Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-29, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. desember 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 250 - 29. desember 2005 13 Nr. 250 • hósdagur • 29. desember 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Chelsea vann enn einaferð tepurt, og sigursrøðin hjá Liverpool heldur fram. United snávaði ímóti Birmingham Premier League Stefan í Skorini Hóast týdningarmikli mið­ vall­arin Frank Lampard ikki var við á liðnum miku­ kvøldið eydnaðist Chelsea at draga ein tepran sigur í land. Lampard hevur spælt fleiri enn hálvthundrað dystir á rað, men hesuferð var hann somikið sjúkur, at hann ikki kundi spæla. Suverena oddaliðið vann torføra útidystin ímóti Man­ chester City við einum máli móti ongum, og hetta var sjeyndi sigurin á rað hjá Chelsea í landskappingini. Chelsea spældi ikki nakað serliga væl hendan dystin, men hóast eitt væl kempandi City lið gav teimum skarpan gang, lá oddaliðið enn eina­ ferð omaná. Tað var Joe Cole, ið fekk sigursmálið, tá bert tíggju minuttir vóru eftir at leika. Cole er flúgvandi í løtuni og hevur ongantíð víst betri spæl í síni tíð í Chelsea. Venjarin Mourinho metir eisini, at Cole eingin megnar at steðga offensiva miðvallaranum í løtuni. Mourinho segði eftir dystin, at hann hevði verið fegin, um hann bert fekk tað eina stigið við aftur úr Manchester. - Eg trúði alla tíðina uppá, at málið fór at koma, men eg hevði verið nøgdur við eina stigið. Hetta var ein av teimum dystunum, har tú kanst góðtaka ein javnleik. Undir slíkum umstøðum er tað umráðandi, at leikararnir ikki missa høvdið og hava tamarhald á sær sjálvum, segði Mourinho eftir dyst­in. Liverpool fekk níggjunda sigurin Formsterkasta liðið í løtuni er Liverpool. Liðið hevur nú vunnið níggju dystir á rað í landskappingini, men spurningurn er, um tað er nóg mikið at hótta Chelsea, ið ikki vísir nakað tekin um veikleika enn. Chelsea hevur nevniliga bert tapt stig í tveimum av teimum nítjan dystunum, ið eru leikt­ir, meðan Liverpool tapti nógv stig at byrja við í kappingini. Mikukvøldið var Liverpool á vitjan hjá arvafíggindanum Everton, og Liverpool vann 3-1. Peter Crouch legði Liver­pool framum, og Gerrard økti til 2-0. Stutt fyri steðgin minkaði James Beattie um munin til 2- 1. Hetta var fyrsta málið, ið er farið ígjøgnum hjá Liver­pool seinastu níggju landskappingardystirnar. Beint eftir steðgin økti Djibril Cissé til 3-1, og tað var endaliga úrslitið. Ever­ton fekk harumframt tveir leikarar riknar av vølli í seinna hálvleiki, og tað gjørdi ikki uppgávuna lættari. United snávaði úti Manchester United hevði tørv á einum sigri á útivølli ímóti Birmingham, men úrslitið gjørdist javnleikur 2-2. Tað byrjaði annars eftir ætl­an hjá United, men lið­ fel­agarnir hjá Inga Højsted í Birmingham megnaðu tvær ferðir at javna leiðsluna hjá United út. Ruud van Nistelrooy legði United framum eftir bert fimm minuttir, men Jamie Clapham javnaði lítla løtu seinni, og tað var eisini støðan í steðginum. Rooney legði United fram­ um aftur tíggju minuttir inn í seinna hálvleik, og United hevði eisini møguleika at binda um heilan fingur. Men síðani setti Steve Bruce Walter Pandiani á vøllin, og við málinum til 2-2 gav hann Birmingham eitt kærkomið stig. Stuttligt var annars at síggja, at Ole-Gunnar Sol­skjær varð skiftur inn móti endanum. Hetta var hansara fyrsti dystur í nítjan mánaðir, har hann hevur verið illa plágaður av einum knæskaða. Arsenal aftur á beint Eftir at Arsenal hevði tapt tríggjar dystir á rað hevur Wenger nú vunnið tvær ferðir á rað. Arsenal vann stórsigur á Portsmouth, og úrslitið gjørdist 4-0, sum eisini var støðan í steðginum. Veteranurin Dennis Berg­ kamp legði Arsenal á odda, og José Antonio Reyes økti til 2-0, áðrenn Thierry Henry skoraði til bæði 3 og 4-0. Tottenham hevur havt eitt gott kappingarár, og vónin er, at liðið megnar at koma í Champions League fyri fyrstu ferð. Men í gjárkvøldið bragdaði ikki serliga væl, tá teir vóru á vitjan hjá West Bromwich Albion, ið vann 2-0 við tveimum málum frá Kanu. Wigan hevur verið tað stóra yvirraskilsið hetta kapp­ingarárið, og teir vunnu eisini í hesum umfarinum– hesuferð á útivølli ímóti Wigan. Málríkasti dysturin hetta umfarið var ímillum Fulham og Aston Villa, ið leiktu 3-3. Leygardagin er aftur eitt umfar, og tá spæla øll trý oddaliðini á heimavølli. Chelsea tekur ímóti Birming­ ham, United fær vitjan av Bolton og Liverpool møti West Bromwich Albion. Eingin rørir Chelsea Joe Cole hevð enn einaferð ein avgerandi leiklut, tá Chelsea vann tepurt á Manchester City