hósdagur 29. desember 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 250 - 29. desember 2005
15
mmi um at broyta alla
ina hjá fiskimonnum
hvussu stóra ávirkan, vit
kunnu hava á sjálva veiðina.
Tó hava vit saman við hinum
feløgunum á økinum havt
ein leiklut við ásetan av fiski
døgum.
Óli segði, at FF eisini hev
ur havt ein rættiliga stóran
leiklut í karmunum fyri
prísáseting á tí botnfiski,
sum verður landaður í Føroy
um.
- Vit høvdu fram til end
an av áttatiárunum ein “plan
økonomi” fyri flakavinnuna,
sum gjørdist ein búskaparlig
vanlukka. Vit vóru millum
teir fyrstu sum fóru at berjast
fyri marknaðarbúskapi og
kapping um fiskin, sum hev
ur gjørt prísirnar so høgar,
sum teir hóast alt hava verið
- og tað uttan studning.
Hann vísti á, at FF sein
astu árini eisini hevur átt
sín part í umlegging av fiska
marknaðinum við nýggjari
uppboðssølu, sum er enn eitt
stig á leiðini í hesi kapping
og málinum um at fáa ”rætt
ar” prísir fyri fiskin.
Inntøkutrygd
At enda í hesum sambandi
nam felagsformaðurin eisini
við inntøkutrygdina, sum er
av avgerandi týdningi fyri
tryggleikan hjá fiskimonn
um.
- Her eru hendir stórir
batar, síðan vit fyrstu ferð
fingu hesa skipan, men sein
astu árini hevur fremsta upp
gávan verið at halda tørn.
Óli vísti á, at felagið í hes
um sambandi enntá hevur
verið í hornatøkum við
donsku stjórnina, sum helt,
at her varð tikið ov rívan
til.
- Danska uppíleggingin
varð at enda slept, og soleiðis
var hetta eisini ein sigur fyri
føroyskt sjálvræði.
Felagsformaðurin vísti
eisini á onnur viðurskifti,
sum eru rættiliga avgerandi
fyri umstøður fiskimanna,
og eitt av hesum málum er
tryggingarmálið. Hann helt
fyri, at her er felagið komið
væl áleiðis við at tryggja
fiskimenn, tá ið illa vil til.
Batar eru hendir, men hetta
eru fyrst og fremst batar, sum
feløgini sjálvi hava skipað
fyri sum samlagstrygging
og trygging fyri hættisliga
sjúku.
Óli Jacobsen helt hin
vegin ikki, at nógv er hent
á almenna økinum í trygg
ingarmálum.
- Ein nýggj vanlukkutrygg
ingarlóg hevur verið á veg í
mong ár, men higartil er ikki
nógv komið burtur úr hesum,
segði felagsformaðurin.
- Tað eru í fyrsta lagi tríggjar fyritreytir,
sum avgera inntøkuna hjá fiskimonnum –
sáttmálin, veiða og prísir og inntøkutrygdin,
segði Óli Jacobsen, felagsformaður
Mynd: Jens Kr. Vang
- Eftir norsku fastlønarskipanini verður
eitt nú avroknað yvir eitt hálvt ár í senn,
og daginntøkan verður tann sama fyri
allar túrar. Tað tykist sum hetta riggar
- og at fiskimonnum dáma tað. Kanska
er hetta leiðin fram, segði Óli Jacobsen á
landsfundinum
Mynd: Jens Kr. Vang