Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-29, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. desember 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í heyst eru liðin 95 ár, síðan stig vórðu tikin til at stovna Føroya Fiskimannafelag – og nú 1. januar eru liðin 35 ár, síðan Óli Jacobsen gjørdist felagsformaður. – Hetta er ein stórur partur av mínum lívi, eins og hetta er ein stórur partur av tíðini hjá felagnum, segði hann á lands­ fundinum Landsfundur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er fastur táttur hjá Før­ oya Fiskimannafelag at halda landsfund millum jól og nýggjárs, tá ið flestu fiski­ menn eru heima. Fundurin í ár verður hildin í Norðurlandahúsinum í dag, og í morgun hevur fe­lags­for­ maðurin, Óli Jacobsen, eitt nú lagt fram ársfrágreiðing felagsins fyri farna ár. Á hvørjum ári letur felag­ ið skriva og prenta ein snotu­ligan bókling, sum er árs­frágreiðingin fyri árið, sum fer. Undanfarin ár hevur eisini verið vanligt at hava onkran gestarøðara á landsfundinum, og í ár er gestarøðarin, Petur Steingrund, fiskifrøðingur. Merkisdagar Í samband við, at tað í hes­ um døgum eru liðin 95 ár, síðan fiskimenn í Gøtu tóku stig til at stovna Føroya Fiski­ mannafelag, verður í frá­ greiðingini hesaferð eisini nomið við søgu felagsins. Óli Jacobsen greiddi frá, at stigið til at stovna felagið varð tikið við einum brævi, sum í desember 1910 varð sent til fiskimenn um landið við áheitan um at virka fyri stovnan av einum felag fyri fiskimenn. - Arbeitt varð bæði skjótt og væl, tá ið havt verður í huga, at felagið varð stovnað longu 14. november 1911 – og at fyrsti sáttmáli við reið­arafelagið varð gjørdur longu í januar 1912. Hetta er helst fyrsti lønarsáttmáli, sum er gjørdur í Føroyum. Felagsformaðurin helt, at hóast 95 ár bert er eitt hálvrunt tal – um man so kann siga, eigur hetta kortini ikki at verða gloymt. 35 og 40 ár Sjálvur hevur Óli Jacobsen annars tveir merkisdagar nú 1. januar komandi ár. - Tá eru liðin 40 ár, síð­a­n eg á fyrsta sinni varð vald­ ur í felagsstjórnina í Før­ oya Fiskimannafelag sum sýsluformaður fyri Eystur­ oyar sýslu – og somuleiðis eru liðin 35 ár, síðan eg varð valdur til felagsformann. Hann vísti á, at hesi ávika­ vist 40 og 35 árini eru stórur partur av egnum lívi, eins og hetta er ein stórur partur av tíðini, sum felagið hevur ver­ ið til. Á landsfundinum nýtti Óli Jacobsen tí eisini høvi at hugleiða um farna tíð, eins og hann vísti á felagsins niðurstøður fyri farna ár. 14 Nr. 250 - 29. desember 2005 - Røddir hava verið frammi um at fáa eina fastlønarskipan fyri fiskimenn, kanska við einum bonus sum ískoyti. Hetta vil merkja, at tær lægru inntøkurnar veksa, meðan tær hægru minka. Afturfyri skal so fáast ein meira skipað arbeiðstíð, so menn ikki skulu hava fíggjarligan áhuga fyri at leggja so nógv fyri, at hetta kann skaða heilsuna, segði Óli Jacobsen. Hann helt kortini, at tað, sum liggur nærri, er norska skipanin, har inntøkurnar verða javnaðar yvir eitt longri tíðarskeið Landsfundur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á landsfundinum hjá Før­ oya Fiskimannafelag, sum byrjaði í morgun, vísti fe­lags­ for­maðurin, Óli Jacobsen á, at tað í fyrsta lagi eru tríggjar høvuðsfyritreytir sum avgera inntøkuna hjá fiski­monnum. Sáttmálin - Tann fyrsta er sjálvur sátt­málin, sum byggir á, at mann­ingin fær part av veiði fyri hvønn einstakan túr. Hetta prinsippið er ikki broytt alla ta tíð, sum felagið hevur virkað. Men frá at hava havt ein sáttmála fyri bert ein veiðihátt í mong ár, hava tey seinastu nógvu árini verið fleiri sáttmálar fyri tær ymisku veiðirnar. Aftrat hesum fara javnan veiðir og soleiðis eisini teirra sáttmálar í søguna, meðan nýggjar veiðir koma inn. Tí er tað eitt stórt arbeiði altíð at hava sáttmálar fyri allar veiðiháttir. Óli vísti á, at tá ið sátt­ mál­ar verða gjørdir, er upp­gáv­an lutvíst at tryggja eina brúkiliga inntøku fyri fiskimenn, eins og sáttmálin eisini ber raksturin, soleiðis at arbeiðsplássini kunnu varð­veitast - og um møguligt eisini økjast. Hann segði, at umframt hetta, hevur støðugt verið roynt at bøtt um sáttmálarnar sum heild. - Her ber sjáldan til at fáa nakra kollvelting í einum, men við stigi fyri stigi munar hetta hóast alt so mikið, sum tað ger. Óli segði, at nógvastaðni eru hugsanir frammi um full­komiliga broyting av sátt­mála­skipanina hjá fiski­ monnum. - Røddir hava verið frammi um meira at fáa eina fastlønarskipan, kanska við einum bonus sum ískoyti. Hetta vil stutt sagt merkja, at tær lægru inntøkurnar veksa, meðan tær hægru minka. Hetta hevði so aftur merkt eina javnari inntøku til fiskimenn. Afturfyri skal so fáast ein meira skipað ar­beiðstíð, so menn ikki skulu hava fíggjarligan áhuga fyri at leggja so nógv fyri, at hetta kann skaða heils­una. Hann segði, at tað, sum er nærri, er kortini norska skipanin, har inntøkurnar verða javnaðar yvir eitt longri tíðarskeið. - Í hesum førinum verð­ ur eitt nú avroknað yvir eitt hálvt ár í senn, og dag­ inn­tøkan verður tann sama fyri allar túrar. Tað tykist sum hetta eisini riggar - og at fiskimonnum dáma tað. Kanska er hetta leiðin fram, segði Óli Jacobsen. Veiðinøgd og prísir Hann segði, at ein onnur fyritreyt fyri inntøkuni hjá fiskimonnum er veiðan og tað, sum fæst fyri veiðina. - Tað er so avmarkað, Tankar eru fram sáttmálaskipani Fleiri merkisdagar í Føroya Fiskimanna- felag í hesum døgum Føroya Fiskimannafelag heldur landsfund millum jól og nýggjárs, tá ið flestu fiskimenn eru heima Mynd: Jens Kr. Vang 1. januar hevur Óli Jacobsen sitið í leiðsluni í Føroya Fiskimannafelag í samfull 40 ár – tey fyrstu árini sum sýsluformaður fyri Eysturoyar sýslu og seinastu 35 árini sum felagsformaður Mynd: Jens Kr. Vang