hósdagur 29. desember 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 250 - 29. desember 2005
Í Mið- og Vestur
evropa eru nógvir
vegir stongdir av
kava, í Svøríki er bæði
vindur og kavi, og í
Turkalandi er bítandi
kalt
Veður
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Veturin hevur lagt at kalla
alt Evropa undir í kava, og
sambært veðurmonnunum
kunnu tey flestu rokna við,
at kavin verður liggjandi inn
í tað nýggja árið.
Í Danmark, Noregi og
Svøríki hevur ferðslan ver
ið nógv darvað av kava,
og fleiri ferðsluóhapp hava
verið. Í Svøríki hevur har
afturat verið rættiliga nógv
ur vindur, og í gjár ávaraðu
myndugleikarnir fólk ímóti
óneyðugari koyring. Í pørt
um av Skåne var vindmegin
oman fyri 20 metrar um
sekundið, og løgreglan
stúrdi fyri, at elsteyrar
kundu detta út á vegirnar.
Í Danmark máttu akfør hjá
herinum hjálpa sjúkrabilum
ígjøgnum kavan, og nógva
staðni bað løgreglan fólk
halda seg innandura og lata
bilin standa.
Í Fraklandi, Týsklandi,
Bretlandi og Pólandi er
nógvur kavi komin niður, og
í Eysturríki, norðara parti av
Italia og í Kekkia hava kavi og
vindur seinkað allari ferðslu
nógv. Í Fraklandi stóðu nógv
ir bilar fastir í kavanum, og
fleiri fólk noyddust at sova
í bilinum næstsíðstu nátt. Í
Kekkia stoyttu fýra lastbilar
saman á einum av teimum
týdningarmestu motorveg
unum, og tað elvdi til ruðu
leika í ferðsluni.
Í Turkalandi hevur tað ver
ið bítandi kalt. Í gjár varð
sagt, at í fjallalendinum
í landspartinum Agri har
eysturi í landinum vóru 31
kuldastig, og at fýra fólk
vóru deyð í kulda. Umleið
1.000 bygdir høvdu einki
samband við umheimin.
Kendi tónleikarin skal
hjálpa konservativa
flokkinum í Bretlandi
at legggja eina
politiska ætlan um
altjóðagerð og bar
dagan ímóti altjóða
fátækradømi
Bretland
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Nývaldi formaðurin hjá
konservativa flokkinum í
Bretlandi, David Cameron,
gongur nýggjar leiðir í roynd
unum at vinna tað næsta
parlamentsvalið. Hann hev
ur sett ein arbeiðsbólk at
stinga út í kortið, hvørja leið
flokkurin skal taka, tá tað
snýr seg um altjóðagerð og
fátækradømi, og ráðgevi hjá
arbeiðsbólkinum er eingin
annar enn tann kenda írska
rockstjørnan Bob Geldof.
Sambært BBC er eingin
ivi um, at David Cameron
hevur gjørt eitt satt kvetti, nú
havv hevur fingið tann væl
umrókta Geldof at hjálpa
sær, tí írin hevur drúgvar
royndir í stríðnum ímóti
fátækradømi kring heimin.
Hann var høvuðsmaðurin
aftan fyri Live-Aid átakið
og ein av oddamonnunum
aftan fyri Live 8-tiltakið,
sum bleiv skipað í sambandi
við toppfundin hjá G8-lond
unum í Skotlandi í summ
ar.
David Cameron sigur
við BBC, at konservativi
flokkurin ætlar sær at koma
við einum munagóðum
íkasti til orðaskiftið um
altjóðagerð og fátækradømi.
Harafturat er ætlanin at gera
eitt uppskot um, hvønn
politikk Bretland eigur at
reka mótvegis Heimsbank
anum, Altjóða Gjaldoyra
grunninum og øðrum altjóða
felagsskapum og stovnum.
-Arbeiðsbólkurin skal
koma við nýggjum hugskot
um um, hvussu vit kunnu
geva teimum fátæku lond
unum fleiri bein at standa á,
sigur David Cameron, sum
ikki dylur fyri, at hann er
sera fegin um at hava fingið
Bob Geldof til ráðgeva.
Kanna norska
laksin
Herfyri gjørdu russisku
myndugleikarnir av at
steðga laksainnflutningin
um úr Noregi, tí sambært
kanningum eru ov nógv
blýggj og kadmium í
norska laksinum.
