fasta setan í Almanna- og heilsumálaráðnum
skjótast til ber.
Ein annar av okkara løgfrøðingum er í farloyvi, tí verður eisini søkt eftir avloysara
til setan skjótast til ber og til 30. juni 2006.
Sum løgfrøðingur verða uppgávur tínar at tilevna lógaruppskot og uppskot til
kunngerðir, at svara fyrispurningum frá løgtinginum við løgfrøðiligum innihaldi
og at tulka lógir og reglur fyri stovnar undir Ráðnum.
Førleikakrøv:
Tú hevur prógv sum cand. jur. ella cand. merc. jur. Ert tú í ferð við at gera teg
lidnan við lesnað, ert tú eisini vælkomin at søkja.
Starvsroyndir frá miðfyrisitingini ella aðrar løgfrøðiligar starvsroyndir er ein
fyrimunur. Harumframt hevur tú góð samstarvsevnir og evni at orða teg greitt í
skrift og talu, og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.
Hevur tú aðra viðkomandi útbúgving frá lærdum háskúla, og henda lýsing
vekir tín áhuga, skalt tú ikki halda teg aftur at søkja, tí um ongin, sum lýkur
omanfyrinevndu krøv søkir, er møguleiki hjá øðrum at verða sett ístaðin.
Starvið sum løgfrøðingur er áhugavert og mennandi við skiftandi og
fjølbroyttum uppgávum. Starvið er sjálvstøðugt, og tú fært góðar møguleikar fyri
skeiðum og framhaldandi eftirútbúgving.
Lønar- og setanartreytir:
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar-
og løgfrøðingafelagið. Viðmerkjast skal, at setanin fevnir um Almanna- og
heilsumálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur
aðalráð.
Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til:
Almanna- og heilsumálaráðið
Eirargarður 2
FO 100 Tórshavn.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 12. januar 2006 kl.
12.00.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Mohr Hansen, deildarstjóra,
teldupost eydunmh@ahr.fo, tlf. 30 40 50.
Vit draga eina línu • Vit seta skynsemi í hásæti • Vit vilja vita • Vit bróta slóð.
Almanna- og heilsumálaráðið, ið umsitur almannamál, heilsumál og bústaðarmál, veitir
landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika. Í løtuni starvast 32 fólk
í ráðnum.. Sí meira á www.ahr.fo
Bátaskrásetingin
fyri Norðstreymoy
1. januar 2006 verður bátaskrásetingin fyri
Norðstreymoy flutt til Skipaskráseting Føroya,
Heykavegi 6, Postboks 347, 110 Tórshavn.
Skipaskrásetingin hevur tlf. nr. 353030.
Føroya Landfúti,
27. desember 2005
Karen Marie Olesen
Timbursveinur
søkist
Til timburverkstað okkara á Marknoyri í Vági, verð-
ur søkt eftir handverkara, ið kann arbeiða sjálv-
støðugt, og sum kann standa fyri framleiðslu av
timburelementum til sethúsamarknaðin við meira.
Umframt at standa fyri elimentframleiðslu á verk-
staðnum kann viðkomandi í periodum rokna við, at
arbeiða í miðstaðarøkinum.
Hevur hettar tín áhuga, ert tú vælkomin at seta teg
í samband við Herman Olsen á tlf. 212434.
Sp/f S. H. Bygg
v/ Herman Olsen
Limagjald fyri
2006
Limagjaldið fyri 2006 verður óbroytt 600 krónur
um kvartali og fellur til gjaldingar í ávikavist januar,
apríl, juli og oktober.
Møgulig eftirstøða í hesum árinum, eigur at verða
goldin áðrenn 31. desember 2005.
Sjúkrakassi Skála Læknadømis
490 Strendur · Tlf. 449212 · Telefaks 449232
T-post adressa: sjkhil@post.olivant.fo
www.sosialurin.fo