Nú hava myndugleikarnir
í Singapore boðað norð
monnum frá, at teir ætla
sær eisini at kanna laksin,
sum kemur úr Noregi.
Heilsumyndugleikarnir
í Singapore siga, at teir
plaga at kanna norskan
laks, men at kanningarnar
hava ikki umfatað evni
sum blýggj og kadmium,
men tað verður nú kannað
eisini.
Møgulig tiltøk í Singa
pore fáa kortini ikki stór
vegis ávirkan á norsku
laksavinnuna. Sambært
útflutningsráðnum í Oslo
fóru 1.633 tons av norskum
laksi til Singapore ellibu
teir fyrstu mánaðarnar í ár,
og tað var á leið tað sama
sum í sama tíðarskeiði í
fjør. Harafturímóti hevur
russiska innflutningsbannið
stórar avleiðingar. Eitt nú
hevur ein fyritøka í Bømlø
boðað frá, at hon noyðist at
siga 100 fólkum úr starvi,
verður ósemjan við russar
ikki loyst.
Norsku myndugleikarnir
siga, at teir skilja ikki russ
isku avgerðina um innflutn
ingsbann, tí eftir teirra
tykki er norski laksurin als
ikki vandamikil at eta.
Russar siga seg hava funnið
ov nógv blýggj og kadmium í
norskum laksi.
Rithøvundur
hóttur
Myndugleikarnir í Turka
landi hótta nú við at draga
rithøvundin Orhan Pamuk
fyri rættin, tí hann eftir
teirra tykki hevur tosað ov
niðurlátandi um tann turk
iska herin.
Upprunin til málið er ein
samrøða, sum týska blaðið
Die Welt hevur havt við
Pamuk. har hann vil vera
við, at herurin í Turkalandi
mótarbeiðir teimum polit
isku royndunum at demo
kratisera landið. Hetta er
ikki fyrstu ferð, at mynd
ugleikarnir eru misnøgdir
við orðalagið hjá Pamuk.
Herfyri varð hann stevndur,
tí hann hevði sagt, at turk
isku myndugleikarnir tora
ikki at tosa um hópmorðið
á meiri enn eina millión
armenar næstseinasta ald
arskiftið, og at turkiski her
urin hevur beint fyri fleiri
túsund kurdum seinnu
árini.
Tann 53 ára gamli
Orhan
Pamuk
hevur
fleiri ferðir verið nevndur
sum møguligur Nobel-
vinnari í bókmentum, og
tað hevur vakt stóran ans
nógvastaðni, at turkisku
myndugleikarnir aftur
hótta við at draga hann
fyri rættin.
- Hetta er sera álvarssamt.
Turkaland stríðist fyri
at sannføra onnur um, at
landið hevur talifrælsi,
men fleiri rithøvundar og
útgevarar verða hóttir við
fongsulsrevsing, siga teir
sína hugsan, sigur Kjell
Olaf Jensen hjá norska
felagsskapinum PEN við
Dagbladet.
Tosa tvørtur
um markið
Fyri fyrstu ferð í 60 ár kunnu
fyritøkur í Suðurkorea tosa
í telefon við fólk hinumegin
markið ímillum tey bæði
koreonsku londini. Alt tele
fonsamband bleiv kvett, tá
sovjetskir hermenn hersettu
tann norðara partin av
Korea í 1945.
Sambandið verður rokn
að sum ein byrjan, og
møguleikarnir eru eisini
rættiliga avmarkaðir, tí
tær suðurkoreonsku fyri
tøkurnar kunnu bara tosa
við fólk og fyritøkur í
norðurkoreanska býnum
Kaesong.
Suðurkoreanski ráð
harrin í samskiftismálum
sigur, at hansara stjórn
fer at virka fyri, at vanligt
telefonsamband verður
ímillum londini bæði.
Hann leggur afturat, at
royndin við sambandinum
við Kaesong hevur longu
víst, at tørvur er á fleiri
møguleikum.
Fyri fyrstu ferð síðani 1945
ber til at tosa í telefon
tvørtur um markið ímillum
tey bæði koreonsku londini.
UTTAN ÚR HEIMI
Veturin komin í Evropa
Soleiðis sá út í Danmark gjáramorgunin
Mynd: Reuters
Bob Geldof politiskur ráðgevi
Nú verður Bob
Geldof ráðgevi
hjá konservativa
andstøðuflokkinum í
Bretlandi